Jógvan Mørkøre.
Veljarakanningar kunnu, eru tær nóg umfatandi og lagt er eftir tí, geva eina mynd av, hvar ið ymsu flokkarnir standa sterkastir, tá tað ræður um stuðul frá ymsum samfelagsbólkum. Serligur áhugi er fyri tí, ið kann nevnast klassaval ella á enskum class voting. Serliga hevur granskingin heft seg við, at t.d. teir stóru sosialdemokratisku flokkarnir í Evropa hava mist traditionella takið á vanliga arbeiðaranum, men afturfyri styrkt sína støðu millum vaksandi talið á alment løntum. Samstundis síggja vit í tí mesta av Evropa, at tað, vit vanliga fata sum borgarligir flokkar, styrkja sína støðu bæði millum arbeiðarar og alment lønt og gerast minni heftir at háinntøkubólkum og bóndum. Yvirhøvur er eitt rák burtur frá klassavali ivaleyst eitt úrslit av, at flestu flokkar í dag meira miða seg eftir at boða politikk og draga atkvøðufiskar inn í bæði borð, heldur enn at umboða serligar samfelagsbólkar.
Spurningurin er so, um vit kunnu staðfesta eitt líknandi rák frá klassavali til til eitt meira tilvildarligt og spjatt býti av atkvøðunum frá ymsum samfelagsbólkum upp á flokkarnar.
Til ber beinleiðis at samanbera úrslit frá umfatandi veljarakanningum frá 1990, 1994, 1997, 2002 og 2006, ið Fynd hevur gjørt. Samanberandi talva er gjørd burturúr hesum við denti á fýra stóru flokkarnar Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Aðrir smáir flokkar sum hava verið skiftandi í tali eru samanfataðir undir einum, Aðrir flokkar. Ein orsøk er, at tølini ofta eru so smá upp á einstaka flokkin og óvissan hareftir, so tað verður nærum meiningsleyst at bera tey víðari einsæris. Onnur orsøk er tær sundurstøkkingar í tí politiska umhvørvinum, ið vil hava serstakar kristiligar flokkar. (Júst í tíðarskeiðnum, sum myndirnar fevna um, eru byltingar í hesum umhvørvinum, sum føra til, at Miðflokkurin loksins stendur einsamallur eftir.) Skeiðið 1990-2006 er sjálvandi avmarkað tíðarskeið, men úrslit eru frá øðrum kanningum longur aftur í tíð, har tað ber til at samanbera summi av úrslitunum frá 1990 og frameftir beinleiðis við eldri tøl, í øðrum førum við einum fyrivarni, tí bólkarnir eru ikki eins samansettir. Serliga áhugaverd er her kanningin frá 1978, sum Observa gjørdi fyri Dimmalætting upp undir løgtingsvalið sama árið.
Fólkaflokkurin mist stuðulin millum almennar løntakarar.
Tá ið tað ræður um løntakarabólkarnar undir einum, so eru teir fýra stóru flokkarnir rættuliga javnir, tó so at Fólkaflokkurin hevur hug at standa eitt sindur veikari enn hinir. Tað er serliga tey alment løntu, ið heldur taka aðrar flokkar framum. Her fær Fólkaflokkurin 18 % í seinastu kanningini frá 2006, meðan hinir tríggir liggja úr 21 og upp í 30 %. Tað er einki nýtt í hesum. Síðani tey ringu kreppuárini í fyrru helvt av 90-árunum hevur hann staðið seg illa í hesum bólkinum. Men onkuntíð hevur staðið frægari til: Í 1984 atkvøddi 3. hvør í almennum starvi fyri Fólkaflokkinum. Javnaðarflokkurin tóktist at hava fótað sær aftur her, men seinastu tølini draga niður. Tekur tú løntakarabólkin undir einum, so fór kreppan illa við Javnaðarflokkinum. Hann misti undirtøku bæði millum alment sett og privat sett. Millum privat sett reyk undirtøkan úr 33 % í november 1990 niður í 14 % í juni 1994; síðani hevur undirtøkan kvinkað seg upp í 21 %. Her liggja Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin kortini væl frammanfyri við tølum úr 27 upp í 30 %. Millum almennu løntakararnar var farið at bragda aftur. Her var Javnaðarflokkurin farin úr 18 %´um í eini kanning mars ´97 og upp í 27 % í 2002. Men hann dettur niður aftur á 19 % í seinastu kanningini. Tjóðveldisflokkurin liggur fremstur millum almennar løntakarar við 32 % í seinastu kanning; Sambandsflokkurin honum á baki við 24 %.
Sambandsflokkurin arbeiðaraflokkur?
Tá ið Observa gjørdi fyrstu veruligu veljarakanning fyri Dimmalætting í 1978, var tað ikki sørt, at Sambandsflokkurin hevði hug at breggja sær av at vera størsti arbeiðaraflokkur. Tað bygdi hann á, at hann var tann flokkurin, sum stóð sterkastur millum løntakarar í privatari vinnu. Men síðani misti hann fyri eina tíð takið á hesum bólkinum. Tølini fóru úr 29 % niður í 13 í 1990, men hava tó síðani havt hug at lagt seg á eitt støði um 26-27 %. Samstundis sum Sambandsflokkurin fullkomiliga misti tamarhaldið á løntakarunum í privatu vinnuni, so tók hann seg væl fram ímillum tey alment løntu, so hann leyp fram frá 12 prosentum í 1984 upp í 23 í 1990. Í seinastu kanningunum frá 2002 og 2006 vóru vóru tað 24-25 % av av hesum slagnum av veljarunum, sum atkvøddu fyri Sambandsflokkinum.
Hvørjir eru so arbeiðaraflokkarnir?
Í seinastu kanningini frá 2006 standa Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin sterkastir millum løntakarar innan tað privata. Tølini hjá hesum báðum flokkum liggja um 27-30 %, meðan hinir báðir av teimum fýra stóru, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin liggja um tey tjúgu. Men so skal havast í huga, at tú skalt ikki meira enn 12 ár aftur í tíð, tá ið Javnaðarflokkurin lá væl hægri enn hinir og hevði umleið triðingin av privatu løntakarunum við sær. Fólkaflokkurin hevur í meira enn eitt tíggjuáraskeið havt góðan fjórðing av løntakarunum innan tað privata aftan fyri seg, men her er parturin so minkaður niður í 18 % í seinastu kanningini.
Millum alment lønt stendur serliga Tjóðveldisflokkurin seg væl við 32 %; honum næstur Sambandsflokkurin við 24, meðan Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru darlaðir afturúr og eru endaðir niðuri á 18-19 prosentum. Men eisini í hesum førinum skalt tú ikki so langt aftur í tíð fyri at finna eina glæsiligari fortíð. Í 1984 lá t.d. Fólkaflokkurin langt oman fyri hinar, tá ið tað ráddi um at eiga stuðul millum alment lønt: 34 % hevði hann, meðan hinir tríggir stóru spentu úr 12 upp í 24 %.
Tað ber sjálvandi til at siga, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin ganga aftur við dyggum stuðli hjá løntakarum bæði innan tað privata og tað almenna, og tí eru teir báðir frægastu boðini upp á at kunna nevna seg arbeiðaraflokkar. Rættari er tó at taka tey øðiligu sveiggini upp og niður við í metingina, tí tað vísir at vera skjótt hvønn vegin fyri allar flokkar. Tað, sum kann leggjast afturat, er, at tað tykist sum um, at Sambandsflokkurin hevur staðið stinnastur millum tímalønta arbeiðsfólkið og fiskimenn seinastu tíggju árini við rættuliga støðugt at hava umleið ein fjórðing. Tjóðveldisflokkurin tykist hinvegin at hava verið í eini serstøðu millum alment lønt seinastu tíggju árini við tølum úr 28 prosentum og upp í 37, meðan Fólkaflokkurin hevur lagt seg á eitt støði umleið tey 16 prosentini.
Borgarligu flokkarnir frægari fyri millum sjálvstøðug vinnurekandi.
Frægari gongst Fólkaflokkinum, tá ið tað kemur til tey sjálvstøðug vinnurekandi sum handilsmenn, handverksmeistarar, bøndur og útróðrarmenn. Her fær hann stuðul frá 30 %´um, meðan Sambandsflokkurin liggur eitt sindur niðanfyri við 24 %´um í seinastu kanningini frá 2006. Hinir báðir stóru flokkarnir hava vanliga ligið nakað niðanfyri, men í hesari kanningini hevur Tjóðveldisflokkurin tikið seg fram úr 19 og upp í 30 % undir liðina á Fólkaflokkinum. Javnaðarflokkurin fær hinvegin bert 14 % av stuðlinum frá hesum bólkinum av veljarununum. Fólkaflokkurin hevur mist sína einaráðandi støðu í hesum bólkinum, samanbera vit við tøl frá 90-árunum, tá ið hann lá millum 35 og 41 %, og eingin stóð honum kurl. Í dag fær hann kapping frá Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkinum.
Men eisini í hesum bólkinum er tað tey ógvusligu sveiggini upp og niður og so aftur upp ið eyðkenna myndina meira enn nakað annað. Í 1984, tá ið studningspolitikkurin var í hásæti millum allar flokkar, var styttri millum flokkarnir úr 20 upp í 28 % - og Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin høvdu munin, tá ið tað ráddi um stuðul í hesum samfelagsbólkinum. 10 ár seinni - í ringastu krepputíð var fullkomiliga vent í holuni: Nú høvdu hesir báðir ikki meira enn góð 10 % aftanfyri seg, Sambandsflokkurin góð 20, meðan Fólkaflokkurin hevði góð 40 % av teimum sjálvstøðug vinnurekandi í sínum parti. Munirnir eru síðani aftur tódnaðir nakað.
Pensiónistarnir býta seg javnt millum 4 teir stóru.
Sambandsflokkurin er tann flokkurin, ið plagdi at standa seg best, tá tað ræður um at vinna stuðul millum teirra, ið ikki longur eru í aktivari vinnu. 40 % av pensiónistunum høvdu í 2002 Sambandsflokkin sum frægasta flokkin. Sambandsflokkurin hevur altíð ligið væl fyri í hesum samfelagsbólkinum millum 34 og 29 % síðani 1990 men nú tykist hann at missa takið. Frá at hava eina einaráðandi støðu í 2002 við stuðli frá 40 % av pensiónistunum, er hann farin 15 % aftur niður í 25. Men munurin er lítil og eingin millum hann og hinar tríggjar teir stóru flokkarnar, sum hava úr 22 upp í 24 % í part. Ein annar flokkur, ið hevur mist munandi seinastu 11-12 árini, er Sjálvstýrisflokkurin, sum er farin úr 13 %´um og niður í 5. Taka vit alt skeiðið síðani 1990 undir einum, so er tað sermerkta, at tann borgarligi parturin av spektrinum, ið stóð so nógv sterkari millum pensiónistar í 1990, hevur mist, meðan teir báðir, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin, ið mynda vinstrusíðu í føroyskum politikki, eru gingnir fram undir einum.