Dagfinn Olsen
Danska blaðið Samvirke hevur í greinarøð gjørt nógv burturúr, nú ár 2000 nærkast. Blaðið byrjaði í 1928 og hevur nú savnað ymisk brot við spádómum, ið ikki hava hildið.
Í grein í 1943 um flogfør millum USA og Europa verður m.a. sagt, at nóg mikið verður ikki við at bjóða ein stól til hvørt ferðafólk, men eisini verða sovirúm, veitslurúm, lesirúm, matstova og barr.
Í 1953 var spátt, at um fólkatalið vaks við somu ferð, sum tað vaks frá 1800 til 1830, so vildi tað í ár 2060 vera 14 milliónir fólk í Danmark. Í 1953 vóru 4,5 milliónir fólk í Danmark.
Bilurin verður í 1960 førur fyri at ferðast bæði á landi og á sjógvi. Hann verður grundleggjandi gjørdur úr plasti og hevur klárt tak, vindskerm og rútar, alt í einum. Hvørki kobling ella gervi eru. Motorurin verður aftanfyri og so er útvarpstól, radiotelefon og eisini radari til nýtslu í mjørka. Soleiðis stóð í grein í 1946.
Ein lesari skrivar í 1929, at hann metir, at tíðin við lýsingum, reklamum, er um at vera av, tí mong munnu rokna lýsingar fyri tað tær eru, nevniliga fjant og fjas. Lesaranum leingist eftir eini tíð, har bert vanligar kunngerðir eru at síggja.
Spátt var í 1948 um tyrluna, sum fólkavognin í luftini. Men staðfest var eisini, at tyrlan mátti mennast nógv, áðrenn miðal hampamaðurin kundi seta seg í tyrluna í aldingarði sínum og flúgva inn á takið á skrivstovubygninginum.
Málið broytist og virðingin fyri t.d. eldri fólki er ofta víst við at siga tygum. Men eisini her er nógv broytt á mongum økjum. Um hetta við at tosa við eina kvinnu, var sagt í 1957, at ?ein vildi fegin sæð, nær ein lærarinna ikki longur er ein ?frøken? hjá skúlanæmingunum?.
Í 1964 spáddu tey um framtíðar handlar, har ein kundi gera skjótt av: Í holkorthandlum standa bert vøruroyndir. Ein fær skjótt eina heildarmynd og velur við at taka eitt holkort. Hesi liggja í dungum á hillum undir vøruroyndunum. Holkortini letir ein inn við kassan og áðrenn talt verður til tvey, er rokning skrivað - enntá í tveimum eintøkum. Tann eina verður stungin inn í rúmið aftanfyri handilin, har handilsfólk eru. Vørurnar verða tiknar av hillum og lagdar í eina kurv.
Kalendarin: Ein verðinskalendari skal takast í nýtslu við byrjanina av einum ári, har fyrsti dagur er mánadagur eftir núverandi tíðarrokning. Hetta hendir 1. januar 1968, men so skjótt fæst neyvan semja um hetta, og so ganga 11 ár - 1979 - til tíðin aftur er búgvin. Vónast má, at tjóðirnar hesi tólv árini semjast um henda trupulleika. Soleiðis varð skrivað um amerikanska hugskotið um ein verðinskalendara, ið hevði 13 mánaðir við 364 døgum, so allir vikudagar fullu sama dato í mánaðinum. Dagur nummar 365 var so verðinsdagur, beint áðrenn ársskiftið. Hugskotið skuldi beina fyri óskilinum, ið kom av, at meira enn helvtin av fólkinum á jørðini nýta annan kalendara, enn Vesturheimurin. Greinin er skrivað í 1967.
Serfrøðingar spáddu í 1966 um gerandisdagin um 20 ár. Teir spáddu, at gátan um krabbasjúku var loyst í 1986. Hetta passaði ikki, men restin passaði. T.d. at vit eta mat frá allari verðini, hús og innbúgv eru úr eftirgjørdum tilfari, vit hava meira frítíð, meira ferð og minni bilar, elektronisk dagbløð og vit kunnu keypa inn og samskifta við at samskifta millum elektroniskar heilar (teldur).
Enzym nevnist á føroyskum kveiki. Í 1969 vóru stórar vónir hesum viðvíkjandi. Hvussu við góðgæti, ið beinleiðis forðar fyri holum í tonnunum? Burturbeining av blóðtøppum við innspræning av kveiki ella lekjan av krabba? Alt hetta var í 1969 hildið at koma um fá ár, takkað verið kveiki.
Í grein í 1993 varð spátt, at vit í 2001 hita mat í bilinum í mikroovni, og at sjónvarpslýsingar eru rættaðar ímóti børnum við ábyrgd og ávirkan á húsarhaldið.
Frøðin um veður og vind var í 1970 hildin at mennast so skjótt, at ein brátt kundi spáa um veður í ein heilan mánað framyvir.
Føroyingar ferðast nógv og mangir hava roynt nýggju floghavnina í Kastrup. Í 1968 skrivaði Saltholm nevndin, ið kannaði viðurskifti í samband við komandi altjóða floghavn í Danmark, at ikki var hugsandi, at Kastrup kom uppá tal, tá tað snúði um komandi flogferðslu.
Ringt er at spáa, serstakliga um framtíðina.