sambandi við deyðbóltar, og spurningurin er, hvussu tað hevði tørnað út, um hann hevði verið millum teir fyrstu ellivu í kvøld. Í Ljubljana vann Lille 2-0, og harvið er tað greitt, at Lille og Slovan Bratislava [...] hevur tað kenst sum eykabonus, hvørja ferð tað er eydnast KÍ at vinna stig og sigrar. Í kvøld eydnaðist tað ikki, og tað eiga teir í KÍ at iðra seg yvir. Tí teir kendu ikki sína vitjunartíð. Serliga var [...] støður, og tá ið teir bláu og hvítu úr Klaksvík nú fara at hyggja aftur á tað, sum gekk fyri seg á Tórsvølli í kvøld, so hava teir alla orsøk til at harmast um, at tað ikki eydnaðist teimum at skora meiri
í at tosa um matin og um smakkin, er kanska týdningarmiklasta missiónin hjá Kobe-kjøtinum. Hetta fyrsta leygarkvøld í apríl var Kobe-kjøtið í hvussu so er høvuðspersónur um borðið, sjálvt um allir hinir [...] men nú hevur Hotel Føroyar so valt at hetta sera forkunnuga kjøtið skal eiga sítt pláss millum krúnhjørtin, lambi og oksalundini. Prísurin fyri Kobe-kjøtið er, um ikki ræðandi, so í hvussu so er somikið [...] spurningurin tó, um tað blivu stundir til at bíða eftir at kjøtið var blivið kalt. Tað stendur eisini tilskilað, at tað ikki ber til at møta seinni enn klokkan hálvgum níggju, um valið er góðmetismatskráin
verður bókin hjá Bretanum Roland Huntford um Amundsen og Scott. Annars nýti eg aðrar keldur. Eitt nú bøkurnar hjá Amundsen um Suðurpólsferðina og um ferðina norður um Amerika. Og troyttast lesarin ikki ov [...] nema nýtt land. Og nýggju bøkurnar, sum nú koma út um hesar ferðir eru munandi meira áhugaverdar enn tær fyrstu, sum mangan var hetjuskriving úr einum enda í annan. Nú fær tú eina kristiska søguliga lýsing [...] kanska ein grein skrivað um seinastu stóru ferðina hjá Amundsen norður um Asiu, og annars hvussu hansara æviskeið endaði. Høvuðskeldan verða bøkurnar hjá bretanum Roland Huntford um Amundsen. Hann man ivaleyst
samskifti er eisini ein sannroynd hjá mongum okkara í dag, og ynskja vit, eins og Frelsari okkara, at verða góð við og virða øll menniskju, hvar tey so standa átrúnaðarliga. Er gjógvin burtur nú? Men, er nú gjógvin [...] gjógvin burtur, sum borið verður fram í greinini í Sosialinum? Og, um so er, at hon er við at kámast ella er burtur, hvør kann tá orsøkin verða og hvør man hava flutt seg? Hyggja vit at læruni hjá kirkjuni [...] barnadóp, har hildið verður fast um, at barnið í dópinum verður endurføtt og innlimað í ríki Guds. – Sostatt er einki broytt innan kirkjuna. So er bert hin møguleikin eftir, og tað er, at persónar í brøðrasamkomuni
elskaði tað, at hava alla familjuna samlaða um teg. Orð tykjast so fátøk, tá eg nú skal festa nøkur minningarorð um teg á blað, tí eg haldi ikki orð finnast, sum kunnu lýsa, hvør tú vart. Hetta vita vit øll [...] jaliga og skemtingarsama lyndi at skapa gleði og trivna fyri øll rundan um teg. Um eg við fáum orðum skal seta eina yvirskrift yvir lív títt, so vildu orðini verið hesi: Lívsvísdómur, lívsgleði, áræði, trúgv [...] “ Sælur er maður, ið ei fylgir vándra manna ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi; men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt. Hann er eins og
ógrundaður, so er hann til staðar og eigur at vera tikin í álvara. Hann sigur, at kanska hevði tað hjálpt, um onkur av manningini savnaði ferðafólkið til eitt lítið prát um tað, sum var hent,ella um onkur gekk [...] ring og vindurin var 25 metrar um sekundið av norði. Men av tí, at tað var nógv betri sjógvað vestanfyri Sandoynna, varð farið tann vegin. Veðrið suður var onki at klaga um. Men tá ið Smyril var komin umleið [...] komin so langt suður, hildu øll, at nú varð sloppið. Leggjast kann afturat, at tað var bølamyrkt, so ongin sá alduna, fyrrenn hon rakti skipið og tí var heldur ongin møguleiki at snara undan. Tí er niðurstøðan
royndir megna ikki at greina sjúkuna í sínum fyrstu stigum. Nú kann sjúkan greinast við eini DNA kanning frá fyrsta degi barnið er føtt, um illguni er um sjúkuna. Vøddarnir hjá barninum verða alsamt veikari, [...] kunnu fáa at vita, um tey eru berarar ella ikki. Hetta verður gjørt, við at senda blóðroyndir til Rom, sum nú kanna blóðroyndirnar ókeypis. Møgulleikin at bæði eru berarar er ein av 625. Um eitt ungt par vil [...] kunnu fáa at vita, um tey passa saman við einum maka. Um bæði eru berarar, kunnu tey koma inn til ráðgeving. Av tí at kodan er dulnevnd, veit sjálvt heilsustarvsfólkið ikki hvør er hvør. Hetta ger at samleikin
hevur bóltin mest sum alla tíðina, og hann er oftast í NSÍ brotsteiginum, men talan er ikki um upplagdar støður. 76) 2-0 Nýtt B36 horna, men enn einaferð er Símun Rógvi Hansen hægstur og heldur bóltin [...] veruleikin er, at fyritreytirnar hjá heimaliðnum eru versnaðar heilt nógv, nú NSÍ er undirmannað. 21) 0-0 Gestur B. Dam leggur flatt innfyri, men tað spyrst einki burturúr. Hann var merkiliga langt frammanfyri [...] ikki var nóg neyv. 10) 0-0 Tað er sera lívligt. Nú hevur B36 tvær ferðir verið tætt við. Eftir roynd frá Geti B. Dam bjargaði NSÍ á strikuni! 07) 0-0 Tað er ikki friður yvir B36 spælinum - gongur striltið
honum hava um 85% av fólkinum nú landfast samband. Av størri samferðsluætlanum kunnu nevnast útbygging av flogvøllinum, sum farið verður undir, nú hann verður yvirtikin. Vit eru sera fegin um, at ein loysn [...] Hugsa vit um tær ovurhonds stóru upphæddir, sum oljufeløgini nýta til borivirksemi í og nærhendis føroyskum øki, so er lítil ivi um, at tey trúgva uppá, at olja er at finna. Og tað, at nógv olja er funnin [...] trívast, so at vit varðveita høga barnatalið. Tað er ein góð trygd fyri okkara samfelag í framtíðini. Tekin eru nú um, at nettofráflytingin seinastu árini er um at venda til eina nettotilflyting, og vit mugu
soleiðis stendur svart uppá hvítt í áheitanini frá bólkinum. Somu fólk tosa í dag um minnilutadiktatur. Men her er sanniliga talan um minnilutadiktatur, so tað stendur eftir, tá ið ein bólkur, sum ikki telur so [...] hjá Brynhild Thomsen, sleppa framat í tíðindasendingini um kvøldið at lýsa sakina frá aðrari síðu og koma við rættleiðingum. Men Gud hjálpi mær, um teir ikki ístaðin komu við Turid Debes Hentze, einum limi [...] ført fram fyrr um dagin. Men kanska hava tíðindafólkini ikki so nógv skil fyri hesum máli, og tískil ikki duga at seta saman fólk við ymiskum áskoðanum á økinum, so skal vera borið yvir við teimum. Hesum