- Flóttafólkini, sum nú í stórum tali koma úr Sýrialandi og Miðeystri til Europa, verða hvørki europearar ella kristin, tí teirra ørindi eru at koma higar við Islam. Tey eru fegin um, at tey kunnu sleppa úr Miðeystri, men taka so afturfyri Miðeystur við sær til Europa.
Tað sigur jødin, Avi Lipkin, sum er serfrøðingur í Miðeystursviðurskiftum, og í hesum døgum vitjar í Føroyum, her hann talar ymsastaðni um eitt nú aktuellu støðuna við flóttafólkunum og greiðir frá tí, ið hann væntar fer at henda í Europa og Norðurlondum.
Hann sigur, at fólkini, sum koma frá Islam, eru ímóti fólkaræði og koma ikki higar fyri at gerast europearar, men koma at brúka fólkaræði til at fáa beint fyri júst fólkaræðinum, tí fólkaræði er tað øvugta av Islam.
Lipkin harmast um tað Holocaust, sum í dag er ein veruleiki í Miðeystri, har kristin verða forfylgd og fyribeind, uttan at kristni heimurin letst um vón. - Kirkjur verða sprongdar í luftina, kristin verða dripin og neyðtikin, og kristindómurin verður útruddaður í Miðeystri, sigur Avi Lipkin.
Hann vísir á, at í Sýrialandi eru tveir partar: Tey, sum halda við forsetanum, Bashar al-Assad, og so tey, sum halda við uppreistrarmonnunum. - Meginparturin av flóttafólkunum, sum nú koma hendavegin, eru tey, sum eru í parti við uppreistrarmonnunum. Tað finnast sýrar, sum liva eitt modernað lív, men tú hevur eisini nógvar sýrar, sum eru fanatiskir muslimar, sigur Avi Lipkin.
Hann vísir á, at Islamskur Statur sigur sjálvur, at flóttafólkini, sum fara í báti úr Libya til Italia, eru fortropparnir hjá sær, og Islamskur Statur ætlar at taka Rom og spreingja Vatikanið í luftina.
- Eg ímyndi mær, at fregnartænasturnar í europeisku londunum kanna gjølla, hvat hetta eru fyri fólk, tí hesi fólkini hvørki verða europearar ella kristin, tí teirra ørindi eru fyrst og fremst at koma higar við Islam, sigur Avi Lipkin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Avi Lipkin.