Dream Theater

Fløguummæli: ?Scenes From A Memory?

Warner Brother 1999


Amerikansku Dream Theater er ein bólkur, sum ikki enn hevur fingið tað heilt stóra gjøgnumbrotið.

Hetta kemst fyrst og fremst av progressiva rockinum, bólkurin spælir og sum ikki hevur so góð kor nú á døgum. Var hetta 70?ini, so var Dream Theater ein stórbólkur á hædd við Yes, Genesis og aðrar slíkar.

Dream Theater hevur tó fyrst og fremst eitt eyðkent 80?ara sound við distortion mettaðum guitarum og nógvum skjótum riffum.

Tað serliga við Dream Theater er tó teirra alskur fyri brotnum taktum. At telja upp í fýra er sum oftast meiningsleyst. Talan er um rættiliga polyrytmiskan tónleik. Og júst sum handverkarar skara Dream Theater framúr. Soleiðis eru tað eisini mangir tónleikarar, ið dyrka bólkin, meðan stóra fjøldin kanska situr eftir og spyr. Hvat var hatta?

?Scenes From a Memory? er uppbygd sum ein samanhangandi søga. Byrjanin er eitt slag av terapi, har lurtarin verður tøldur inn í heimin hjá Dream Theater. Fyrsta lagið er ein akkustiskur fólkasangur ? rættiliga ótypiskt Dream Theater.

Men so brestur fyri nevið við ?Overtuer 1928?. Og soleiðis koyrir slag í slag. Duput basstrumma, nógv riff og polyrytmikkur.

Krevjandi tónleikur til krevjandi lurtarar.