Carsten Hansen vitjar Anniku Olsen

Danski ráðharrin í norðurlandamálum, Carsten Hansen, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Vertur hjá honum er Annika Olsen, sum er føroysk landsstýriskvinna í norðurlandamálum.

 

Danski ráðharrin í norðurlandamálum, Carsten Hansen, vitjar í hesum døgum í Føroyum. Vertur hjá honum er Annika Olsen, sum er føroysk landsstýriskvinna í norðurlandamálum.

 

Á fundi teirra millum í dag umrøddu tey eitt nú norðurlendska samstarvið, formanskapurin í Norðurlendska Ráðharraráðnum, og marknaforðingar.

 

– Vit høvdu ein sera góðan og gevandi fund. Eg fegnist serliga um, at Carsten Hansen er sinnaður at geva Føroyum ein virknan lut í norðurlendska formansskapinum hjá Danmark í ár. Samstundis fegnist eg um, at hann er áhugaður í at virka fyri at loysa nøkur av teimum málum, sum eru forðingar hjá føroyska vinnulívinum, tá tey fara út um Føroyar at virka, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

 

Í ár hevur Danmark  formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Danmark vil, at bæði Føroyar og Grønland hava ein virkan leiklut undir danska formansskapinum. Føroyar vilja hava ein størri leiklut í norðurlendska samstarvinum, og hetta varð eisini tikið upp á fundum.

 

Danski formansskapurin hevur sett sær fyri at varpa ljós á tær forðingar, ið eru millum norðurlondini, ið darva vøkstri í vinnulívinum og hjá privat persónum. Ole Stavad, fyrrverandi skattamálaráðharri í Danmark, stjórnar Marknaforðingarráði, ið arbeiðir við at koma forðingunum til lívs, og Føroyar hava umboð í ráðnum.

 

– Eg eri komin til Føroya eisini fyri at hoyra um serligu avbjóðingarnar, sum londini í útnorðri hava í mun til marknaforðingar, ið eru ein forðing fyri vøkstri. Tí hevur tað eisini verið mítt ynski, at Føroyar og Grønland hava ein virknan leiklut í formansskapinum, og eri eg takksamur fyri, at Annika Olsen hevur játtað at leggja part av virkisskránni fyri formansskapinum fram, sigur Carsten Hansen, norðurlendskur samstarvsráðharri í Danmark.

 

Framløgan verður á ráðstevnu í Keypmannahavn í komandi viku.

 

Meira kann lesest um formansskapin her

 

Á middegi í morgin verður tíðindafundur í Tinganesi. Tíðindafundurin fer yvirskipað at snúgva seg um vitjanina, norðurlendska samstarvið og støðuna millum Føroyar og Danmark. Eisini verður møguligt at seta danska ráðharranum spurningar um atsóknirnar í Keypmannahavn farna vikuskiftið.