Eitt hálvthundraðára minni

Niels Petur Nolsøe minnist afturá, nú tað eru hálvthundrað ár síðani hann fyrstuferð róði kapp. - Fyri at tað ikki skal vera lygn, so rógva t.d. tíggjumannaførini í dag ikki eitt sekund skjótari, enn okur róðu í 70’unum – eftir at hava vant í knappar tveir mánaðir, skrivar NEPTUN millum annað

Fara okur aftur til 1958, so er mangt og hvat broytt á so mongum økjum. Her skal verða nomið við tann kappróðraranda, sum tá valdaði í Vági – og í Suðuroynni sum heild.

Vágbingar høvdu tvey 10-mannafør; Vágbingin og Ormin Langa.

Tvøramenn høvdu sjálvandi Suðringin, og so høvdu hvalbingar Hvalbingin. Og ikki at gloyma Sunnbingin, sum tók so mangan á bóli.

Tað vil siga, at fimm tíggjumannafør luttóku bara úr Suðuroynni tá.

So kann ein spyrja, hvat er galið, hvat er tað, sum hevur dripið áhugan fyri kappróðri hesi seinastu árini?

Jú, einahelst er grundin, at tey, sum í dag skulu luttaka í kappróðri, skulu binda seg til at venja meginpartin av árinum – fyrst við róðurmaskinum um veturin, so – tá várið kemur – í bátinum.

Spurningurin er so; er hetta mennandi fyri okkra føroyska kappróður, ella hvørjum stremba okur ímót?

Nær kemur tann dagur, tá okur fara at rógva uttanlands í okkra føroysku kappróðrarbátum?

Nei, helst man orsøkin liggja júst her! Fyrr kundu sunnbingar manna eitt tíggjumannafar eftir einum mánað og vinna ólavsøkuna ferð eftir ferð. Hetta vóru menn, sum komu heim av skipi, og vant varð tvær tríggjar vikur.

Støðan í dag er hon, at skalt tú luttaka í kappróðri, so skalt tú hava venjingartól av øllum handaslag, og hetta kostar pening, so tað stendur eftir.

Lat okkum tí fara aftur til gamla góða skikkin: bátarnir verða flotaðir flaggdagin, tá man aftur fara at bragda hjá tjóðarítrótt okkra, og øll hava møguleika at luttaka.

Tey, sum stremba víðari fram, skulu útvega sær útlendskar kappróðrarbátar og ikki vevja okkra tjóðarítrótt upp í hesar fyri okkum óviðkomandi kappingar.

Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so rógva t.d. tíggjumannaførini í dag ikki eitt sekund skjótari, enn okur róðu í 70’unum – eftir at hava vant í knappar tveir mánaðir.


1958

Fyri at venda aftur til 1958, so var tað fyrsta árið, eg róði kapp.

Eg minnist, at tá luttóku ellivu bátsmanningar bara úr Vági. Tvey tíggjumannafør: Vágbingur og Ormurin Langi. Trý áttamannafør: Toftaregin, Hvalurin og Stjørnan. Restin var so fimm- og seksmannafør, harímillum Fiskurin, sum var vestanbátur (tvs. brúktur til útróður av Vágseiði), og Tjaldrið, sum Løðhamarsmenn áttu.

Eg varð biðin at rógva við Tjaldrinum, men eftir at hava vant átta dagar, kom onkur, sum helt seg hava framíhjárætt at rógva við Tjaldrinum, og eg, sum var yngstur – bert 13 ár – mátti víkja pláss.

Hetta tók fast, men sama kvøldið kom Niels í Skorti algoystur at biðja meg koma at rógva við Fiskinum, tí teimum vantaði ein mann. Glaður var eg og játtaði við tað sama.

Manningin á Fiskinum var hendan: Stýrimaður: Niels við Gjógvará (Niels í Skorti) – á lærbekki: Jógvan við Misá (sáli) og Kjartan Danielsen (hjá Hilmari á Teigum) – á miðbekki: Fríðálvur Bjarkhamar (hjá Amy) og Ebbe Hjelm (hjá Thorvaldi) – á toftibekki: Ásmundur Magnussen (hjá Bettu) og Niels Petur Nolsøe.

Okur vandu so til jóansøku, og spenningurin var øgiligur, sum stevnan nærkaðist. Tjaldrið var smidligari bátur enn Fiskurin og hevði fyrimun, um lotið var ímóti, meðan Fiskurin rann betur í undangongu.

Farið varð tí á føtur snimma stevnumorgunin at kanna veðurlíkindini, og til alla lukku, hann lotaði inn eftir vánni.

So kom løtan, tá styrkiroyndin skuldi vera. Bátarnir vóru tríggir í okkra róðri: Tjaldrið, Maria úr Hvalba og Fiskurin.

Okur fingu kanska besta startin, men javnt gekk á – serliga Maria gav okkum ein skarpan gang, meðan Tjaldrið dragnaði mest sum alla tíðina, og tá skotið brast fóru okur fyrstir um málið – uml. eina bátslongd framman fyri Mariu og nógvar framman fyri Tjaldrið.

Hetta var vorðin sum dagur, og frøin á okkum var ovurstór. Okur fingu eina silvurplátu, sum vanligt var tá, og eg minnist, at Niels hevði hana í eini svávuldós, sum hann opnaði hátíðarliga, hvørja ferð onkur bað um at síggja hana.

Árið eftir róðu okur – sama manning – aftur við Fiskinum á Tvøroyri, men tá gjørdust okur nummar tvey.


NEPTUN