orðaskifti hjá valevnunum í sjónvarpskjaki. Tóra við Keldu minnir á, at tað er partur av public service skyldu Kringvarpsins, at syrgja fyri, at tey, ið ikki hoyra, eisini kunnu fáa tað tilfar við, ið Kringvarpið [...] tó við, at eingir pengar eru til at røkja hesa skyldu til fulnar. - Kringvarpið er á fíggjarlógini, men tá ið public service skyldur ikki verða hildnar hóast tað, so er tíðin óivað komin til at seta markaðan [...] landsstýri, at tað skal tryggja bæði deyvum fólki og teimum, ið hava ringa hoyrn, atkomu til allar sendingarnar, sum KVF sendir. - Við hesum vil MBF inniliga heita á myndugleikan um at bera so í bandi, at fáa
upp á 90 sekund, so eg gjørdi bara av at taka av. Ein treyt var tó, at eg slapp at framføra míni egnu løg, og hesum gingu tey á møti, sigur Rókur, sum tó ásannar, at akkurát hetta slagi av framførslum ikki [...] ár. - Eftir øllum at døma hevði onkur teknað meg til kappingina. Eg fekk fleiri teldupostar, sum eg at byrja við helt vera spamm, men tað tóktist hampuliga seriøst, so eg setti meg at enda í samband við [...] mær so møguleika at framføra mín tónleik fyri 400 fólkum, sum annars ikki høvdu hoyrt meg, og so taka vit tað bara harfrá. - Og so má eg leggja afturat, at tað er ótrúliga stuttligt at síggja øll, sum taka
sett eld á og at hava hótt løgreglumannin eftir lívinum, men noktaði seg sekan í at hava skallað løgreglumannin. Hann greiddi frá, at hann hevði drukkið illa í gjárkvøldið undan hendingunum og meinti sjálvur [...] sjálvur, at hetta var viðvirkandi til, at hann misti tamarhald á sær sjálvum. Hann hevði onga frágreiðing um hví, hann hevði sett eld á, men meinti sjálvur, at restin av skuldsetingunum var ein avleiðing [...] Maðurin varð handtikin í miðbýnum í Havn í gjár, eftir at hann hevði sett eld á tvær skrellispannir, sum stóðu upp móti einum raðhúsum í miðbýnum. Eftir at maðurin var handtikin, varð hann fluttur út á Lan
keðiligt at tapa so seint í dystinum. Eisini, tá ið tað er stutt eftir, at vit hava havt onkran stóran kjans. Men vit spæla ein fínan dyst í dag. Tá ið vit spæla evropeiskan fótbólt, so vita vit, at vit skulu [...] vanligi heimavøllurin hjá B36. Hóast Tórsvøllur ikki er nøkur umbering fyri at tapa, heldur Eyðun, at tað hevði sína ávirkan at spæla á øðrum vølli enn á vanliga heimavøllinum. - Tórsvøllur er ikki okkara [...] størri enn ovari vøllur, og tískil krevur tað størri orku at spæla á honum. Men tað, at vit spæla á Tórsvølli, er ikki nøkur umbering fyri at tapa, greiddi Eyðun víðari frá. Sannlíkindini fyri víðari luttøku
tykjast á einum máli um, at til ber at broyta siðvenjuna í ríkisfelagsskapinum, og soleiðis loyva Føroyum og Grønlandi størri limaskap í slíkum altjóða felagsskapum. Teir vísa á, at ríkisfelagsskapurin er [...] víst á, at ríkisfelagsskapurin oftast finnur eina loysn, og um danir veruliga vilja vísa rúmd innan ríkisfelagsskapin, so er als ikki ógjørligt at finna eina loysn. - Heildarroyndirnar vísa, at um ein politisk [...] avbjóðing fyri danska ríkisfelagsskapin, skrivar Politiken, sum væntar, at á ríkisfundinum í summar fara bæði føroyingar og grønlendingar at krevja víðari heimildir innan ríkisfelagsskapin. Tað er uppsjóvarfiskurin
Facebook. - Tá Løgmaður so altráur góðtekur at verða funnin ósekur í øðrum kanningarúrslitinum, eigur hann so ikki at virða tað úrslitið eisini, har staðfest verður at at hann hevur brotið lógina um ábyrgd l [...] beint upp undir ólavsøku. Páll á Reynatúgvu sigur, at í dsag hevur hann tískil heitt á løgtingsformannin um í stundini at kalla formansskapin saman at viðgera máli, og hvørja revsing, løgmaður skal hava [...] mótvegis løgmanni: - Finni meg snøgt sagt ikki í at Tingið verður traðkað niður av teimum sum eru sett at tæna Tinginum og landsins borgarum! Tað er møguligt at lúturin sum Gammeltoft mælir til er alt ov veikur
ar. Henda serstøða okkara átti at birt uppundir, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum komu ásamt um skilagóðar loysnir, sigur hann. Hann heldur, at mest nærliggjandi er at hugsa sær eina farloyvisskipan, [...] Til ber at gera ásetingar um í hvørjum føri og í hvussu langa tíð rímiligt er at varðveita verandi lønarútgjald. – Hetta er ein skipan, sum tørvur er á. Tað er í øllum føri ikki virðiligt, at familjur [...] formaður Føroya Lærarafelags, sigur við Skúlablaðið, at viðkomandi spurningurin er, um avvarðandi hava rætt til farloyvi við løn í sambandi við, at maki ella barn skulu í viðgerð uttanlands. – Ongar ásetingar
væntar fer at henda í Europa og Norðurlondum. Hann sigur, at fólkini, sum koma frá Islam, eru ímóti fólkaræði og koma ikki higar fyri at gerast europearar, men koma at brúka fólkaræði til at fáa beint fyri [...] sigur Avi Lipkin. Hann vísir á, at Islamskur Statur sigur sjálvur, at flóttafólkini, sum fara í báti úr Libya til Italia, eru fortropparnir hjá sær, og Islamskur Statur ætlar at taka Rom og spreingja Vatikanið [...] Miðeystri til Europa, verða hvørki europearar ella kristin, tí teirra ørindi eru at koma higar við Islam. Tey eru fegin um, at tey kunnu sleppa úr Miðeystri, men taka so afturfyri Miðeystur við sær til Europa
hesum til sín fyrimun. - Hetta merkir, at Danmark nýtir ES lógir og ES avtalur fyri at leggja hald á ein Sea Shepherd bát umborð á einum ES-skrásettum skipið, ið roynir at forða einum virksemi, sum er ólógligt [...] góð tíðindi. Um um tey royna at leggja hald á okkurt av størru skipunum - enn betri, skrivar hann, tó uttan at greiða frá, júst hví hetta er so gott. Paul Watson sigur, at Linda Hesselberg, ákæri, ger [...] rættvísgerast, meðan tað seinna ongantíð má flýggja undan, skrivar Paul Watson at enda. Okkurt kundi bent á, at hann ætlar sær at royna grindadrápið í altjóða rætti.
serliga um, at Carsten Hansen er sinnaður at geva Føroyum ein virknan lut í norðurlendska formansskapinum hjá Danmark í ár. Samstundis fegnist eg um, at hann er áhugaður í at virka fyri at loysa nøkur [...] Tí hevur tað eisini verið mítt ynski, at Føroyar og Grønland hava ein virknan leiklut í formansskapinum, og eri eg takksamur fyri, at Annika Olsen hevur játtað at leggja part av virkisskránni fyri for [...] vinnulívinum, tá tey fara út um Føroyar at virka, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna. Í ár hevur Danmark formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Danmark vil, at bæði Føroyar og Grønland hava ein virkan