lu við ES. Talan var um so grundleggjandi broytingar í handilsavtaluni við ES, at tá ið hon varð undirskrivað, varð sagt, at hon mestsum var at meta sum ein fríhandilsavtala, við tað, at nú vóru als ongar [...] avtalan ikki er komin í gildið enn. Men hann sigur, at tað er onki løgið í tí. ? Avtalan skal fyrst góðkennast av teimum ymsu stovnunum í ES og tað tekur sína tíð. ? Hjólini mala kanska ikki so skjótt í [...] hinvegin upp í EFTA-nevndini, verður neyðugt við samráðingum longri uppi í stiganum. Í summar Føroyski samráðingarleiðarin sigur, at seinast, hann var í sambandi við ES-myndugleikar væntaðu teir, at avtalan
blaðið roynir at nýta nógva orku til at skriva um tað, ið fyriferst í føroyska samfelagnum Hann vísti samstundis á, at ein av blaðmonnunum hjá Sosialinum var í Alta í Norðurnoregi beint fyri jól, og hevur [...] eisini um myndatøku, umbróting og prenting. Hetta vildu næmingarnir umframt tað ástøðiliga seta seg inn í, hóast størsti áhugin var fyri tí ástøðiliga innan blaðmannaarbeiði. Skriva uppgávu Næmingarnir í [...] á studentaskúlanum í Suðuroynni hava arbeitt við fjølmiðlum eitt longri tíðarskeið, og ætlanin er, at ein uppgáva skal skrivast um tað, ið næmingarnir hava lært um fjølmiðlarnar í Føroyum. Á ferðini í
Tó at tað var kortini langur vegur upp til fuglfirðingarnar, vístu Fleyrleikararnir sera góðan stríðsvilja hesa løtuna. Og tað hjálpti. Fleyr kom ájavnt við ÍF b eftir eini løtu, og tá ferð nú var komin [...] gólvið í fyrsta setti, meðan tað var beint øvugta lagið á havnarmonnum. Nú vóru tað teir, sum settu ferðina í dystinum og við somu uppstilling, sum fyrsta sett endaði við, var lítið at gera hjá ÍF b, sum [...] triðja settið. Munurin var ikki so stórur í byrjanini av settinum, men tað var alla tíðina ÍF b, sum hevði munin. Tá liðini nærkaðust 10 stigum, kom Klæmint inn aftur í mótttøkuna og tað stabiliseraði spælið
liggja skotsku megin markið. Tað er greitt, at støðan er nógv broytt frá 1981, tá prísurin fyri tunnuna á olju var uppi á 35 dollarum. Tá vunnu feløgini nógvan pening, og tað gav so aftur nógv í statskassan [...] við at vera so lágir. Útrokningar vísa, at munurin millum tað, sum Skotland fær frá oljuni, og tað, sum landið í dag fær úr London, ger, at tað verður undirskot á skotska tjóðarroknskapinum, men tó ikki [...] her. Tað eru í hvussu er tey, sum halda, at yvirtøkan av undirgrundini heldur ikki løgfrøðiliga, um tað kemur til skarpskeringar. Hvat vit enn halda um sjálvstýri og fullveldi ella samband, so er tað áhugavert
liggja skotsku megin markið. Tað er greitt, at støðan er nógv broytt frá 1981, tá prísurin fyri tunnuna á olju var uppi á 35 dollarum. Tá vunnu feløgini nógvan pening, og tað gav so aftur nógv í statskassan [...] við at vera so lágir. Útrokningar vísa, at munurin millum tað, sum Skotland fær frá oljuni, og tað, sum landið í dag fær úr London, ger, at tað verður undirskot á skotska tjóðarroknskapinum, men tó ikki [...] her. Tað eru í hvussu er tey, sum halda, at yvirtøkan av undirgrundini heldur ikki løgfrøðiliga, um tað kemur til skarpskeringar. Hvat vit enn halda um sjálvstýri og fullveldi ella samband, so er tað áhugavert
Prince-pakka í ketildraktalummanum var óskikkur. Nærum skomm. Smiðjumenn, timburmenn, sveisarar og bilmekanikarar royktu bara ball til arbeiðis. Soleiðis var henda tíðin. Tað var ikki enn vorðið so vandamikið [...] spann lystiliga, og bensinið var so mikið bíligt at spleysa til, at eingin hugsaði um at, 3.600 kubikk var í yvirkant. Mobiltelefonin var ikki uppfunnin, men samskiftið var sera gott kortini. Nógvir høvdu [...] Einasti trupulleikin við sendarunum var, at bleiv nakað í ólagið, so máttu vit til Havnar at umvæla, tí tann einasti, ið dugdi tað, var Mikkjal á Húsabrúgv - og tað gjørdi hann væl og bíliga. Elstu bilarnir
nú merkja, at tað er torførari at sleppa av við fiskin enn tað var fyri stuttari tíð síðan, tí at teir bjóða ov hart út. Hann tekur tó undir við metingini hjá norsku sølumonnunum, at tað altíð er ein vandi [...] sjóndar? ? Nógvir liggja inni við nógvum fiski og teir tora heilt einfalt ikki at liggja inni við vøruni. Teir eru heilt einfalt bangnir fyri at brenna seg, og tá ein liggur við inni við so stórum nøgdum sum [...] prísgongdin á eitt nú toskamarknaðinum fer at fáa somu gongd, sum eitt nú rækjumarknaðurin var fyri. Fyrst var ein ógvusligur prísvøkstur og síðani skramblaði prísurin í botn eftir stuttari tíð, sigur
tí, at tað var rímiligt, at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum legði lógina um vinnuligan fyiskiskap fyri tingið beinanvegin, so at tað bar til at broyta hana. Men ger landsstýrismaðurin ikki tað, skuldi [...] ella um tað kann gerast við kunngerðum, er enn ógreitt. Jørgen Niclasen segði, at ein møguleiki var at seta skott ímillum bólkarnar fyri at tryggja útróðrarflotan. Men hann legði dent á, at talan var bara [...] Heinesen helt, at tað er neyðugt at bera skjótt at, áðrenn fleiri bátar eru komnir í flotan uppá hendan mátan. Hann heldur av tí sama, at tað er ov leingi at bíða einar tvær vikur, ella longri eftir einum uppskoti
Tá vit komu her sunnudagin var øgiliga kalt, men nú er kaldari. Mátarin vísti í dag (27. jan.) minus 31 stig, og tá tað er so kalt eru skíðlyfturnar ikki til taks. Hóast tað so hava vit verið úti á skíð [...] saman við 8. flokkunum úr Finnlandi, Svøríki og Noregi. Her er sera kalt, men heitt og fjálgt inni. Ætlanin var at hetta skuldi vera ein skíðlega, men orsakað av tí nógva kuldanum, er skráin broytt, og ístaðin [...] út á skíð, tí vindurin sum var uml. 17 m/sek. gjørdi, at kuldin kom niður á uml. minus 60 stig. Tó royndu vit okkum eina lítla løtu fyri at fáa eitt upplivilsi, men gott var at koma inn aftur og so fara
strandingar fóru longri og longri frá. Og tað var eisini trupult hjá H71 at fóta sær. Verjan hjá strandingum stóð manniliga og var ótrúliga væl skipa. Teir bardust sum úlvar á skóg, og tað gjørdi sítt til [...] kassanum. Tað var líka mikið um hann skeyt ovarlaga ella niðarlaga, vinstru- ella høgrumegin, bólturin fór inn næstan hvørja ferð. Hans var tó rættuliga einsamallur um at hótta strandingar, og tí var tað rímuliga [...] sigast, at sigurin til strandingar var fult uppiborin og at tað ongantíð var ivi um hvønn veg hann fór. Teir høvdu snøgt sagt tað betra liðið og høvdu eisini nógv tað besta spælið.