Tað er ikki bert í Føroyum, at spurningurin um oljuinntøkur verður settur í samband við sjálvstýri ella fullveldi. Hjá næsta granna okkara, Skotlandi, verður í hesum døgum nógv tosað um, hvønn týdning oljuvinnan hevur fyri eitt framtíðar sjálvstøðug Skotland.
Eins og føroyingar hava bæði sjálvstýri og fullveldi á skránni, er hetta eisini eitt av teimum afturvendandi málunum í politiska orðaskiftinum í Skotlandi, sum í dag er partur av Bretlandi.
Í mai verður val í Skotlandi, har fólkið skal taka støðu til størri sjálvstýri. Bretska Laborstjórnin fór m.a. til val uppá at loyva skotum sjálvum at gera av í hvussu stóran mun ábyrgd og avgerðarrættur skal flytast úr London til Edinburgh.
Olja birti lív í tjóðskaparkensluna
Líka síðani olja varð funnin í Norðsjónum hava tjóðskaparfólk í Skotlandi víst á oljuna sum ein av komandi fortreytunum fyri fullum sjálvsstýri. Oljan birti upp undir tjóðskaparkensluna hjá skotum og til valið í 1974 fekk SNP - Scottish National Party - 30% av atkvøðunum. Í dag liggur hetta tal nakað hægri.
Ein veljarakanning, sum er gjørd og kunngjørd í blaðnum The Scotsman vísir, at SNP fær 36% av atkvøðunum við valið í mai, tá veljast skulu limir í nýggja skotska tingið. Tvs. bert 2% aftanfyri Labor. Nýggja tingið er íkomið eftir ynski frá Labourflokkinum, sum við hesum stigi vónaði at kunna steðga framgongdini hjá tjóðskaparfólkunum.
Nú talið av veljarum, sum ynskja at fara víðari enn uppskotið hjá Labour við sjálvstøðugum tingi við avgerðarrætti á mongum økjum, aftur er við at økjast, verður spurningurin um inntøkurnar frá oljuni aftur aktuellur í orðaskiftinum.
Frágreiðing elvir til tjak
Nú um dagarnar var ein frágreiðing um framtíðar oljuinntøkurnar almannakunngjørd. Tað er tann nógv virdi skotski búskaparfrøðingurin, Alex Kemp, sum eisini er kendur í Føroyum, ið hevur gjørt frágreiðingina. Hann starvast við lærda háskúlan í Aberdeen.
Frágreiðingin hevur aftur skundað undir orðaskiftið um framtíð Skotlands. Tjóðskaparfólkini í Skotlandi, ið vilja loysing, vísa til oljuinntøkurnar sum lykilin til fult sjálstýri, meðan Labour, sum í dag hevur meiriluta í Skotlandi, er meira varið og vísir aftur, at oljuinntøkurnar eru nóg mikið til at tryggja eitt sjálvstýrandi Skotland.
Olja í skotskum øki
Tað stutta av tí langa er, at flestu av oljukeldunum í bretska partinum av Norðsjónum liggja í skotskum øki. Tvs. at skuldi tað hent, at Skotland gjørdist sjálvstýrandi statur, so vil stórur partur av skattinum og serskattir (oilrevenue) frá olju og gassi fara í skotska statskassan. Hetta eru tey, sum síggja Skotland og Ongland sum eitt og sama ríki, ikki heild samd um. Oljuinntøkurnar eru so sanniliga eisini ensk ogn, og haraftrat kemur, at meira peningur í dag fer til Skotlands úr London enn øvugt.
Sambart frágreiðingini hjá Alex Kemp kunnu 90% av oljuinntøkunum enda í Skotlandi, um tað loysti frá Bretlandi. Og við einum oljuprísi uppá 18 dollarar fyri tunnuna hevði inntøkan til skotska statskassan bara í 2003 verið 30 milliardir kr. Við dagsins lágu prísum hevði hetta tó verið væl lægri.
Tey, sum ikki ganga inn fyri fullum skotskum sjálvstýri, leggja nakað annað í frágreiðingina frá Kemp enn tjóðskaparfólkini gera. Tey vísa á, at tað í frágreiðingini kann ein lesa, at parturin, sum Skotland kann fáa frá oljuinntøkuni minkar, og
verða tøl nevnd sum 66% og heilt niður á 45%, og at hetta tvørturímóti tekur grundgevingarnar frá teimum mest tjóðskaparsinnaðu, sum framhaldandi haldas seg kunna dúva uppá oljuna í einum suverenum Skotlandi.
Eisini spurningurin um markið millum Skotland og Ongland verður tikin fram í sama viðfangi. Har verður víst á, at kemur tað so langt sum til skotska loysing, so koma flestu av stóru oljufeltunum at liggja í skotskum øki. Men her kemur so ivin um, hvussu eitt slíkt mark skal ásetast.
It´s England?s oil too
Tað er bretska blaðið ?The Economist?, sum hevur biðið Alex Kemp gera frágreiðingina, og í grein í blaðnum herfyri verður skrivað, at tølini, sum koma fram í frágreiðingini ikki geva skotum orsøk til at kunna skunda undir loysingina, tí oljuinntøkurnar megna ikki at vega upp tað, sum bretski statskassin í dag letur til Skotland.
Blaðið leggur eisini dent á, at Ongland eisini eigur oljuna, sum skotar siga seg vilja gera krav uppá. -It´s England´s oil too skrivar blaðið. Øllum hesum er leiðarin í SNP ikki heild samdur í. Alex Salmond sigur við skotska blaðið Press and Journal, at frágreiðingin hjá Kemp vísir, at skotski parturin í oljuinntøkunum fer at hækka, verður loyst frá Onglandi. Hann vísir eisini á, at metingarnar hjá Kemp um komandi inntøkurnar eru sera varisligar. -Frágreiðingin staðfestir vaksandi skotska lutin í olju- og gasframleiðsluni.
Douglas Alexander frá skotska arbeiðaraflokkinum vísir aftur tí, sum SNP førir fram. -Henda frágreiðingin staðfestir bert tað, sum vit alla tíðina hava sagt. Hon vísir, at Skotland stendur seg nógv betur við at vera saman við Onglandi. Hon vísir, at útrokningarnar hjá SNP, sum skulu vera grundarlag undir einum sjálvstøðugum Skotlandi, halda ikki.
Ójavnin í viðmerkingunum til tølini í frágreiðingini stavar eisini frá tí sannroynd, at eingin enn veit, hvussu eitt framtíðar undirgrundarmark fer at síggja út millum londini. Verður talan um eina miðlinju, so vil stórur partur av oljuni liggja skotsku megin markið.
Tað er greitt, at støðan er nógv broytt frá 1981, tá prísurin fyri tunnuna á olju var uppi á 35 dollarum. Tá vunnu feløgini nógvan pening, og tað gav so aftur nógv í statskassan. Við einum oljuprísi uppá 10 dollarar og við vánaligum útliti fyri framman er greitt, at skotsku tjóðskaparfólkini hava ikki sama grundarlag at byggja loysingina á sum tey høvdu fyri skjótt 20 árum síðani.
Samanumtikið verður mett, at Skotland fer at hava ilt við at standa á egnum beinum, um oljuprísirnir halda fram við at vera so lágir. Útrokningar vísa, at munurin millum tað, sum Skotland fær frá oljuni, og tað, sum landið í dag fær úr London, ger, at tað verður undirskot á skotska tjóðarroknskapinum, men tó ikki meira enn so, at við sparingum og hægri skatti gongur roknistykkið kortini upp.
Føroyar og Skotland
Samanbera vit nú við okkara egnu viðurskifti í Føroyum og orðaskiftið her um bæði rættin til oljuinntøkur og um Føroyar sum sjálvstøðuga tjóð, so er frágreiðingin hjá Alex Kemp og orðaskiftið har annars áhugavert. Hóast tað als ikki ber til at samanbera Føroyar og Skotland, tí meðan Skotland er ein oljutjóð, eru Føroyar bara á gáttini til eina oljuøld, har vit tó enn einki vita við vissu - um olja og gass í heila tikið eru og kunnu gerast lønandi vinna her.
Men ein kann siga, at Skotland og Føroyar í ávísan mun eru í sama báti. Meðan skotar eru heftir at London eru vit tað av Keypmannahavn. Men eisini her eru stórir munir. Tí føroyska sjálvstýrið røkkur í nógvum førum nógv longur enn sjálvstýrið, sum Skotland hevur í dag. M.a. hava vit yvirtikið undirgrundina og harvið eisini møgulig oljuríkidømi, meðan skotska oljan er felagsogn hjá Onglandi og Bretlandi.
Spurningurin er so, um vit fult og heilt hava fingið allan ognarrættin til møguliga olju her. Tað eru í hvussu er tey, sum halda, at yvirtøkan av undirgrundini heldur ikki løgfrøðiliga, um tað kemur til skarpskeringar.
Hvat vit enn halda um sjálvstýri og fullveldi ella samband, so er tað áhugavert at fylgja gongdini í Skotlandi og orðaskiftinum har um nettup olju og sjálvstýri.
Skotar til Føroya
Nettup tí er tað eisini vert at merkja sær skotska áhugan fyri føroysku sjálvstýrisgongdini. Í dag kemur eitt lið av skotskum journalistum frá BBC til Føroya at gera sendingar við nettup føroyskum sjálvstýrisætlanunum í huga. Helst hevur spurningurin um samband, samveldi og fullveldi áhuga í Skotlandi, nú skotar um stutta tíð aftur fara á val og har m.a. spurningurin um meira sjálvstýri til Skotland er aktuellur. Og har eisini spurningurin um bæði undirgrundarmark og olju er frammi í orðaskiftinum - júst eins og her hjá okkum. Tað eru bert nakrar fáar vikur síðani, at fyrrverandi formaðurin í donsku Ráðgevandi Nevndini, Niels Skak-Nielsen segði við Sosialin, at olja er fortreytin fyri føroyskum fullveldi.
Og hvør veit: tað verður kanska nettup oljan, sum fer at gera av, í hvønn mun føroyingar kunnu taka meira sjálvstýri ella taka stigið fult út til sjálvstøðugan stat. Tað vita vit tó ikki fyrr enn oljufeløgini hava borað her, og út frá royndum aðrastaðni vita vit, at tað kunnu ganga nógv ár, árðenn tú fær greiðu á spurninginum, um olja og gass er í undirgrundini. Tað gingu meira enn 20 ár frá tí at byrjað varð at bora vestan fyri Hetland, til fyrsta oljukeldan fór undir framleiðslu. So skal samveldið ella fullveldið Føroyar byggja á oljuinntøkur, liggur hetta nakað væl inni í næstu øld.
Keldur til hesa grein: Press & Journal, The Scotsman, The Economist og Uppstream.