Skúlaflokkur kannar fjølmiðlar

Í seinastni hevur ein bólkur av næmingum í samfelagsfrøði á studentaskúlanum í Suðuroynni arbeitt við ymiskum evnum innan fjølmiðlar. Millum annað hava tey sett spurnartekin við, hvat tíðindi eru fyri nakað.

? Hvat innihald skal ein søga hava, fyri at hon kann kallast tíðindi og hví hava summi av teimum føroysku bløðunum eingi uttanlandstíðindi? Hetta vóru nakrir av spurningunum, ið studenta-skúlanæmingar úr Suðuroynni settu, tá teir vitjaðu føroysku fjølmiðlarnar.


Uttanlandstíðindi

Millum fjølmiðlarnar, ið vitjaðir vórðu, var eisini Sosialurin. Á Sosialinum tók blaðstjórin, Jan Müller ímóti teimum væl fyrireikaðu studentaskúlanæmingunum úr Suðuroynni. Næmingarnir settu blaðstjóranum mangar góðar spurningar, ið høvdu samband við føroyska fjølmiðlaheimin, og millum annað varð Jan Müller spurdur, hví Sosialurin ikki hevur uttanlandstíðindir í blaðnum.

Blaðstjórin á Sosialinum segði, at ynskiligt hevði verið, at Sosialurin hevði uttanlandstíðindi sum fastan tátt í blaðnum, men vísti samstundis á, at blaðið roynir at nýta nógva orku til at skriva um tað, ið fyriferst í føroyska samfelagnum Hann vísti samstundis á, at ein av blaðmonnunum hjá Sosialinum var í Alta í Norðurnoregi beint fyri jól, og hevur hesin blaðmaðurin rúgvusmikið tilfar heim aftur við av túrinum. Jan Müller vísti somuleiðis á, at tíðindi innan heilsumál og mentan í grannalondum okkara verða viðgjørd í Sosialinum. Hann gjørdi næmingunum greitt, at tað at hava uttanlandstíðindi í blaðnum ikki merkir, at skrivast skal um hvørja bumbu, ið dettur niður yvir Irak. Hendan tørvin segði hann seg meta útvarpið og sjónvarpið nøkta. Men blaðstjórin segði tó, at eitt av málum blaðsins er, at seta meira megi av til uttanlandstíðindi, tá stigið verður inn í næstu øld.

Eitt annað, ið blaðstjórin ynskti at gera næmingunum greitt var, at viðurskifti uttanlands ofta verða viðgjørd í oddagreinini í Sosialinum.


Tíðindi eru so nógv

Studentaskúlanæmingarnir úr Suðuroynni spurdu eisini blaðstjóran á Sosialinum, hvat innihald ein søga skal hava, fyri at hon skal kunna kallast tíðindi. Til hendan spurningin svaraði blaðstjórin, at allar hendingar, ið fara fram í føroyska samfelagnum kunnu metast at vera tíðindi. Hann segði, at hetta er galdandi, líkamikið um talan er um ein bát, ið avreiðir í Hvannasundi ella talan er um eina nýggja løgtingslóg. Tó segði hann, at munur er á stórum forsíðu-tíðindum og smátíðindum.


Blaðtøkni

Hóast næmingarnir høvdu stóran áhuga í ástøðiligum spurningum innan blaðmannaheimin, vildu tey eisini hava at vita, hvussu eitt blað verður gjørt. Talan er jú ikki bert um skriviarbeiði, men eisini um myndatøku, umbróting og prenting. Hetta vildu næmingarnir umframt tað ástøðiliga seta seg inn í, hóast størsti áhugin var fyri tí ástøðiliga innan blaðmannaarbeiði.

Skriva uppgávu

Næmingarnir í samfelagsfrøði á studentaskúlanum í Suðuroynni hava arbeitt við fjølmiðlum eitt longri tíðarskeið, og ætlanin er, at ein uppgáva skal skrivast um tað, ið næmingarnir hava lært um fjølmiðlarnar í Føroyum.

Á ferðini í Havn vitjaðu næmingarnir Útvarp Føroya, Dimmalætting og Sosialin. Ætlanin var eisini at vitja hjá SVF, men her søgdu tey seg ikki hava tíð at taka sær av næmingunum.

Lærarin í samfelagsfrøði, John Mortensen, sigur, at tað hevur verið bæði sera spennandi og stuttligt fyri næmingarnar og hann at arbeiða við verkætlanini. Hann leggur eisini afturat, at hann heldur tað vera týdningarmikið fyri næmingarnar, at farið verður út at síggja við sínum egnu eygum, hvat tað er, ið gongur fyri seg á teimum støð-unum, ið lisið verður um. Hann sigur, at bóklig vitan eigur at verða styrkt av veruligum upplivingum, fyri at hon veruliga kann vera lærdómur.