Flestu kommunur í landinum hava eitt búmerki, sum er andlit kommunurnar úteftir. Í hesum døgum skrivar Kirkjubøar sóknar kommuna út eina kapping um at gera eitt skikkað búmerki til hesa søguligu sókn. [...] bygdarráðnum í sóknini. - Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, vit vita ikki, hvat framtíðin hevur at bjóða, men vit vilja fegin gera vart við okkum sum kommuna og sum ferðamál hjá nógvu ferðafólkunum, ið [...] sita í nevndini, sum skal geva bygdarráðnum viðmæli um bestu búmerki. Tey eru Gunnar Hoydal, Jákup Zachariassen og Hannis Egholm, allir úr Havn, og Óluvu Zachariassen av Velbastað. Hon situr eisini í by
av hesum er longu komin. Tað er fløgan hjá Kristinu Heldarskarð, sum kom út fyrr í mánaðinum. Hetta er ein løtt poppfløga, sum helst tiltalar til tey tilkomnu líka so nógv sum tey ungu. Men Tutl bjóðar [...] við føroyskum dansi, og hendan mergjaða útgávan verður helst løgd undir okkurt jólatræið, hóast tað ikki akkurát er føroyskur dansur, sum vanliga verður dansaður rundan um grangreinarnar. Tvær savnsfløgur [...] hava gjørt ein fløgu í felag. Teir báðir popparnir hava spælt nógv saman, bæði í Frændum og í øðrum høpi, og nú hava teir upptikið tónleik til nýggja fløgu. Á fløguni hjá teimum verður melodiøsur popptónleikur
Theater er ein bólkur, sum ikki enn hevur fingið tað heilt stóra gjøgnumbrotið. Hetta kemst fyrst og fremst av progressiva rockinum, bólkurin spælir og sum ikki hevur so góð kor nú á døgum. Var hetta 70?ini [...] skjótum riffum. Tað serliga við Dream Theater er tó teirra alskur fyri brotnum taktum. At telja upp í fýra er sum oftast meiningsleyst. Talan er um rættiliga polyrytmiskan tónleik. Og júst sum handverkarar [...] Theater framúr. Soleiðis eru tað eisini mangir tónleikarar, ið dyrka bólkin, meðan stóra fjøldin kanska situr eftir og spyr. Hvat var hatta? ?Scenes From a Memory? er uppbygd sum ein samanhangandi søga. Byrjanin
búfólkunum, og verður úrslitið tessvegna, at tey gomlu sita í tilvildarligum, gomlum, ótilpassaðum stólum, sum heimið kanska hevur standandi, siga tey frá Lágargarði. Samstundis verður víst á, at heimini [...] hjálpitólum. Sagt verður, at dentur eigur at verða lagdur á meira fyribygjandi tiltøk bæði vegna brúkara og starvsfólk, og í hesum sambandi hava hjálpitólini alt at siga. ? Verður gjørt upp í peningi, ivast [...] ójavnin er á, um brúkarin býr á stovni ella hann býr heima. Sagt verður, at eitt tað ógvusligasta dømi vísti seg, tá ein kona fekk í boði búpláss á Lágargarði. Hendan hevði leingi ligið heima, og hevði
leingist henni ikki út sum so, men hon heldur, at tað er meiri fábroytt at búgva í einum samfelagi sum tí føroyska, enn at ferðast og flyta seg alla tíðina millum ymisk lond. - Tað er nógvur spenningur og [...] hevur týdning í lívinum og hvat hevur minni týdning. Samstundis havi eg sæð ymiskt, ið er gott í okkara samfelagi, og annað, sum er minni gott. Tað ber ikki til at renna undan egnari mentan, tað er her, eg [...] hevur nakað at koma aftur til. Eg taki synd í teimum, sum selja alt og fara út í verðina at sigla. Durita leggur ikki í at verða kallað konubrot. Hon fór ikki út í verðina fyri at vísa seg, men fyri at fáa
1830, so vildi tað í ár 2060 vera 14 milliónir fólk í Danmark. Í 1953 vóru 4,5 milliónir fólk í Danmark. Bilurin verður í 1960 førur fyri at ferðast bæði á landi og á sjógvi. Hann verður grundleggjandi [...] alt í einum. Hvørki kobling ella gervi eru. Motorurin verður aftanfyri og so er útvarpstól, radiotelefon og eisini radari til nýtslu í mjørka. Soleiðis stóð í grein í 1946. Ein lesari skrivar í 1929, [...] kveiki ella lekjan av krabba? Alt hetta var í 1969 hildið at koma um fá ár, takkað verið kveiki. Í grein í 1993 varð spátt, at vit í 2001 hita mat í bilinum í mikroovni, og at sjónvarpslýsingar eru rættaðar
væl særda háv. Vit lósu í bókini um hávar, at tað var ein white tip ocean shark, sum er ein av teimum vandamiklastu í heiminum, ikki at blanda saman við white tip reef shark, sum er nógv minni og rættuliga [...] vill og ófyrikomandi sum á Cooksa døgum, tvørturímóti. Manningin var skjót í land. Vit høvdu øll lisið um oynna, sum tóktist sera spennandi. Har vóru nógv dropasteinshelli inni í berginum. Hellini skuldu [...] ofta umrødd sum ein av perlunum í Kyrrahavinum. Eg var verandi umborð tað mesta av degnum, eg fór bara í land at gera pappírsarbeiði og so út aftur á Sølku, har var nógv at fáa skil á aftaná tað ringa veðrið
Eirikur Lindenskov Í hesum døgum eru 34 pensjónistar á seinasta pensjónistaskeiði á Føroya Fólkaháskúla hesumegin ár 2000. Tá Sosialurin vitjaði í gjár, vóru tey í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn, har tey stoyttu [...] fronskum o. ø. lærugreinum, sum tey ungu har á skúlanum stríðast við. Síðani bjóðar skúlin kaffi í kantinuni, og tá tað er fingið frá hondum verður farið upp á gólv. Í morgin vitja tey í Fíggjarmálastýrinum á [...] hesum. Tey gomlu vóru í Tilhaldinum í gjár frá klokkan 10 til 15, og umframt at stoyta kertu fingu tey eisini døgurða og kaffi. Í dag skulu pensjónistarnir vitja á Studentaskúlanum í Hoydølum, har tey skulu
takast burtur, skal tað gerast við størsta varsemi. ? Verður gamla tinghúsið tikið niður, verður bara eitt hús í gomlum sniði eftir í sjálvum miðbýnum og tað er Gamli Bókhandil. Og tað halda vit, fer at [...] Og tey aktivera. Tað er ongin ivi um, at Felagið Tórshavn er ein týdningarmikil brikkur í tí stóra og fløkta puslispæli, sum gera allan okkara høvuðsstað so livandi og fjølbroyttan, sum hann er. Felagið [...] fyri gonguferðum, ikki bara í Havn, men kring alt landið. Samstundis samskipar felagið ymiskt tiltøk, sum verða fyriskipað í havnini Nú er spurningurin bara, hvussu verður við Kunningarstovuni. Føroya
nin eigur at verða. Tað er eingin loyna, at tað serliga eru fólk í Suðuroynni, sum vilja gera vart við ta høpisleysu støðu, sum oyggin er í. Mett verður, at myndugleikarnir, sum í løtuni tosa nógv um at [...] tonnina á landsstýrismannin, sum uttan iva hevur út at gera í hesum døgum, nú hann í næstum verður í brennideplinum á løgtingi og skal til at greiða frá og verja tað stóra arbeiðið, sum Oljumálastýrið og mongu [...] taka støðu til í framtíðini. Mett verður í hvussu er ikki, at tað er rætt at taka eitt alment oljufelag við í hesa fyrstu útbjóðingina. Eyðun Elttør útilokar ikki, at tað kann koma inn sum partur av komandi