Veðurlagsbroytingarnar eru vorðnar ein avbjóðing fyri danska ríkisfelagsskapin, skrivar Politiken, sum væntar, at á ríkisfundinum í summar fara bæði føroyingar og grønlendingar at krevja víðari heimildir innan ríkisfelagsskapin.
Tað er uppsjóvarfiskurin, sum er kjarnin í málinum, skrivar Politiken. Veðurlagsbroytingarnar gera heimshøvini heitari og hetta hevur við sær, at uppsjóvarfiskurin leitar sær longur norður enn nakrantíð fyrr. Politiken nevnir, at bæði føroyingar og grønlendingar vilja økja bæði makrel-, tunfiska- og svartkjaftakvotuna hjá sær.
- Men tað sama vilja onnur lond í ES og Asia, sum øll ynskja at fáa ein størri part av nýggju stóru fiskiøkjunum í norðuratlantshavi og upp á longri sikt, sum ísurin smeltar, heilt upp til norðpólin.
Hetta førir tó til trupulleikar í ríkisfelagsskapinum, vil Politiken vera við, tí danska fatanin er, at Danmark skal tosa vegna øll trý londini í ríkisfelagsskapinum í altjóða felagsskapum.
Føroyar og Grønland hava rætt at gera avtalur við grannalondini í norðuratlantshavi, men kunnu ikki vera limir í altjóða felagsskapum sum NEAF ella NAFO, sum leggur rammur um fiskiskapin í norðuratlantshavi. Í hesum felagsskapunum er tað Danmark, sum skal umboða grønlendsk og føroysk áhugamál, men samstundis eisini áhugamálini hjá Danmark og ES. Greinin í Politiken nevnir sildatrætuna við ES í 2013 sum dømi um, hvørjar avleiðingar danski ES limaskapurin fær í slíkum málum.
Danska avísin hevur eisini tosað við løgfrøðingar um málið, sum tykjast á einum máli um, at til ber at broyta siðvenjuna í ríkisfelagsskapinum, og soleiðis loyva Føroyum og Grønlandi størri limaskap í slíkum altjóða felagsskapum.
Teir vísa á, at ríkisfelagsskapurin er eitt netverk av neyðsemjum, sum gevur fleiri tulkingarmøguleikar. Eisini verður víst á, at ríkisfelagsskapurin oftast finnur eina loysn, og um danir veruliga vilja vísa rúmd innan ríkisfelagsskapin, so er als ikki ógjørligt at finna eina loysn.
- Heildarroyndirnar vísa, at um ein politisk semja kan finnast, sum sigur at hetta er fornuftigt, so tilpassar lógin seg eftir hesi avgerð, endurgevur Politiken ein danskan løgfrøðing fyri at siga.









