Forbjóða børnum at hava fartelefon við í skúla

Skúlin við Løgmannabreyt í Havn setir nú børnum forboð fyri at brúka faratelefon í skúlatíðini

 

 

Nú verður tað ikki longur loyvt hjá børnunum, sum ganga í skúlan við Løgmannabreyt, at hava fartelefon við í skúla.

 

Tað sigur skúlin á heimasíðu síni.

 

Skúlin við Løgmannabreyt hevur ásannað, at fartelefonir, og onnur talgild amboð, órógva undirvísingina, og sosiala lívið hjá næmingunum, meðan teir eru í skúla og tískil setir skúlin nú ein nýggjan telefonpolitikk í gildi, og hann er galdandi fyri allar næmingar skúlans.

 

Á heimasíðuni sipar skúlin til kanningar, sum vísa, at bara tað, at børnini hava fartelefonina í lummanum, ger, at hugsavningin versnar, og fakliga úrtøkan verður minni, enn tá telefonin ikki er nærhendis.

 

- Í Skúlanum við Løgmannabreyt eru vit av teirri fatan, at næmingar koma í skúla at læra sum mest, eins og skúlin er pallurin, har sosialu evnini hjá næmingunum mennast, sigur skúlin.

 

Sosialu evnini mennast best gjøgnum venjing – andlit til andlits, og tí vil skúlin, at talgildu amboðini ikki órógva sosiala spælið hjá børnunum, siga tey.

 

Sum er, sita børn við talgildu amboðunum í nógvar tímar um dagin. Í skúlanum við Løgmannabreyt verða talgildu amboðini einans tikin fram, tá næmingar skulu nýta tey í samband við undirvísing.

 

Í fríkorterunum stendur tað næmingunum frítt at spæla borðspøl, fótbólt og annað, umframt at brúka høllina ella at sita í  sofunum og práta.

 

Tá ið børnini koma í skúla á Løgmannabreyt mánadagin, skulu tey leggja telefonirnar í skápið ella ein kassa, sum er gjørdur til endamálið.

 

- Telefonin verður liggjandi har, til skúladagurin er liðugur. Hetta merkir sostatt, at næmingurin ikki at brúka telefonina í skúlatíðini – heldur ikki í fríkorterinum, sigur skúlin.

 

- Hevur næmingurin tørv á at ringja, kann hann læna telefonina hjá læraranum ella skrivstovuni.

 

- Verður telefonin tikin fram í skúlatíðini, tekur lærarin telefonina frá næminginum og leggur hana á skrivstovuna hjá leiðsluni. Foreldrini kunnu heinta telefonina, tá næmingurin hevur fingið frí.

 

Í samband við nýggja telefonpolitikkin, hevur skúlin bjóðað børnunum at kappast. Í hesum sambandi fær tann flokkurin, fæst fartelfonir verða tiknar, ein túr í bowlinghøllina. 

 

Síðani greinin varð skrivað, hava vit fingið upplýst, at í Skúlanum í Hoyvík sleppa børnini heldur ikki at hava fartelefon við í skúla. Eisini har verða telefonirnar lætnar inn, tá ið børnini koma í skúla um morgunin, og so fáa tey telefonina aftur, tá ið tey sleppa. 

 

Tey í Meginskúlanum á Sandi siga somuleiðis, at teirra skúli er telefonfríur - við somu grundgevingum. sum Skúlin við Løgmannabreyt nú verður tað.