rithøvundurin, Gyorky Konrád, hevur síðan skrivað, at Ungarn er um at gerast eitt einaræði. Hann er so harmur um tað, sum fer fram í landinum, at hann heldur, at Ungarn er vorðið eitt lortaland við eini lortastjórn [...] óupplýst høgraekstremistiskt fámannaveldi, har vanligi borgarin onki fer at hava at siga. Russland og Ungarn Øll fegnaðust almikið um, at jarntjaldið fall í 1989, tí nú skuldu londini eystanfyri gerast verulig [...] gjørdi, var at høgga niður fleiri grundleggjandi demokratiskar stovnar í landinum. Ungarska stjórnin syrgdi fyri, at tjóðbankin í landinum ikki longur kann virka óheft. Hon syrgdi eisini fyri at avmontera
við so lítlum kunnleika, enn at fara inn á bókasavnið - at lesa. At herma og stjala. At kopiera og eftirgera. Hví skuldu vit gjørt annað?" Hermann hevur tann góða eginleika, at tá politisku hyenurnar fara [...] politiskt farin at ætla at fremja miðvís framtøk fyri gransking Føroyum. Hetta er bæði gleðiligt og neyðugt. Granskingarkjakið hevur fevnt breitt og nógv góð orð eru søgd. Tað er tó ein stovnur, sum at kalla konsekvent [...] Kanska tí hesin stovnur ikki plagar at gera serliga nógvan háva burturúr sær sjálvum og kanska tí at partar av teimum, sum luttaka í granskingarkjakinum, halda at hann eigur ein sjálvsagdan leiklut í
- og at enda fer Roar at syngja og spæla í tímanum millum klokkan 15 og 16. Kostnaður fyri tiltakið er 100 krónur, men starvsfólk sleppa ókeypis. - Sigið endiliga øllum frá, sum tit halda áttu at komið [...] Petra Winther hevur tikið stig til at bjóða eldri til eina hugnaliga summaruppliving. - Komið til ein sving om, sigur stigtakarin og vísir á, at Halleluja Sofus fer at syngja í tímanum millum klokkan 13 [...] áheitanin hjá stigtakaranum, sum vónar, at tey verða mong, sum vilja brúka hetta frálíka høvi til eina øðrvísi summaruppliving. Sjálv sigur Anna Petra Winther, at hon hevur hugsað um eitt slíkt tiltak leingi
Vágseiði), og Tjaldrið, sum Løðhamarsmenn áttu. Eg varð biðin at rógva við Tjaldrinum, men eftir at hava vant átta dagar, kom onkur, sum helt seg hava framíhjárætt at rógva við Tjaldrinum, og eg, sum var yngstur [...] áhugan fyri kappróðri hesi seinastu árini? Jú, einahelst er grundin, at tey, sum í dag skulu luttaka í kappróðri, skulu binda seg til at venja meginpartin av árinum – fyrst við róðurmaskinum um veturin, so [...] góða skikkin: bátarnir verða flotaðir flaggdagin, tá man aftur fara at bragda hjá tjóðarítrótt okkra, og øll hava møguleika at luttaka. Tey, sum stremba víðari fram, skulu útvega sær útlendskar kappróðrarbátar
høvdu í gomlum døgum. Tey fyrstu, sum bygdu sær hús á Hellunum, búleikaðust einsamøll her tey fyrstu árini, men skjótt komu nakrar familjur aftrat. ##med4## Sagt verður úr søguni, at í 1870 búðu níggju familjur [...] fóru at ganga í skúla í Oyndarfirði. Í fleiri ár hevur skúlin á Hellunum verið bønhús, og sum árini gingu, fekk bønhúsið eisini torn. Sagt verður, at í 1935 búðu flest fólk á Hellunum, og tá vóru tey 85 [...] kundi altíð fáa á pannuna við tráðu. Men, á Hellunum eins og aðrastaðni hava tey merkt, at lítil og eingin seiður hevur verið at fingið við klettin í fleiri ár. Hetta sæst eisini aftur í vánaligari upsaveiði
Bólturin kemur so mikið stutt út frá, at eg metti ikki, at eg fekk lobbað, men valdi at skjóta móti handaru stong. Men hasin har, hann skal sita, tað er einki at ivast í, segði Jákup á Borg, sum iðraði [...] meir. Eitt frísparksinnlegg frá Súna var eisini um at gerast heilt vandamikið, og so átti Marni Djurhuus tvey innlegg móti dystarenda, sum bæði áttu at givið mál. Í fyrra førinum tamdi Rógvi Jacobsen bóltin [...] endaliga úrslitið 3-1. Fragd at fylgja Nei, eydnan var ikki við okkum í gjár. Kortini hava vit ikki tað allarminsta at skammast av. Tvørtur ímóti hava vit alla orsøk til at fegnast og vera errin um avrikið
eisini kann vera ein vani? At tað eisini kann gerast ein vani ikki at ganga í kirkju, ikki at fara til altars, ikki at savnast um Guðs orð? At tað eisini er nakað, ið kundi verið rópt vanaheiðinskapur, v [...] i. Ikki minst hava tey, ið ikki ganga í kirkju ella til altars ella einki hava við kristindóm at gera, verið sera íðin at tosa um vanar. Men munnu mótstøðufólkini hava hugsa um, at teirra mótstøða eisini [...] vanahatur til livandi kristindóm? Kanska tað var vert at hugsa um at endurskoða vanarnar, til tess at vita um hald er í teimum. Men so átti tað ikki bara at verið vanakirkjugangarar, ið skuldu endurskoða sínar
gestir, tey fyrstu kristnu kendu seg at vera í hesum heimi og hartil ikki so sjáldan forfylgd og fyri álvarsomum atsóknum av yvirvaldinum, var tað altavgerandi, at har var samanhald ? at øll royndu at vera [...] og standa saman um tað, tey áttu við gleðiboðskapinum; tí var vanligt, at hitt eina kirkjuliðið sendi øðrum kirkjuliðum avrit av teimum ápostlabrøvum, ið send vóru tí, fyri at tey eisini kundu gerast kunn [...] Fyri tey fyrstu kristnu høvdu bróðurkærleiki og gestablídni nógv at týða. Ikki bara sum nakað heilagt og ófrávíkiligt, ið eigur at koma fram um alt annað. Men sum teir útlendingar, tey fremmandu og sum
frá fals at tala. At vera við tí góða orðinum er ein dygd, sum vit eiga at fjálga um og taka til okkara. Vit eiga heldur at umbera, enn at skuldseta, heldur dylja veikleikar hjá øðrum, enn bera tey upp á [...] longst við at halda okkum til sannleikan. Tað liggur kanska til okkum at fara lætt um sannleika, um vit halda okkum fáa fyrimun av tí, og eisini um tað gongur út yvir onnur menniskju. Vit koma lætt at skaða [...] ormeitrað níðingaslatur. Hørð orð frá einum vitugum manni til eina kristna tjóð. Tey kristnu eyðkennini áttu heldur at sett meira dám á okkara dagliga atburð og orðaval í samskifti okkara við hvønn annan
tað tó er, at hann er faðir mín, og eg barn hansara, og allur kærleiki hansara til mín fyllir sál mína við størsta takksemi. Síðani fari eg víðari til tað lítla orðið »vár« og har komi eg at hugsa um allar [...] allar mínar systrar og brøður í Harranum, tey her á jørðini og tey heima í himlinum, ja, samfelag teirra heilagu, og tað vekir mong góð minnir. Soleiðis dvølji eg leingi við hvørt orð. Hyggur onkur inn [...] soleiðis haldi eg á, tí í teirri bønini havi eg lært, at mín skuld er fyrigivin, mín sál er bjargað, Guð er mín, og eg eri hansara, og hann skal fría meg frá øllum illum og leiða meg heim í sítt himmalska