- Føstulávint skal haldast, tá føstulávint er!
Tað er Virkið, sum skipar fyri tunnusláing á Sandi, og felagið hevur havt eina atkvøðugreiðslu um, nær føstulávint skal haldast í ár.
Við einum teprum meiriluta er gjørt av, at føstulávint skal haldast, tá føstulávint er, nevniliga føstulávintsmánadag, sum í ár er hin 15. februar.
Á heimasíðuni - www.sandoyggin.fo - stendur, at føstulávintsmánadagur verður hildin, tá dagurin er, 8. februar.
- Bygdin hevur í nøkur ár roynt seg við tí praktisku útgávuni av føstulávint, har tunnusláing og húsagongd hava verið leygardag, skrivar heimasíðan.
Føstulávint er rættiligur veitsludagur á Sandi, har menn, kvinnur og børn sláa tunnu. Tá tey vaksnu eru liðug og funnið er út av, hvørjir kattakongarnir eru, verður farið húsagongd.










