Hótti løgreglumann eftir lívinum

Tvær vikur í varðhaldi fyri at seta eld á tvær ruskspannir, skalla ein løgreglumann og hótta hann og familjuna eftir lívinum.

Ein 18 ára gamal maður varð í dag varðhaldsfongslaður í tvær vikur. Hann varð skuldsettur fyri trý brotsverk.

 

Maðurin varð handtikin í miðbýnum í Havn í gjár, eftir at hann hevði sett eld á tvær skrellispannir, sum stóðu upp móti einum raðhúsum í miðbýnum. Eftir at maðurin var handtikin, varð hann fluttur út á Landssjúkrahúsið til kanningar, áðrenn hann skuldi koyrast til varðhaldið í Klaksvík. 

 

Meðan teir sita á Landssjúkrahúsinum verður maðurin so argur inn á løgreglumenninar, at hann, sambært ákæranum, skallaði annan teirra. Triðja brotsverkið fremur maðurin í løgreglubilinum á veg til Klaksvíkar, tá hann hóttir sama løgreglumann og familju hansara eftir lívinum.

 

Hóast sín unga aldur er maðurin ikki fremmandur fyri løgregluni. Hann varð dømdur fyri harðskap í 2013 og hevur seinastu tveir mánaðirnar verið í hóslag við løgregluna tríggjar ferðir, fyri herverk, hóttanir og innbrot. Í juli fekk hann ein tríggjar mánaðar fongsulsdóm, harav tveir vóru treytaðir.

 

Hann slapp út aftur 7. septembur, men longu í gjár var galið aftur. Ungi maðurin hevur verið undir eftirliti hjá kriminalforsorgini, sum millum annað hevur havt eftirlit við, at maðurin hevur fingið heilivág sín. Heimatænastan, sum hevði hesa uppgávu, mátti tó geva upp, tí maðurin hevði gingið skeivur, orsaka av hassj, síðani hann kom út.

 

Maðurin játtaði at hava sett eld á og at hava hótt løgreglumannin eftir lívinum, men noktaði seg sekan í at hava skallað løgreglumannin.

 

Hann greiddi frá, at hann hevði drukkið illa í gjárkvøldið undan hendingunum og meinti sjálvur, at hetta var viðvirkandi til, at hann misti tamarhald á sær sjálvum.

 

Hann hevði onga frágreiðing um hví, hann hevði sett eld á, men meinti sjálvur, at restin av skuldsetingunum var ein avleiðing av, at løgreglumenninir høvdu verið óhøviskir mótvegis honum.

 

Ákærin ynskti hann varðhaldsfongslaðan í tríggjar vikur, men dómarin metti, at tvær vikur mundu vera nokk. Ungi maðurin segði seg gjarna vilja sleppa í rúsevnisviðgerð, og dómarin meinti, at tað mátti bera til at finna eina loysn upp á tað, meðan maðurin sat í varðhaldi.

 

- Ok, cool, vóru seinastu orðini frá skuldsetta.