Uni Arge
-----
Í einum sunnum fólkaræði eru fólk ósamd um, hvørja leið politikkurin skal fara. Skal hann t.d. fara til høgru, ella skal hann fara til vinstru. Í øllum norðurlondum byggja politisku skipanirnar á trygga grund við einum hópi av óheftum vitanarstovnum aftrat sær, og á hesi tryggu grund eru politisku flokkarnir hugsjónarliga ósamdir. Skalt tú lýsa, hvat fer fram í Føroyum í dag, røkka orð sum høgra og vinstra tó ikki. Ei heldur kann tosast um, at politiskir flokkar eru vanliga ósamdir um vanlig mál. Í Føroyum í dag fer fram ein ekstrem kollvelting, og verður hon ikki steðgað, endar hon við, at vit flyta okkum úr veruligum fólkaræði yvir í eitt óupplýst høgraekstremistiskt fámannaveldi, har vanligi borgarin onki fer at hava at siga.
Russland og Ungarn
Øll fegnaðust almikið um, at jarntjaldið fall í 1989, tí nú skuldu londini eystanfyri gerast verulig fólkaræðir, men soleiðis gekk ikki allastaðni. Tvey dømi eru at nevna úr rúgvini, har illa gekst at fáa skapt veruligt demokrati, Russland og Ungarn. Í Russlandi varð valdið sentraliserað hjá nøkrum fáum politikarum, sum ríkaðu nakrar fáar vinir í samfelagnum upp við at privatisera landsins ognir niður í teirra lummar. Soleiðis skaptust í Russlandi nakrir heilt sjáldsama ríkir oljumilliarderar. Í Ungarn kom ein høgraekstrem stjórn til valdið í 2010, sum hevur loypt hvøkk á alt Evropa, tí tað fyrsta, hon gjørdi, var at høgga niður fleiri grundleggjandi demokratiskar stovnar í landinum.
Ungarska stjórnin syrgdi fyri, at tjóðbankin í landinum ikki longur kann virka óheft. Hon syrgdi eisini fyri at avmontera tann stovnin, sum varð mettur at vera búskaparligur vaktarhundur í demokratisku skipanini, við at leggja hann undir tjóðbankan. Við umskipanini fekk tann altíð betrivitandi og ongantíð eyðmjúki forsætisráðharrin, Viktor Orbán, beinleiðis vald á serfrøðini í hesum stovnum. Serfrøðingarnir vórðu tiptir. ES-nevndin, Evropeiski Miðbankin og Altjóða Gjaldoyragrunnurin vóru á rokinum um hetta álopið á óheftu búskaparfrøðina og boykottaðu Ungarn. Altjóða metingarstovnar sum Moody’s og Standard & Poor útnevndu ungarska búskapin sum junk, altso onki verdan, og gjaldoyrað fall 15 prosent.
Ungarski rithøvundurin, Gyorky Konrád, hevur síðan skrivað, at Ungarn er um at gerast eitt einaræði. Hann er so harmur um tað, sum fer fram í landinum, at hann heldur, at Ungarn er vorðið eitt lortaland við eini lortastjórn, sum hevur ein lortaforseta. Í kronikk í Politiken í januar kallaði hann land sítt ein fólkaræðisligan vanskapning og mælti til, at forsætisráðharrin og hansara partísoldátar verða settir frá, so eitt lið av embætisfólkum kann stjórna landinum við viti og skili, áðrenn val verður aftur í 2014. Høgraekstremu stuðlarnir hjá Viktor Orbán eru børn av gamla kommunistaflokkinum. Flestu teirra hava tilknýti til bygdasamfeløg og hata inniliga kritikkin, sum intellektuell í býunum føra fram. Hevndarhugur stýrir teimum.
Gyorky Konrád skrivaði eisini hetta um Viktor Orbán í síni kronikk:
"Hvørjar møguleikar hevur ein maður, sum hevur uppnátt sína makt við løgfrøðiligum fiksfaksaríi? Tann nýggi oddamaðurin er uppblástur og háðar síni mótstøðufólk. Hann vil ikki samráðast ella broyta sína kós. Hann hevnir seg javnan og finnur altíð eina orsøk til tess. Hann tekur aldrin eitt fet aftur eftir hæli, tí at taka í egnan barm hevði punkterað mytuna um hansara styrki. Ongin hevði trúð honum longur, og hann hevði verið liðugur. Hansara valdsinstinkt sigur honum, at tað er nú, hann skal vera beinharður. Um hann gekk undir krøv hjá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum, hevði tað ført til upploysn og endaligt tap."
Óhugnin í Føroyum
Soleiðis kunnu fólk gerast, um tey í valdssessum ikki skilja ella virða fólkaræðisligar spælireglur, og hetta uppliva vit í Føroyum í dag. Síðan løgtingsvalið í oktober í fjør hava grov politisk lyftisbrot, óumhugsaðar gjøgnumtrumfaðar avgerðir og politisk arrogansa sett dám á politiska lívið. Atferðin í sambandi við umleggingina av skattaskipanini var beinleiðis ódemokratisk, tí hon varð samtykt sum eitt kvett, hóast serkøn, túsundtals mótmælandi og fjølmiðlar ávaraðu og bóðu um meiri tíð og fleiri upplýsingar. Ongin lurtaði. Løgmaður háðaði tey mótmælandi á Vaglinum, og fíggjarmálaráðharrin hevur síðan flent upp í høvdið á tíðindafólkum. Sjálvt tá mótmælandi dukaðu á løgtingið, lurtaðu tey ikki innanfyri.
Í sambandi við fiskivinnupolitikkin hevur heldur ikki verið nakar vilji til at vísa umhugsni og gjøgnumskygni. Hóast Føroyar í mong ár hava havt tørv á at nýskipa fiskivinnupolitikkin og skapa greiðar reglur um, hvussu virðismikla tilfeingið kann fáast úr havinum, hvurvu fýra politikarar fyrr í ár inn í ein loyniligan makrelbólk í Tinganesi, har teir sínámillum avtalaðu, hvussu makralríkidømið skuldi býtast millum skipabólkarnar. Teir vistu, at summi skip fóru aldrin út at fiska makrelin, men góvu kortini burtur kvotur, so eigararnir kundu fara inn á advokatskrivstovur at veksla kvoturnar um til pengar. Altso var talan um pengagávur til útvald fólk í samfelagnum.
Nú fíggjarlógin er løgd fram, er boðað frá enn einum snarkvetti, sum miðvíst setir til viks serfrøði, vanlig fólkaræðislig prinsipp um at fyrireika og lýsa mál og virða grundleggjandi funktiónir í landinum. Landsbanki Føroya og Hagstova Føroya skulu niðurleggjast. Í mong ár hava serfrøðingar á hesum stovnum víst politikarum á, hvussu teir búskaparliga kunnu stýra fiskivinnuni og fíggjarlógini rættan veg, so alt fólkið í Føroyum kann fáa meira burturúr, men fleiri politikarar hava, helst av intellektuellum undirlutakenslum, hatað hesi ráðini frá serfrøðingunum. Teir hava hartað og spilt út vitandi fólk, tí teir vildu als ikki hava nøkur ráð. Teir vildu sleppa at biksa og miksa sjálvir.
Við fíggjarlógaruppskotinum kom so avleiðingin av teirra øði. Landsbankin og Hagstovan skulu avhøvdast. Hesir báðir stovnarnir, sum eru teir einastu í tí djúpt politiseraða føroyska samfelagnum, ið hava kunnað framleitt objektiva vitan at leggja til grund fyri orðaskiftum og avgerðum, skulu nú hvørva inn undir fíggjarmálaráðharran og bókhaldsteknisku Gjaldstovuna, hvørs stjóri situr á fleiri nevndarsessum í tyngra partinum av vinnulívinum. Uppi yvir hesum stovninum skal vera eitt ráð við einum advokati, einum grannskoðara og einum búskaparfrøðingi, sum fíggjarmálaráðharrin velur eftir egnum høvdi. Hesi tríggir partapolitiskt kosnu persónarnir fáa valdið á fænum hjá landskassanum á 2 milliardir krónur og 800 milliónum krónum í Samhaldsfasta.
Ætlanin má steðgast
Stórt hugflog krevst ikki fyri at síggja, at við hesi skipan fær tann ráðaríki og smágneggjandi fíggjarmálaráðharrin beinleiðis vald á 2,8 milliardum krónum, sum hann kann geva boð um at seta inn í føroysku bankarnar, ið ynskja Landsbanka Føroya, fólksins vernd ímóti misnýtslu av landsins gjaldføri, har piparið grør. Bankarnir vilja hava fæið hjá landskassanum á bók hjá sær fyri at fáa feita provisjón fyri røktina. Teir hugsa aleina um egin áhugamál. Landsbankin hevur sambært lóg røkt fólksins áhugamál og plaserað gjaldførið uttanlands. Landskassin skuldi ikki niður við í díkið, um bankarnir fóru á húsagang, hevur verið hugsan landsbankans, tí tað gera føroysku bankarnir jú javnan. Teir eru fýra ferðir farnir bóltandi á heysin seinastu 20 árini, tí teir kendu sær ikki afturhald, og tí Fíggjareftirlitið forsømdi sína uppgávu sum fyribyrgjandi eftirlit.
Inni í politisku skipanini situr altso nú ein fíggjarmálaráðharri, sum privatiserar umsitingina av fólksins grundleggjandi fæi og størsta eftirlønargrunninum í landinum. Hann vil hava fult vald til at geva burtur almennar ognir, og teir, sum mest sannlíkt fara at skúma róman av hesum vandamikla kvetti, verða svongu bankarnir, størstu reiðararnir, sum altíð eru høgt í metum hjá bankunum, og advokatarnir, sum ongantíð eru langt burtur, um teir tevja pengar. Føroyar flyta seg tí úr eini sunnari fólkaræðisligari skipan yvir í eitt banka-, advokat- og reiðaraveldi, eins og Føroyar vóru í 80'unum. Ríkmannastættin verður ríkari og ríkari, mest av fólksins ognum, meðan fólkið skal gjalda fyri at fara á sjúkrahús, tí pengarnir til sjúkrahúsverkið eru farnir í ríkmannalummarnar umvegis flatskattin.
Av tí, at politikkurin nú er ekstremur, og grundleggjandi skipanir verða avhøvdaðar ella settar í verk á ein arrogantan maktpolitiskan hátt, ber ikki til at tosa um vanlig politisk viðurskifti í Føroyum. Vit eru í løtuni vitni til, at norðurlendska vælferðarmodellið verður avmonterað. Óheftir samfelagsstovnar, sum virka fólkinum at gagni, verða ruddaðir av vegnum, so stórkapitalistisk seráhugamál kunnu ogna sær fólksins fæ. Álitið á umsitingina av fiskiríkidøminum er eisini langt síðan horvið. Vit áttu at havt lært av 80’unum, men alt kemur aftur, sum verið hevur fyrr, um vit ikki vilja læra. Politiska kósin nú er líka bløðandi skeiv sum í 80’unum. Hon kann enda í somu stóru vanlukku sum tá, og tí er neyðugt at forða fyri, at fámannaveldið ognartekur landið, og fáa endurreist demokratiska atburðin og hugburðin í politisku skipanini okkum øllum at frama.
Vit eru hvørki Russland ella Ungarn, men norðurlendsku Føroyar.










