Tað er eingin loyna, at fiskaprísirnir hava verið serstakliga høgir seinastu tíðina. Sambært hagtølunum er útflutningurin minkaður í nøgd, meðan hann er vaksin í virðið í 1998.
Spurningurin er so um henda gongd fer at halda sær, ella um vit kunnu vænta eitt fall í eitt nú toskaprísinum.
Tað er eitt sindur ymiskt hvussu ymsu fiskasølumenninir meta um henda spurningin.
Í eini grein í norska blaðnum Fiskaren herfyri sæst, at norskar fiskasølur eru rættuliga bangnar fyri at prísurin á toski fer at falla við eitt brak, innan stutta tíð.
Ein sølumaður, sum Fiskaren hevur tosað við sigur, at hann er bangin fyri at prísgongdin á eitt nú toskamarknaðinum fer at fáa somu gongd, sum eitt nú rækjumarknaðurin var fyri.
Fyrst var ein ógvusligur prísvøkstur og síðani skramblaði prísurin í botn eftir stuttari tíð, sigur John-Hjalmar Johansen frá Hjalmar Johansen og Co AS.
Norsku fiskasølumenninir ásanna at 1997 og 1998 vóru góð ár fyri fiskivinnuna, men meta ikki, at tað fer at bera til at halda prísirnar á sama støði í 1999.
Fiskasølustjórin
samdur og tó
Í eini viðmerking til greinina í Fiskaren, sigur Hans Jóhannes á Brúgv, at teir eru samdir í metingunum um at prísurin óiva fer at fella í ár, men teir vænta ikki, at hann fer at fella so nógv og so ógvusliga sum norðmenn meta hann fer.
? Toskaprísurin fer nokk ikki at fella við eitt brak, tí at útboðið av toski er minkandi og tað ger, at prísfalli, eftir okkara meting, verður so ógvusligt.
Hvør er orsøkin til fallandi prísirnar?
-Alternativu vørurnar eru bíligari. Prísurin á grísakjøti og flogfenaði er ógvuliga lágur í løtuni og tað ger, at kundarnir ikki vilja gjalda tann høga prísin fyri fiskin.
Hans Jóhannes á Brúgv vísir á, at forbrúki av fiski, í eitt nú Bretlandi, er fallið við einum nýggju prosentum av somu orsøk.
Hann staðfestur, at teir longu nú merkja, at tað er torførari at sleppa av við fiskin enn tað var fyri stuttari tíð síðan, tí at teir bjóða ov hart út.
Hann tekur tó undir við metingini hjá norsku sølumonnunum, at tað altíð er ein vandi, tá prísirnir hækka so skjótt, sum teir hava gjørt seinastu tvey árini.
Vit merkja tað longu
Kaj Leo Johannesen frá Farex er samdur við metingunum hjá starvsfeløgum sínum.
Fyri einum ári síðani hækkaðu fiskasøluprísirnir ógvusliga. Prísirnir á toski hækkaðu við uml. 50 prosentum. Og tá tað hendir so ógvusliga, so er tað altíð ein spurningur um tíð nær ein ógvuslig príslækking kemur.
? Eg kann við 100 % vissu siga, at prísurin í løtuni ikki síggja út til at fara at hækka. Fakta er, at eitt nú toskamarknaðurin er fallin við umleið 20 prosentum, sigur Kaj Leo
Hann vísir á at teir stóru ídnaðarframleiðararnir í Europa og í USA liggja við ávísum goymslum, sum teir kunnu byrja at framleiða í martsapríl mánaða í ár.
Hann vísir eisini á, at prísirnir á alternativum fiskavørum, eitt nú Alaskan Polloch er nógv lægri enn prísurin á toski.
Vit høvdu eitt tilboð á borðinum í gjár, sum segði 11,80 fyri eitt kilo av polloch ímóti 35 krónum fyri eitt kilo av toski.
? Hetta ger, at trýsti á hinar fiskavørurnar verður ógvuliga stórt.
Merkja tit so eisini at tit fáa lægri prís fyri vøruna nú?
Ja innanfyri teir seinastu tveir mánaðirnar eru prísirnir lækkaðir við minst 20 prosentum.
Hvør er so orsøkin til prísfallið?
? Tað er, at húsarhaldini ikki vilja gjalda so nógv fyri eina ávísa vøru. Húsmøður í USA vilja ikki gjalda so nógv fyri tosk, tá hon kann fáa onnur fiskasløg av næstan somu góðsku, nógv bíligari.
? Harafturat spælir tað sjálvandi eisini inn, at aðrar vørur, sum til dømis grísakjøt og flogfeðnaður, eru sera bíligar íløtuni.
Kaj Leo Johannesen vísir aftur, at ein lækking í føroysku veiðuni eftir toski fær nakran týdning fyri prísleguna.
? Vit eru so lítil, at vit ikki hava nakra ávirkan á marknaðin og tí hevur tað ongan týdning um bara vit minka okkara veiðu. Tað er til eina og hvørj altíð marknaðurin, sum hevur avgerðina.
Bangnir fyri
at brenna seg
Kaj Leo vísir eisini á, at teir longu merkja eitt trýst á upsamarknaðin og ein ávísur nervøsitetur úti á marknaðinum.
Hvussu kemur hesin til sjóndar?
? Nógvir liggja inni við nógvum fiski og teir tora heilt einfalt ikki at liggja inni við vøruni. Teir eru heilt einfalt bangnir fyri at brenna seg, og tá ein liggur við inni við so stórum nøgdum sum summir teirra gera, so er vandin fyri ógvusligum tapum stórur.
Kaj Leo Johannesen sigur tó, at tað er einki óvanligt í hesi prísgongdini.
? Tað hevur altíð verið so, at tá prísurin hækkar ógvusliga, so hevur hann ofta lyndið til at fella líka so ógvusliga sigur hann og vísir á, at henda gongdin er komin fyri fleiri ferðir fyrr á fiskamarknaðinum.
Stóra ávirkan
á samfelagsbúskapin
Ein stór príslækking fær eisini stóran týdning fyri føroyska samfelagsbúskapin.
? Ein rættuliga stórur partur av inntøkunum til føroyska samfelagið kemur frá fiskaútflurningi og tí sigur tað seg sjálvt, at ein stór niðurgongd í fiskaprísunum fer at merkjasst rættuliga væl á landskassaroknskapinum.
? Tað sigur seg sjálvt, at yvirskotið á fíggjarlógini verður nógv minni av somu orsøk, sigur Kaj Leo Johannesen.