Tað verður stríðsval í Starvsmannafelagnum

Tveir royndir fakfelagsmenn stilla upp til formansvalið í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum í mars

hesir báðir fara at kappast um at verða formaður í Starvsmannafelagnum, Niels á Reynatúgvu, vinstrumegin, og Súni Selfoss

Tað er nú greitt, at tað verður stríðsval um formanssessin í Starvsmannafelagnum á aðalfundinum í mars.

Selma Ellingsgaard leggur frá sær eftir at hava verið forkvinna í átta ár, og nú er greitt, at tveir mans fara at kappast um formanssessin, boðar felagið frá í kvøld.

Talan er um Niels á Reynatúgvu og Súna Selfoss, sum báðir hava sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum í fleiri ár. Tá freistin at stilla upp valevni til formansvalið var úti á miðnátt, vóru tvey uppskot komin inn til nýggjan formann.

Teir báðir, sum eru í uppskoti at verða nýggjur formaður í Starvsmannafelagnum, hava fleiri ára royndir í fakfelagsarbeiði.

Súni Selfoss er 51 ára gamal og er savnsvørður í Kringvarpi Føroya. Hann sørvingur og har býr hann eisini. Hann hevur sitið í nevndini í Starvsmannafelagnum tíðarskeiðið 2000 til 2006 og aftur frá 2007 til dagin í dag. Síðani 2008 hevur hann verið næstformaður í felagnum.

Niels á Reynatúgvu er 40 ára gamal og er tøknifrøðingur hjá FT Neti í Føroya Tele. Hann er av Sandi, men býr á Signabø. Hann hevur sitið í nevndini hjá Starvsmannafelagnum síðani 2006.

Formaðurin í Starvsmannafelagnum verður valdur fyri fýra ár í senn.  Formansvalið er á aðalfundinum 5. mars, sum hesaferð verður hildin í Norðurlandahúsinum.