Eitt hugnaligt summartiltak fyri eldri

- Hetta er eitt fantastiskt høvi hjá eldri og teirra makum at hugna sær saman undir bestu umstøðum, sigur Anna Petra Winther.

Fríggjadagin hin 25. juni frá klokkan 13 til 16 verður eitt forvitnisligt tiltak í Dansifrøði í Havn, har Anna Petra Winther hevur tikið stig til at bjóða eldri til eina hugnaliga summaruppliving.

 

- Komið til ein sving om, sigur stigtakarin og vísir á, at Halleluja Sofus fer at syngja í tímanum millum klokkan 13 og 14.

 

Síðan verður felagssangur og drekka frá klokkan 14 til 15 - og at enda fer Roar at syngja og spæla í tímanum millum klokkan 15 og 16.

 

Kostnaður fyri tiltakið er 100 krónur, men starvsfólk sleppa ókeypis.

 

- Sigið endiliga øllum frá, sum tit halda áttu at komið við til tiltakið í Dansifrøði, er áheitanin hjá stigtakaranum, sum vónar, at tey verða mong, sum vilja brúka hetta frálíka høvi til eina øðrvísi summaruppliving.

 

Sjálv sigur Anna Petra Winther, at hon hevur hugsað um eitt slíkt tiltak leingi, og nú verður tað so seinnapartin fríggjadagin í Dansifrøði.

 

- Eg haldi, at hetta er eitt fantastiskt høvi hjá eldri og teirra makum at hugna sær saman undir bestu umstøðum, sigur stigtakarin við In.fo.

 

Tiltakið er ætlað fólki í dagtilhaldum, eldrasambýlum, ellisheimum og øllum eldri, sum búgva heima. 

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin í Dansifrøði, leggur Anna Petra Winther aftrat.

 

Maður hennara, Karlon Winther, hevur verið hennara høgra hond í arbeiðnum at skipa hetta tiltak, sum fríggjadagin fer av bakkastokki.