Eitt lið – tveir hálvleikir

Føroyska liðið hevði einki at skula hava sagt í fyrra hálvleiki. Georgia setti treytirnar, og so var tað upp til føroyingar at renna aftaná og fylgja við. Seinni hálvleikur var fullkomiliga øðrvísi. Føroyingar ikki bara stríddust og bardust, men spældu eisini fótbólt. Avrikið var framúrskarandi, men tíverri kann ikki sigast tað sama um dómaran, sum hevði sína ávirkan á dystin

Georgia – Føroyar 3-1 (2-0):

Tbilisi, Georgia: Fyrsta korterið á Boris Paichadze National Stadium var eitt langt og øgiligt trýst á føroyska málið. Tvey ógvuliga vandamikil hornaspørk og eitt skot, ið brast á stongina var tað, ið Georgia hevði hótt við tíggju teir fyrstu minuttirnar, so føroyingarnir vóru ávaraðir. Tosið um eitt gott úrslit og vónirnar frammanundan dystinum, um at hetta skuldi vera dysturin, har Føroyar fingu eitt gott úrslit og vístu seg frá síni bestu síðu, bleiv gjørt til einkis hesa løtuna.
Men tá eitt korter var runnið ella so, fótaðu føroyingar seg spakuliga, og megnaðu eisini at hótta frameftir. Fyrsta royndin var lobbarin frá Andrew av Fløtum, sum eftir uppspæl frá Christian Høgna Jacobsen og Rógva Jacobsen, lyfti bóltin upp um málverjan og niður í nettakið.
Hesa løtuna, ið føroyingar fingu fótin fyri seg, skaptu teir ikki bara einstakar kjansir, men høvdu eisini onkur vælspæld álop. Eitt nú tá Marni Djurhuus og Andrew av Fløtum í felag spældu seg niðan eftir vøllinum. Teir góvu Mikkjali Thomassen bóltin, sum lá mitt fyri á vøllinum, og hesin breiddi spælið heilt út í høgra borð til Jákup, sum tó ikki var nóg neyvur við innlegginum.

Gekk so gott men so hendi tað
Best sum vit trúðu, at nú høvdu føroyingar fingið tamarhald á sær sjálvum og støðuni, so slógu georgarnir til. Bólturin varð fluttur mitt niðan gjøgnum vøllin. David Siradze hevði beina kós, men komin inn í brotsteigin rak hann nakað til høgru. Óli Johannesen tveitti seg, fyri at verja fyri, men til onga nyttu. David Siradze var tað kvikari, slapp framvið og legði bóltin aftur um Jákup Mikkelsen, sum ongan møguleika hevði.
Málið er í roynd og veru ein ógvuliga góð mynd av øllum fyrra hálvleiki sum hann var. Óli og Føroyar royndu at tveita seg eftir Siradze og Georgia, men til onga nyttu, tí teir vóru bara tað betri í fyrra umfari av dystinum.
Føroyingar fullu tó ikki í fátt, og bert tveir minuttir eftir málið var vandi á ferð í hinum endanum. Súni Olsen sendi eitt flatt fríspark móti málinum, sum Rógvi Jacobsen fekk sneitt av onkursvegna, men málverjin var knappur niðri við stongina.
Jú, føroyingar komu spakuliga við í dystin, og hóast Georgia framvegis var ruddiliga omaná, so høvdu ábendingar verið um, at helst kundi okkurt munagott spyrjast burtur úr føroyska liðnum á vøllinum. Men sum ikki einaferð, so skoraðu hinir, tá tað annars stóð so væl til. Bólturin var spældur eitt-tvey heilt aftur á baklinjuna, har hann varð lagdur aftur til Iashvili, sum úr fimm metrum setti bóltin í netið.
Hetta var í yvirtíðini á fyrra hálvleiki – eitt keðiligt tíðspunkt at fáa mál ímóti sær í.

Fyrst ávaringar so mál
Móti endanum á fyrra hálvleiki kom Christian Lamhague Holst inn fyri Andrew av Fløtum, sum hevði fingið minni trupulleikar við skaðanum hjá sær, ið hann ikki heilt er sloppin av við enn. Danin í álopinum hevði ikki verið inni leingi, áðrenn hann hevði markerað seg væl og virðiliga.
Tá 50 minuttir vóru spældir, fingu Føroyar sítt fyrsta hornaspark. Hesum spurdist einki burtur úr, men lítla løtu seinni sendi Súni Olsen Georgia eina ávaring, tá hann úr 30 metrum buldraði bóltin mitt á Lomaia í málinum hjá Georgia.
Fimm minuttir aftan á var slutt við ávaringum frá føroyingum. Súni Olsen spældi Jákup á Borg úti í høgra borði, fær bóltin aftur frá Jákupi, leggur væl inn fyri, har Rógvi Jacobsen var staddur.
– Tað var bara at pota hann inn, tí hann lá á linjuni, segði Rógvi Jacobsen, sum ikki segði seg ivast eina løtu í, hvat hann skuldi gera við innleggið, tá vit hittu hann eftir dystin.
Nakrar minuttir seinni trúðu tey flestu, at sensatiónin var veruleiki. Christian Høgni stríddi seg í skotstøðu uttanfyri brotsteigin. Hann langaði til, málverjin bjargar men heldur ikki bóltinum.
– Bólturin kemur so mikið stutt út frá, at eg metti ikki, at eg fekk lobbað, men valdi at skjóta móti handaru stong. Men hasin har, hann skal sita, tað er einki at ivast í, segði Jákup á Borg, sum iðraði seg eitt sindur aftaná dystin.

Útvísing og øking
Beint eftir henda ovurhonds stóra kjansin, fingu Føroyar eitt alvorligt skot fyri bógvin. Fróði Benjaminsen hevði fingið eitt gult kort nakað frammanundan, men kom í eitt minni rok við ein georga. Tað endaði við, at teir fingu eitt gult kort hvør, og Fróði noyddist av vøllinum.
Hetta kravdi umskipan av liðnum. Súni varð fluttur av miðvøllinum í miðverjuna, og Rógvi Jacobsen yvirtók plássið hjá Súna á miðvøllinum. Við tíggju monnum móti ellivu hildu føroyingarnir áfram við skilagóða spælinum, og fleiri ferðir var um reppið, at útjavnandi málið kom. Súni Olsen sendi Christian Lamhauge Holst avstað, men hesin varð runnin aftur av einum verjuleikara, og so hendi ikki meir. Eitt frísparksinnlegg frá Súna var eisini um at gerast heilt vandamikið, og so átti Marni Djurhuus tvey innlegg móti dystarenda, sum bæði áttu at givið mál. Í fyrra førinum tamdi Rógvi Jacobsen bóltin til Christian, sum hevði so góða tíð, men sendi bóltin á málverjan, og í seinna førinum var Christian aftur upp á spæl, men ein verjuleikari var á honum í evstu løtu.
Støður, sum hesar báðar áttu at givið mál, men eydnan var ikki við føroyingum í gjár. Ein staðfesting av hesum fekst í yvirtíðini av dystinum, tá farið var ein heilan minutt út um ásettu tíðina, og dómarin floytar fyri brotssparkið til heimaliðið.
Eitt ógvuliga bíligt brotsspark, men líka legði Iashvili í, tí hann setti bóltin trygt í netið til endaliga úrslitið 3-1.

Fragd at fylgja
Nei, eydnan var ikki við okkum í gjár. Kortini hava vit ikki tað allarminsta at skammast av. Tvørtur ímóti hava vit alla orsøk til at fegnast og vera errin um avrikið, okkara mans vístu í gjár. Teir stríddust, bardust og spældu fótbólt – vóru ein fragd at fylgja í seinna hálvleiki!