Hellurnar teljast millum yngstu bygdir í Føroyum, og í dag eru 12 fólk skrásett at búgva her, harav tvey gomul fólk nú búgva í eldrabýli.
Helena Samuelsen, sum barnaárini búði á Hellunum, hevur skrivað bók um bygdina við navninum “Hellurnar – ein niðursetubygd”.
##med2##
Bókin kom út seinasta árið í farnu øld, tá bygdin kundi hátíðarhalda sín 150 ára dag sum niðursetubygd.
At fólk settu seg niður á Hellunum í 1849 uttan nakað vegasamband, kann kanska tykjast løgið. Gongutíðin av Hellunum um Skarðið til Fuglafjarðar tekur í minsta lagi ein tíma.
##med3##
Í Føroyum eru fleiri bygdir – og eisini niðursetubygdir – sum høvdu umleið somu treytir og avbjóðingar, sum Hellurnar høvdu í gomlum døgum.
Tey fyrstu, sum bygdu sær hús á Hellunum, búleikaðust einsamøll her tey fyrstu árini, men skjótt komu nakrar familjur aftrat.
##med4##
Sagt verður úr søguni, at í 1870 búðu níggju familjur og tilsamans 37 fólk á Hellunum, og hetta er næstan tríggjar ferður so nógv, sum fólkatalið er í dag.
Teir, sum komu til bygdar fyri at royna eydnuna her, vóru alt giftir menn - tríggir lambamenn, tríggir oyndfirðingar, ein toftamaður, ein funningsmaður og ein fuglfirðingur.
##med5##
Familjurnar livdu fyrst og fremst av tí, sum sjógvurin gav. Fleiri áttu ikki jørð, men familjurnar kundu velta sær epli og skera torv.
Nakrir av monnunum sigldu við sluppum, og her vóru teir um várið og um summarið, og síðan vóru teir heima um veturin.
Menn róðu eisini út við árabátum og seldu fiskin aðrastaðni. Kvinnurnar vaskaðu saltfisk, sum kom úr øðrum bygdum, og tær kókaðu livrar at selja av bygdini.
Í dag ger eingin nakað við útróður á Hellunum, og tað er langt ímillum, at bátur verður drigin úr neystinum. Tað eru eisini fáir bátar eftir í bygdini.
Miðskeiðis í 1950-unum fekk bygdin streym, og hetta gjørdist eitt stórt framstig. Vegurin um Heltnina og oman í Skálafjørð kom í 1968.
Sagt verður, at í 1923 vóru fleiri enn 20 skúlabørn á Hellunum, og tá fingu tey skúla. Frammanundan høvdu lærarar ferðast millum bygdirnar og høvdu skúla í hvørjari bygd nakrar vikur í senn.
Men, skúlin á Hellunum gjørdist ongantíð serliga gamal sum skúli, tí longu í 1965 varð skúlin niðurlagdur, og børnini fóru at ganga í skúla í Oyndarfirði.
Í fleiri ár hevur skúlin á Hellunum verið bønhús, og sum árini gingu, fekk bønhúsið eisini torn.
Sagt verður, at í 1935 búðu flest fólk á Hellunum, og tá vóru tey 85 í tali.
Tíðliga í sekstiárunum byrjaði fólkatalið á Hellunum so líðandi at minka, og tá Helena Samuelsen gav út sína bók í 1999, búðu 32 fólk í bygdini.
Niðri við sjóvarmálan á Hellunum er lítil atløgubryggja og bátadráttur, og nakað oman fyri standa neystini – og í nøkrum heilt fáum neystum er bátur.
Tað var tann tíð, tá menn á Hellunum kastaðu nót eftir seiði og settu sildagørn. Nógvur seiður kundi eisini fáast við klettin, og tú kundi altíð fáa á pannuna við tráðu.
Men, á Hellunum eins og aðrastaðni hava tey merkt, at lítil og eingin seiður hevur verið at fingið við klettin í fleiri ár. Hetta sæst eisini aftur í vánaligari upsaveiði.
Mánadagin í hesi vikuni vóru vit ein túr gjøgnum bygdina, og her tóku vit nakrar myndir og skiftu orð við fólk, vit hittu á vegnum.