Ikki so lætt kortini

Flogbóltur, menn: Tað var um reppið, at ÍF b tók sett frá Fleyr fríggjakvøldið, men tá av tornaði var tað bara ikki nóg mikið kortini. Fleyr vann dystin 3-0

Hóast tað var flogbóltskapping í Klaksvík um vikuskiftið, so vóru kortini tríggir dystir í bestu deildini hjá monnum fríggjakvøldið. Tveir teirra vóru á Kambsdali og í øðrum hittust ÍF b og Fleyr.

ÍF b hevur fyrr í hesum kappingarárið megnað at tikið Fram av bóli, so hóast munurin í stigatalvuni er stórur, so var kortini spenningur um hvussu dysturin mundi fara at ganga.

Og mín sann um tað ikki vóru fuglfirðingar, sum byrjaðu dystin best.

Teir sendu nakrar skarpar servur avstað beinanvegin og tað høvdu havnamenninir við Klæminti Isaksen á odda stórar trupulleikar av. Móttøkurnar fóru í allar ættir, og tá tær vóru fingnar upp á pláss, riggaði álopið ikki. ÍF b fór meira og meira frá Fleyr. Einu løtuna sá rættuliga svart út hjá havnaliðnum, tí tá var støðan 10-2 til ÍF b og hesa løtuna kundu fuglfirðingar næstan ganga á vatninum.

Okkurt mátti gerast. Klæmint sendi Rasmus Madsen inn á vøllin og tað vísti seg at vera skilagóð útskifting. Spælið hjá Fleyr gjørdist meira róligt og stutt um stutt komu teir aftur í aftur.

Tó at tað var kortini langur vegur upp til fuglfirðingarnar, vístu Fleyrleikararnir sera góðan stríðsvilja hesa løtuna.

Og tað hjálpti. Fleyr kom ájavnt við ÍF b eftir eini løtu, og tá ferð nú var komin á teir, so var eingin orsøk at steðga á aftur, og teir vunnu tí settið 15-13.

Í øðrum settið gekk meira í samsvar við stigatalvuna í landskappingini. Fuglfirðingarnir hingu við høvdinum, aftaná at hava mist so greiða leiðslu á gólvið í fyrsta setti, meðan tað var beint øvugta lagið á havnarmonnum. Nú vóru tað teir, sum settu ferðina í dystinum og við somu uppstilling, sum fyrsta sett endaði við, var lítið at gera hjá ÍF b, sum fekk ein góðan avsmurning.

Í triðja settið royndi Klæmint aftur við broyttari uppstilling. Hann, sum er sjálvur ein av høvuðsmóttakarunum hjá Fleyr, fór út, og hetta vísti seg at geva stórar trupulleikar inni á vøllinum. Móttøkurnar svíktu enn einaferð og hetta lótu fuglfirðingarnir, so royndir sum teir eru, sær ikki siga tvær reisur, og teir løgdu trýst á Fleyr við góðum servum.

Vánaligu móttøkurnar sóðust aftur í spælinum hjá Fleyr, sum ikki rættuliga hekk saman í byrjanini av triðja settið.

Munurin var ikki so stórur í byrjanini av settinum, men tað var alla tíðina ÍF b, sum hevði munin. Tá liðini nærkaðust 10 stigum, kom Klæmint inn aftur í mótttøkuna og tað stabiliseraði spælið hjá Fleyr so mikið, at álopsspælið kom aftur upp at koyra.

Hetta var júst tað, sum Fleyr hevði tørv á og nú ?koyrdu? teir restina av settinum heim, uttan at ÍF kundi gera stórvegis aftur í móti.

Fleyr vann sostatt triðja sett og harvið dystin 3-0 og heldur sostatt lív í teimum, sum kappingin líður, minkandi vónunum um at gerast meistarar.