at verða heiðraður og viðurkendur av sínum starvsfeløgum, verður mangan tikið til. Venjarafelag Føroya (VFF) heiðraði í kvøld teimum bestu venjarunum, sum eru valdir av fótbóltsvenjarunum í Føroyum. Eyðun [...] gjørdist ársins venjari hjá kvinnum. Jan Dam, HB gjørdist ársins ungdómsvenjari. Og Karl Vidtfeldt á Sandi bleiv valdur til ársins eldsál. Tað er vorðin ein fastur táttur, at VFF velur ársins venjarar og ársins
Í gjár var seyðasýning á Sandi. Tór Karlonsson Winther, sum var ein av stigtakarunum, sigur, at undirtøkan var góð. - Her var nógv fólk - og 74 seyðir vóru til framsýningar. Eg haldi, at menn vóru væl
- Vit hava á Sandi hava alla orsøk til at vera bjartskygd. Tað staðfestur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi. Hóast skattaprosentið varð lækkað úr 23,5 prosent, niður í 23 prosent í fjør, eru inntøkurnar [...] Sands kommuna hevur skyldað so nógv, at hon var sett undir umsiting av Fíggjarmálaráðnum, men fyri einum ári kom skuldin niður á 80 prosent av eini álíkning, og tí fekk kommunan sítt fíggjarliga frælsi aftur [...] aftur. - Í ár fer kommunan at rinda 1,1 millión krónur aftur at av skuldini, sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy, ið fegnast um, at inntøkurnar hjá kommununi vaksa: Trýst her á pílin undir myndini
Leygardagin verður seyðasýning á Sandi, har óheftir sýnsmenn koma suður at sýna og meta um hornaseyð í oynni. Tór Karlonsson Winther, ein av fyrireikarunum, sigur, at bóndur og seyðaeigarar annars hava [...] hava høvi at møta við vektina á vestara fiskavirkisbygninginum Úti í Støð á Sandi leygarmorgunin frá klokkan 8 til 10. - Tað er hornaseyður - í flestu førum brundsseyður - sum verður sýnaður og mettur, bæði [...] hjá sýnsmonnunum. Tór Karlonsson Winther sigur, at seyðir, sum vinna virðislønir á seyðasýningini á Sandi leygardagin, eisini eru við í landsumfatandi seyðasýningini, sum verður seinni.
er, at ikki er ráðiligt at gera eina verju frammanfyri bakkanum uttan at gera kanningar av undirlendinum fyrst. Av tí at talan partvís er um sandstrond, er ikki ráðiligt at leggja grót út sum verju, uttan [...] uttan at kanna ávirkanina á alduviðurskiftini. Harumframt er ein natúrligur flutningur av sandi fram við strondini, sum eisini kann broytast. - Eftir tilmæli frá Landsverk hevur Sands kommuna samtykt at [...] sum hesin stubbin handlar um, tíð. Gjøgnum nógv ár hevur tað víst seg at bakkin á Sondum heima á Sandi máast burtur. Nú er bakkatromin komin so langt inn, at vandi er fyri at fornminni fara fyri skeytið
var kvøldseta í Virkinum, og her møttu heilt nógv fólk, eitt nú til at síggja gamlar kykmyndir av Sandi. - Leygarmorgunin byrjaði við morgunmati á Mørkini Miklu. Hetta er eitt tiltak, sum eydnast betri [...] góðum dansi í Virkinum, har stúgvandi fult var av fólki. Eg haldi, at hóast veðurgudarnir spældu okkum eitt puss leygardagin, eydnaðist oktoberhugnin á Sandi sera væl, staðfestir borgarstjórin. [...] - Eg haldi, at oktoberhugnin eydnaðist serstakliga væl. Ringa veðrið merkti sjálvandi onkur av tiltøkunum í skránni, men samanumtikið sigraði hugnin á veðrinum. Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í
slíkan túr, har menn, kvinnur og børn vóru partur av manningini. - Men, tá vit koyrdu oman á bryggjuna - meira fyri at rigga skipið av - var dekkið longu fult av fólki. Eg spurdi tey, um tey hildu, at vit skuldu [...] og alt gekk upp á stás. Skiparin sigur, at túrurin tók tað mesta av tveimum tímum, og tá Sandshavið stevndi innaftur í havnina á Sandi, vóru fleiri fólk á bryggjuni sum spurdu, um teir ikki fóru at gera [...] menn. Elstu "dekkararnir" hendan túrin vóru tveir brøður á Sandi, harav annar er farin um tey áttati. - Eg vil siga, at hetta var ein blandingur av fólki - alt frá børnum, ungum dreingum og gentum, bøndrum
Soleiðis tók Hanus G. Johansen til, tá hann hevði sungið fyrsta sangin á pallinum á flakavirkinum á Sandi í kvøld. Og her vóru eisini nógv fólk, bæði menn, kvinnur og børn. Tiltakið við Hanusi G. Johansen [...] smakkiroyndir úr laksi. Hanus sang í somu hølum á flakavirkinum, sum smakkiroyndirnar vóru - og beint inn av hølunum, har børnini høvdu hugnað sær í hoppiborg. Longu, tá Hanus G. Johansen fór á pallin, var nógv
smakkiroyndir úr laksi frá Marine Harvest á Sandi. Tiltakið varð fyriskipað í samband við oktoberhugnan, sum Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71 skipa fyri á Sandi. Oktoberhugnin byrjaði í gjár og hevur [...] Hafnia borðreiddu við smakkiroyndum úr laksi hjá Marine Harvest, var sera væleydnað. Her møttu hópin av fólki, sum fingu høvi at royna royktan laks í ymiskum forvitnisligum útgávum. Her var royktur laksur [...] umfari hevur felagið valt at leggja orkuna í royndirnar at ala á Sandsvág. Marine Harvest hevur gjørt av at leggja tveir aliringar á Sandsvág í vetur fyri at kanna, hvussu teir klára seg móti seigu vesturættini
hoppiborgir eru inni á flakavirkinum úti í Støð, og her verður opið til klokkan 20 í kvøld. Myndaframsýning av bátum og skipum, sum er í Undirhúsinum á Munkinum, verður opin til klokkan 18. Í løtuni er fiskikapping [...] klokkan 04 í nátt. - Vit ynskja øllum, ungum sum eldri, hjartaliga vælkomnum til oktoberhugnan á Sandi, siga fyrireikararnir, sum eru Sands kommuna, Ungmannafelagið Virkið og B71.