Eldraøkið: Gerhard og Brandur rørandi samdir

Haldið fingrarnar vekk, annars knúsa tit alt sundur, siga teir báðir

fara tit nú at pilka við, verður alt knúst sundur, sigur Gerhard Lognberg

- Nú skulu tit ikki fara at pilka við aftur, tí so knúsa tit alt sundur aftur.

 

Tað sigur Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, og formaður fyri eldrasamstarvið í Sandoy.

 

Og starvsfelagi hansara, Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sandi, og umboð fyri Sandoy í stýrinum í Kommunufelagnum, er púra samdur.

 

- Vit fara ongantíð at góðtaka, at broytingar verða gjørdar aftur nú, sigur hann.

 

Síðani kommunurnar yvirtóku eldraøkið, hava nógvir borgarstjórar átalað, at fíggjarliga endurgjaldið frá landinum til kommunurnar er alt ov lítið. Teir siga, at nógvar kommunur hava so nógvar útreiðslur av eldraøkinum, at tað drenar alt gjaldførið úr kommunukassanum, og at tær fáa ikki ráð til nakað annað.

 

Tí krevja fleiri borgarstjórar nú, at samráðingar verða av nýggjum um eitt størri endurgjald frá landinum.

 

Sandoyggin er í eini serstøðu, tí har býr útvið 1300 fólk, men tey fáa endurgjald frá landinum til eldraøkið, sum um at tað vóru 2000 fólk í oynni.

 

Brandur Sandoy sigur, at fara landið og kommunurnar nú at pilka við fíggjarligu viðurskiftini, skal landið taka eldraøkið aftur.

 

Hann sigur, at vilja fólk tað, kunnu tey kalla tað útjavning, men nú er so ein ójavni tikin burtur, sum hevur kvalt summar kommunur, og sum hevur býtt landið sundur í A borgarar og B borgarar.


- Er tað hetta, Heðin Mortensen og Kristina Háfoss, ætla at venda aftur til, spyr Brandur Sandoy.


- Ávísar kommunur hava staðfest, at raksturin tær yvirtóku varð tyngri enn mett varð frammanundan. Men hesar kommunur eiga at fáa tað frá landinum sum økið veruliga kostar.


- Men er ætlanin at broyta fíggingarleistin, sum er grundarlagið fyri at tær veiku kommununar kundu yvirtaka eldraøkið, er bara eitt hjá nýggju samgonguni at gera og tað er at taka eldraøkið aftur, sigur borgarstjórin á Sandi.

 

Eisini Gerhard Lognberg heldur, at tosið um at broyta fíggjarligu viðurskiftini aftur, er ørkymlandi.

 

Hann vísir á, at í Sandoy eru trý heim, sum eru í ringum standi, og varð fíggjarleisturin ikki lagdur, sum hann varð, hevði tað ikki borið til hjá kommunum í Sandoynni at yvirtikið eldraøkið.

 

- Nú mugu vit undir ongum umstøðum fara at pilka við fíggjarliga grundarlagið, bara tí at summar kommunur halda, at tær hava fingið ov lítið og aðrar ov nógv.

- Tað má ikki henda tí so knúsa vit alt økið sundur, sigur Gerhard Lognberg.  

 

fara tit nú at pilka við, verður alt knúst sundur, sigur Gerhard Lognberg

fara tit nú at pilka við, verður alt knúst sundur, sigur Gerhard Lognberg

fara tit nú at pilka við, verður alt knúst sundur, sigur Gerhard Lognberg

fara tit nú at pilka við, verður alt knúst sundur, sigur Gerhard Lognberg

fara tit nú at pilka við, verður alt knúst sundur, sigur Gerhard Lognberg