Form. í vinnunevndini: Tað er alt ov leingi at bíða í tvær vikur

Er uppskotið hjá Vilhelm Johannesen skilagott, atkvøði eg fyri, sigur Heini O. Heinesen

? Hetta má steðgast í stundini. Tí er tað neyðugt, at lógin um vinnuligan fiskiskap verður løgd fyri tingið beinanvegin.

Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum sigur, at hesin mátin, sum Landsstýrið hevur viðgjørt málið um Frøyanes uppá, má steðgast í stundini.

Hann helt tí, at tað var rímiligt, at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum legði lógina um vinnuligan fyiskiskap fyri tingið beinanvegin, so at tað bar til at broyta hana.

Men ger landsstýrismaðurin ikki tað, skuldi onkur annar gjørt tað.

Eisini Heini O. Heinesen heldur, at fiskiloyvið til Frøyanes eigur at verða tikið aftur.

? Tí kemur fyrst ein bátur í flotan uppá hendan mátan, eru 20 komnir, áðrenn vit vita av.

? Og so er alt grundarlagið tikið undan bæði fiskidagaskipan og útróðrinum, og tað verður ein vanlukka fyri nógv pláss í landinum.

Hann sigur tí, at er tað eitt skilagott uppskot, sum Vilhelm Johannesen fer at leggja fyri tingið, fer hann at atkvøða fyri tí.

Hann dugir nevniliga ikki at síggja, at hetta er eitt samgongumál.

Uppskotinum hjá Vilhelm Johannesen hava vit greitt frá omanfyri.


Ónøgdur við svarið

Heini O. Heinesen setti mikudagin Jørgen Niclasen ein munnligan fyrispurning um innflutningsloyvið til Frøyanes.

Hann spurdi m.a. landsstýrismannin um hann helt, at innflutningsloyvið til Frøyanes var í samsvari við lógina um vinnuligan fiskiskap.

Hann hugsaði m.a. um ásetingina um, at bátar kundu ikki skifta høvuðsbólk.

Hann hugsar eisini um, at minst 2/3 av ognarpeninginum skulu vera á føroyskum hondum.

? Ognarpeningur er ikki bara partapeningur. Tað er allur peningurin í bátinum. ? Eftir, tí, su mer komið fram, er tann lógin brotin, tí norðmenn eiga mangt slíkt av ábyrgdarpeninginum.

Hann vildi eisini hava at vita, hvat landsstýrismaðurin ætlaði at gera fyri at forða fyri, at støðið soleiðis varð máað undan útróðrarflotanum og lógini um vinnuligan fiskiskap.

Eisini hann leggur dent á, at hetta er ikki á nakran hátt vent ímóti vágamonnum.

? Eg unni vágamonnum hjartaliga ein línubát. Men so skal hann koma í flotan fyri ein annan línubát - og ikki fyri útrórðarbátar.

? Men feilin, hann hevur landsstýrið, allan sum hann er.

Jørgen Niclasen svaraði heilt stutt, at eftir hansara tykki var ikki talan um lógarbrot.

Men hann legði afturat, at talan var um eitt mál, sum landsstýrið varð farið at kanna.

? Vit kanna lógina og møguliga verða broytingar gjørdar. Men um talan verður um lógarbroytingar, ella um tað kann gerast við kunngerðum, er enn ógreitt.

Jørgen Niclasen segði, at ein møguleiki var at seta skott ímillum bólkarnar fyri at tryggja útróðrarflotan.

Men hann legði dent á, at talan var bara um møguleikar.

Heini O. Heinesen helt, at tað er neyðugt at bera skjótt at, áðrenn fleiri bátar eru komnir í flotan uppá hendan mátan. Hann heldur av tí sama, at tað er ov leingi at bíða einar tvær vikur, ella longri eftir einum uppskoti, tí tað tekur eisini sína tíð at fáa tað samtykt. Tí er neyðugt at fáa lógina fyri tingið í stundini, sigur Heini O. Heinesen.

Sí eisini greinina. Rættast at taka loyvið til Frøyanes aftur hóast vágamenn skulu hava endurgjald