Tað er liðugt á Tórsvølli, har klaksvíkingar í kvøld hava havt vitjan av Slovan Bratislava.
Máltalvan sigur 1-2. Slovakarnir fegnast, tí sigurin ber eftir øllum at døma við sær, at Slovan Bratislava saman við Lille úr Fraklandi fer at halda fram í kappingini, tá ið cup dystirnir vera í februar. KÍ tapið í kvøld var tað fyrsta í 10 europeiskum heimadystum á rað.
Síðani KÍ vann sær rættin at vera við í Conference League bólkaspælinum hevur tað kenst sum eykabonus, hvørja ferð tað er eydnast KÍ at vinna stig og sigrar.
Í kvøld eydnaðist tað ikki, og tað eiga teir í KÍ at iðra seg yvir. Tí teir kendu ikki sína vitjunartíð.
Serliga var tað fyrra partin av 1. hálvleiki og aftur fyrstu løtuna eftir steðgin, at tað lá væl fyri hjá KÍ.
Magne Hoseth hevði givið sínum monnum boð um, at teir skuldu vera óræddir og taka mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum. Tað gjørdu teir, og tað eydnaðist heilt væl.
KÍ vann seg beinanvegin í fleiri góðar støður, og tá ið teir bláu og hvítu úr Klaksvík nú fara at hyggja aftur á tað, sum gekk fyri seg á Tórsvølli í kvøld, so hava teir alla orsøk til at harmast um, at tað ikki eydnaðist teimum at skora meiri enn eitt mál.
Sivert Gussiås átti beinanvegin størsta møguleikan eftir væl spælt álop, men hann rakti ikki málið.
So var tað, at Mads Bo Mikkelsen eftir fínt álop og neyva sending frá sera eyðsýnda Vegard Forren sendi bóltin í málið.
Tá var eitt stórt korter farið, og alt tað, sum hevði havt við støður og málmøguleikar at gera, hevði KÍ staðið fyri.
Og so var tað, at slovakisku mótstøðumenninir vóru eirindarleysir, tá ið teir steðgaðu KÍ í uppspælinum í vinstru. Tvær sendingar í høgru, og so var liðformaðurin Juraj Kucka leysur eitt sindur í høgru, og hann sendi bóltin dygst inn við handara stólpa og í síðunetið.
Hetta var dygst slag hjá klaksvíkingum, sum høvdu verið omaná. Men teir fótaðu sær og hildu tørn til steðgin, og fyrstu løtuna eftir steðgin vóru teir aftur omaná, men tað eydnaðist ikki at umseta støður og møguleikar til mál.
Jóannes K. Danielsen vísti landsliðsstøði, tá ið hann aftur og aftur streyk fram í høgru og legði innfyri. Páll A. Klettskarð var tvær ferðir í góðum støðum, uttan at tað eydnaðist at skora. Patrick da Silva varð fleiri ferðir spældur leysur í hinum borðinum, tá ið liðfelagarnir royndu seg við longum diagonalsendingum, men innleggini vóru ikki nóg neyv.
Og meðan KÍ var omaná, skoraði Slovan Bratislava málið, sum vísti seg at verða sigursmálið. Uppspælið var í vinstru, og tá ið tað varð lagt flatt útfrá, var liðformaðurin Juraj Kucka leysur mitt fyri, og úr 14 metrum setti hann bóltin í málið og so var 2-1 til gestirnar.
18 ára gamli Jóhan Josephsen varð settur inn í álopið, tá ið Deni Pavlovic noyddist skaddur av vøllinum. Ófatuligt var tað, at mótstøðumaðurin ikki sá í hvussu so er gula kortið í tí støðuni, tá ið hann brúkti albogan, og Deni fekk ein rættiligan sendara.
Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, varð Jóhan Josephsen spældur leysur, men málverjin bjargaði.
Árni Frederiksberg var ikki á KÍ liðnum í kvøld, tí hann var leikbannaður. Hann var saknaður í sambandi við deyðbóltar, og spurningurin er, hvussu tað hevði tørnað út, um hann hevði verið millum teir fyrstu ellivu í kvøld.
Í Ljubljana vann Lille 2-0, og harvið er tað greitt, at Lille og Slovan Bratislava fara at halda fram í kappingini.
Um tvær vikur fæst at síggja, hvussu tað fer at síggjast aftur í uppstilling og avriki hjá Lille, at plássið í cup dystunum í februar longu er tryggjað.
Dysturin í Lille verður hóskvøldið 14. desember, og tað munnu ivaleyst vera fleiri KÍ viðhaldsfólk, sum umhugsa at fara jólatúr saman við sínum hetjum, sum síðani tíðliga í summar aftur og aftur hava tikið fótbóltsheimin á bóli.
KÍ – Slovan Bratislava 1-2 (1-1)
1-0: Mads Bo Mikkelsen 17.
1-1: Juraj Kucka 24.
1-2: Juraj Kucka 62.
Dómarakvartett úr Estlandi: Kristo Tohver, Sander Saga, Sten Klaasen og Juri Frischer (4. dómari)
KÍ: Nils Jonatan Johansson – Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic (Jóhan Josephsen, 75.), Odmar Færø, Vegard Forren, Patrick da Silva – Mads Bo Mikkelsen (Claes Pjilip Kronberg, 64.), Rene Shaki Joensen, Jákup B. Andreasen – Páll A. Klettskarð, Sivert Gussiås
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hannis Matras, Símun Kalsø, Dávid B. Andreasen, Børge Petersen, Silas Gaard, Ahmed Latif, Jákup N. Vilhelmsen
Gult kort: Patrick da Silva, Vegard Forren
Venjari: Magne Hoseth










