Eirikur Lindenskov
Í hesum døgum eru 34 pensjónistar á seinasta pensjónistaskeiði á Føroya Fólkaháskúla hesumegin ár 2000.
Tá Sosialurin vitjaði í gjár, vóru tey í Tilhaldinum í Tórsgøtu í Havn, har tey stoyttu kertu.
? Hetta hevur verið eitt serstakt skeið, sigur Bjørgfinnur Nielsen, sum er lærari á Føroya Fólkaháskúla.
? Nú vit eru í eldraárinum, hevur nógv verið gjørt burtur úr at byggja brúgvar millum ættarliðini. Í hesum sambandi høvdu vit vitjan av einum 10. flokki á Venjingarskúlanum. Tey lósu upp egnar yrkingar fyri pensjónistunum og spældu tónleik, ið hoyrir ungdóminum til.
Síðani fóru gomul og ung í bólkar, har tey ungu greiddu teimum gomlu frá teirra gerandisdegi, og tey gomlu greiddu frá, hvussu tey høvdu tað í ungdómsárunum.
Bjørgfinnur Nielsen sigur, at nógv áhugavert spurdist burtur úr hesum.
Tey gomlu vóru í Tilhaldinum í gjár frá klokkan 10 til 15, og umframt at stoyta kertu fingu tey eisini døgurða og kaffi.
Í dag skulu pensjónistarnir vitja á Studentaskúlanum í Hoydølum, har tey skulu royna at fáa hylling at matematikk, fysikk, fronskum o. ø. lærugreinum, sum tey ungu har á skúlanum stríðast við. Síðani bjóðar skúlin kaffi í kantinuni, og tá tað er fingið frá hondum verður farið upp á gólv.
Í morgin vitja tey í Fíggjarmálastýrinum á Argjum, har skipað verður fyri rundvísing.
Tey 34 fólkini á skeiðnum - harav flestar kvinnur eru - hava verið á Háskúlanum síðani mikudagin í síðstu viku, og skeiðið endar komandi leygardag.
? Elsti luttakarin er Gigga úr Vestmanna, sum er 90 ár, hóast hon tykist vera 70, sigur Bjørgfinnur Nielsen.
Tann yngsti er miðskeiðis í sekstiárunum.