Drotningin hjartaliga vælkomin á Tvøroyri

Drotningin skal verða hjartaliga vælkomin á Tvøroyri, tá ið hon kemur í summar.

 

Á fundi í gjár umrøddi Tvøroyrar Býráð eitt skriv frá Løgmansskrivstovuni, har spurt var, um Tvøroyrar Kommuna varð sinnað at fáa vitjan av Margrethu drotning í summar.

 

Drotningin, og Heindrikkur, prinsur, skuldi koma til Føroya síðsta summar, men tá avlýsti hon í evstu løtu, tí tað var mitt í harðasta valstríðnum uppundir fólkatingsvalið.

 

Tað vóru tey á Tvøroyri hørm um, tí tey høvdu brúkt nógvan pening upp á fyrireika vitjanina, og tey kannaðu eisini møguleikan fyri at fáa peningin endurgoldnan. Men tað málið varð skjótt slept aftur kortini.

 

Síðani er greitt, at drotningin kemur til Føroya í summar ístaðin, men hesa ferð kemur hon einsamøll, tí Heindrikkur prinsur, hevur pensjónerað seg sjálvan, og er ikki longur við í virkseminum hjá kongshúsinum.

 

Tað verður í døgunum 13.-16. juni í summar, at drotningin vitjar í Føroyum, og ætlanin er at halda seg til at kalla somu skrá, sum í fjør, hevur Tvøroyrar Býráð fingið at vita. Í fjør var ætlanin at vitja í Vági, á Tvøroyri, í Hvalba, í Sandvík, í Havn, á Skarvanesi, í Skopun og á Sandi.

 

Og í býráðnum á Tvøroyri vóru tey samd um, at drotningin skal vera hjartaliga vælkomin á Tvøroyri í summar.