Á In.fo mikukvøldið segði Harry Jensen, borgarstjóri í Skúvoyar komunu, at eitt, sum hevur gjørt umstøðurnar hjá skúvoyingum at ferðast verri, er, at Sildberin nú hevur fingið annað pláss í havnini á Sandi, tí ætlað aling hevur sítt virksemi her.
- At Sildberin nú hevur annað pláss í havnini, ger sum so einki. Vit fingu at vita, at parkeringspláss og skúrur skuldu setast við flakavirkið nærindis, har Sildberin nú liggur. Men, her er einki hent enn.
Harry Jensen segði, at skúvoyingar í staðin hava fingið at vitað frá Sands bygdaráð, at eingin bilur skal setast nærindis Sildberanum.
- Tað er rætt, sum Harry Jensen sigur, at nú legupláss og landstøð nú skuldu finnast til virksemið hjá Marine Harvest á Sandsvág. Tí varð eisini neyðugt at vísa Sildberanum á annað legupláss. Hetta gjørdi eitt einmælt bygdarráð á Sandi.
Tað sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sum vísir á, at bygdarráðið eisini hevur játtað Strandferðsluni at sleppa at seta landgongd upp á nýggja leguplássinum, so betri verður hjá ferðafólki at sleppa úr og í Sildberan.
- Henda landgongd verður sett upp so skjótt, sum Nomatek er liðugt við hetta arbeiði, helst um eina viku ella so.
Borgarstjórin leggur aftrat, at skúvoyingar ongantíð havt nakað bíðirúm til Sildberan.
- Tí er tað serstakliga gleðiligt, at Strandferðslan nú langt um leingi kemur at bøta um hesi viðurskifti grannum okkara fyri sunnan til mikið gagn. Hetta arbeiði bíðar ikki eftir Sands kommunu. Tað er Strandferðslan sum skal seta bíðirúmið upp, og Sands kommuna hevur víst á pláss, har bíðirúmið skal standa. Tað er Strandferðslan, sum ger av, nær hølið verður sett upp á pláss.
Brandur Sandoy vísir á, at bilstøðlapláss hava ongantíð verið uppmerkt til bilar hjá ferðafólki í Skúvoy, og hevur hetta til tíðir verið ein trupulleiki, tá nógv fólk hevur verið í Skúvoy ávísar árstíðir og rundanum høgtíðir.
- Hetta er tí eitt øki, sum Sands kommuna kemur at skipa í vár.
Borgarstjórin leggur dent á, at kommunan hevur eingi harraboð givið um parkering á havnalagnum á Sandi.
- Kommunan hevur ynskt, at bilar ikki parkera beint framman fyri Sildberanum - fyri at geva rúmd fyri eitt nú útróðraraktiviteti og øðrum á havnalagnum.
Brandur Sandoy sigur, at sandingar og Sands kommuna altíð hava sæð skúvoyingar sum síni nærmastu.
- Bæði tí, at vit eru grannar og tí, at nógv samband hevur verið millum bygdirnar gjøgnum øldir. Tí eiga kanónirnar hjá Harry Jensen heldur at verða vendar norður um Skopunarfjørð saman við stuðli frá Sands kommunu. Vit stuðla ynskinum hjá skúvoyingum um at betra um havnaviðurskiftini í Skúvoy.
Borgarstjórin leggur aftrat, at skúvoyingar í áravís hava stríðst fyri at fáa brimverju, so atløguplássið verður kyrrari.
- Hvør minnist ikki stríðið hjá undanfarna borgarstjóranum, Tummasi Frank Joensen, fyri hesi verkætlan? Eitt áralangt stríð, sum tíverri ikki er komið á mál enn, sigur Brandur Sandoy.










