Paul Watson, leiðari av Sea Shepherd, sigur, at átakið Sleppið Grindini gongur júst eftir ætlan.
Sea Shepherd hevur í ár roynt at lagt trýst á danskar myndugleikar um grindadrápið í Føroyum, men fyribils hava danir ikki latið rína við. Paul Watson tykist nú ætla, at leita sær hjálp frá ES og ES-lóggávu.
Skotskir myndugleikar løgdu hald á Echo, skjóttgangandi bátin, sum órógvaði grindina í Sandavági, umborð á Sam Simon, og Paul Watson roynir nú at venda hesum til sín fyrimun.
- Hetta merkir, at Danmark nýtir ES lógir og ES avtalur fyri at leggja hald á ein Sea Shepherd bát umborð á einum ES-skrásettum skipið, ið roynir at forða einum virksemi, sum er ólógligt sambært ES-lógum, skrivar Paul Watson, og vísir til Bern-sáttmálan um verju av hvalum og øðrum súgdjórum.
- Hetta eru sera góð tíðindi. Um um tey royna at leggja hald á okkurt av størru skipunum - enn betri, skrivar hann, tó uttan at greiða frá, júst hví hetta er so gott.
Paul Watson sigur, at Linda Hesselberg, ákæri, ger eitt mistak fyri og annað eftir, men, sigur hann, Sea Shepherd ætlar sær áhaldandi at varpa ljós á tey lógarbrot, sum verða framd í Føroyum.
- Sea Shepherd fer ikki í kríggj við vápnum. Vit nýta okkurt nógv virknari - filmstól. Meðan skip furr bóru kanónir, bera vit Canon tóll, umframt Nikon, skrivar Paul Watson.
- Tí eitt er heilt víst og tað er hetta. Líka mikið hvat tey leggja hald á, hvussu nógv tey handtaka, so vinna vit við hesum átakinum at enda hetta vanvirðisliga, ræðuliga, andstyggiliga og skenska møsnið, tey kalla grindadráp, sigur Paul Watson.
- Grindamenninir og danska og føroyska stjórnin umboða deyða. Vit umboða lív. Tað fyrr má ongantíð rættvísgerast, meðan tað seinna ongantíð má flýggja undan, skrivar Paul Watson at enda.
Okkurt kundi bent á, at hann ætlar sær at royna grindadrápið í altjóða rætti.