Tørvur á farloyvisskipan til lærarar

Lærarar spyrja eftir skipan, ið tryggjar teimum løn, tá maki ella børn eru undir sjúkralegur, sum krevur, at teir eru við

Lærarar spyrja eftir skipan, ið tryggjar teimum løn, tá maki ella børn eru undir sjúkralegur, sum krevur, at teir eru við.

 

Føroya Lærarafelag fær javnan fyrispurningar frá limum, um hvørji støðu tey hava í sambandi við sjúku hjá einum av teirra næstu, maka ella barni. Talan er tá um álvarsliga sjúku og oftast um viðgerð uttanlands.

 

Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, sigur við Skúlablaðið, at viðkomandi spurningurin er, um avvarðandi hava rætt til farloyvi við løn í sambandi við, at maki ella barn skulu í viðgerð uttanlands.

 

– Ongar ásetingar eru hesum viðvíkjandi sum er, hvørki í lóg ella sáttmála, og tað setur fólk í eina sera ringa støðu.

 

Frá Almannaverkinum ber til, undir ávísum treytum, at fáa lutvíst endurgjald fyri lønarmiss. Eitt endurgjald, sum hjá teimum flestu er sera langt frá vanligu lønini. Neyvan hava næstu avvarðandi nakað val, tá maki ella barn skal í viðgerð uttanlands, uttan eisini at fara við. Í ringasta føri stendur um lív, og tá mugu onnur atlit setast til viks, sigur Herálvur Jacobsen.

 

– Vit eru eisini í tí serstøðu sum fáment land, at nógvar viðgerðir ikki verða framdar her hjá okkum, og tí verða sjúklingar í lutfalsliga stóran mun sendir av landinum at fáa viðgerð. Eingi útlit eru heldur fyri, at vit í bræði fáa fjølbroyttari viðgerðartilboð her heima, tí viðgerðartilboðini økjast áhaldandi, samstundis sum viðgerðirnar verða meira og meira spesialiseraðar. Henda serstøða okkara átti at birt uppundir, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum komu ásamt um skilagóðar loysnir, sigur hann.

 

Hann heldur, at mest nærliggjandi er at hugsa sær eina farloyvisskipan, har lønin verður varðveitt. Til ber at gera ásetingar um í hvørjum føri og í hvussu langa tíð rímiligt er at varðveita verandi lønarútgjald.

 

– Hetta er ein skipan, sum tørvur er á. Tað er í øllum føri ikki virðiligt, at familjur, ið verða raktar av álvarsligum sjúkum, eisini standa fyri fíggjarligum hóttafalli, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag við Skúlablaðið.