Gjógvin ímillum baptistar og kirkjuna farin?

John í Skemmuni
-----

Ynski at koma við nøkrum viðmerkingum til útsagnir, ið eru komnar fram í Sosialinum fyri jól í sambandi við nýggja prestainnsetan.
Yvirskrift á forsíðuni í Sosialinum ljóðar soleiðis: »Gjógvin millum baptistar og kirkjuna er farin.«

Grundleggjandi ymiskir boðskapir!
Tað er rætt, at ein gjógv kom ímillum fólk, sum úrslit av boðanini av gleðiboðskapinum við William G. Sloan, tá hann kunngjørdi, at tað er einans við trúgv á Jesus, at tú verður endurføddur, og ikki við nøkrum dópi, sum var og enn er gundleggjandi boðskapurin hjá kirkjuni.
So, tað er als ikki rætt, sum sagt verður í greinini í Sosialinum í sambandi við kirkjuna og brøðrasamkomuna, at »grundleggjandi er boðskapurin jú tann sami«.
Boðskapurin um frelsu einans við trúgv á Jesus skapti ein skilnað, sum ikki slapst uttan um, tí hesir boðskapir, frelsa í dópi og frelsa við trúgv eru grundleggjandi ymiskir og kunnu tí ikki sameinast.
Av hesi orsøk byrjaðu tey, ið sóu hesar sannleikar og góvu seg undir teir, at savnast í samkomum uttan fyri kirkjuna. Sum úrslit av hesi støðutakan, kom hendan áðurnevnda gjógvin.
Vit kunnu so kjakast um, um orsøkin til gjónna var, at hesi byrjaðu at savnast uttan fyri kirkjuna ella um orsøkin var, at hini útihýstu hesi áðurnevndu, ið valdu at vera orði Guds lýðin við at lata seg doypa við tí bíbilska dópinum.
Leggjast skal aftur at, at mong innan hesar so ymisku rørslur tó hildu fram at hava eitt gott samfelag hvør við annan í dagliga degnum, hóast tað kom til skilnað í sambandi við átrúnaðin. Hetta góða samskifti er eisini ein sannroynd hjá mongum okkara í dag, og ynskja vit, eins og Frelsari okkara, at verða góð við og virða øll menniskju, hvar tey so standa átrúnaðarliga.

Er gjógvin burtur nú?
Men, er nú gjógvin burtur, sum borið verður fram í greinini í Sosialinum? Og, um so er, at hon er við at kámast ella er burtur, hvør kann tá orsøkin verða og hvør man hava flutt seg?
Hyggja vit at læruni hjá kirkjuni í sambandi við dópin, so praktiserar hon framvegis barnadóp, har hildið verður fast um, at barnið í dópinum verður endurføtt og innlimað í ríki Guds. – Sostatt er einki broytt innan kirkjuna.
So er bert hin møguleikin eftir, og tað er, at persónar í brøðrasamkomuni hava flutt seg – hava slakað upp á tað, ið skriftin lærir um endurføðing og dóp.
Kirkjan hevur eina felags læru, sum umfatar allar kirkjurnar í Føroyum og sum allir limir geva seg undir, vitandi ella óvitandi.
Tá tað kemur til brøðrasamkomurnar, eru tær hvør sær sjálvstøðugar á øllum økjum. Tó, so hava samkomurnar fram til okkara dagar í høvuðsheitum havt somu grundleggjandi læru, sum úrslit av góðum samskifti samkomanna millum, og orsakað av, at lærarar sum Andrew Sloan, Victor Danielsen og aðrir hava vitjað flestu samkomurnar við einføldu læru Bíbliunnar.
Men, sum árini fara, so er eisini møguleiki fyri, at hesar sjálvstøðugu samkomur útvikla seg ymiskt, hvat læruni viðvíkur, alt í mun til, hvørja støðu, ið ábyrgdarbrøður í einstøku samkomunum hava.

Sæl eru tey, sum fáa frið í lag!
Orð Jesusar í Fjallataluni: »Sæl eru tey, sum fáa frið í lag«, eru væl kend. Og hesi orð eru enn aktuell og eiga vit at virka fyri hesum friði í gerandisdegnum.
Men, meinti Jesus, at vit fyri einhvønn prís eiga at liva og virka soleiðis, at friður er ímillum okkum og fólkið, ið vit liva ímillum?
Hugsa vit um Jesus sjálvan, so síggja vit, at Hann við lívi og boðskapi Sínum bar gleði og frið inn í lívið hjá mongum, men samstundis kom tað eisini til skilnað millum Hann og onnur, og serliga relegiøsu leiðararnar, orsakað av boðskapi Hansara.
Hann kundi havt slakað ímóti vilja Faðirsins og tillagað boðskapin fyri at sloppið undan skilnaðinum og gjónni, men Hann valdi lýdni og kom tí at bera prísin, sum endaði við Golgata.

Friður – so langt, sum til okkara stendur!
Vit eiga eisini at virka fyri friði, eins og Harrin, men at selja sannleika Guds fyri frið skyld – tað eiga vit ikki.
Vit taka tí undir við Paulusi, tá hann sigur: »Semjist tykkara millum! Tráið ikki eftir hinum høga, nei, haldið tykkum til hitt lága! Gerist ikki klók í tykkara egnu hugsanum! - Lønið ongum ilt fyri ilt! Leggið tykkum eftir tí, sum gott er í eygum alra menniskja!«
Men, legg so merki til, at hann leggur afturat, at umstøður eru, har okkara framferð, hóast hon er í kærleika, ikki megnar at varðveita friðin: »Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!« (Róm. 12:16-18).
Tað kunnu uppstanda umstøður, tá vit ikki megna, »so langt sum til okkara stendur«, at varðveita friðin. Hetta er, tá menniskju ikki vilja góðtaka lýdni okkara ímóti Harranum og orði Hansara.

Kann friður keypast ov dýrt?
Jesus boðaði sjálvur frá í Matteus 10:34-39, hvat fór at henda sum úrslit av boðskapi Hansara: »Hugsið ikki, at Eg eri komin við friði til jarðar! Eg eri ikki komin við friði, men við svørði. - Tí Eg eri komin at volda ósemju millum mann og faðir hansara, millum dóttur og móður hennara, millum sonarkonu og vermóður hennara. - Húsfólk mansins skal verða fíggindar hansara. - Tann, ið elskar faðir ella móður meir enn Meg, er Meg ikki verdur; tann, ið elskar son ella dóttur meir enn Meg, er Meg ikki verdur; - tann, ið tekur ikki kross sín og fylgir Mær eftir, er Meg ikki verdur. - Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað; og tann, ið missir lív sítt fyri Mína skuld, skal bjarga tí.«
Tá ið ein, ið trýr á Jesus, er lýðin ímóti orði Hansara, elvir hetta til ósemju, stríð og gjáir orsakað av, at onnur ikki vilja góðtaka orð og vilja Harrans Jesusar. Hesar ósemjur og hesar gjáir taka seg eisini upp í familjum, enntá ímillum foreldur og børn.
Hetta er ein søguligur veruleiki, ið hevur endurtikið seg aftur og aftur niður gjøgnum øldirnar, har sonn kristin, ið valdu at verða orði Guds lýðin við at lata seg doypa við bíbilska dópinum, blivu atsøkt, illa viðfarin og dripin.
Hin møguleikin, at slaka og at ofra sannleikan fyri frið skyld, hóast betri vitandi, hevur eisini endurtikið seg niður gjøgnum øldirnar, heilt niður til okkara dagar. – Hesi hava selt sannleika Guds fyri at bjarga lívi sínum – men, sum Jesus segði: »Tann, ið bjargar lívi sínum, skal missa tað«. – Hetta er tí ein dýrt keyptur friður!

At lýða Gud heldur enn menniskju!
Jesus minti lærisveinar Sínar um áðurnevnda skilnað, ið fór at koma orsaka av, at teir trúðu á Hann og hildu seg til orð Hansara: »Minnist orðið, Eg segði við tykkum: „Tænarin er ikki størri enn harri hansara“! Hava tey søkt at Mær, fara tey at søkja at tykkum við; hava tey hildið orð Mítt, fara tey at halda tykkara við.« (Joh. 15:20).
Lærisveinarnir fóru so út við evangeliinum og doyptu tey, ið komu til trúgv. Teir gingu um, eins og Harrin og gjørdu væl, men hóast hetta, so møttu teir mótstøðu og vóru tiknir og settir fastir, vóru avhoyrdir og píndir fyri lýdni sítt og hóttir av átrúnaðarligu leiðarunum at lata vera at tala í navni Harrans Jesusar. Men, teir svaraðu ráðharrunum, hinum elstu og farisearunum aftur á henda hátt: »Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Gudi at lýða tykkum meir enn Gud! Vit kunnu jú ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!« (Áp. 4:19-20).

At tillaga boðskapin fyri frið skyld!
Tíðliga komu eisini persónar inn í tær kristnu samkomurnar, sum royndu at tillaga boðskapin soleiðis, at hann ikki skuldi volda ástoyt.
Hetta síggja vit m.a. í Galatiabrævinum, har Paulus ger upp við lógarboðskapin, ið var komin inn í samkomurnar í Galatia. Jødar vóru komnir inn og vildu hava heidningarnar at halda lógina og at lata seg umskera. Og, um teir gjørdu hetta, so komu teir at verða góðtiknir av jødunum og sluppu undan atsókn og skilnaði.
Paulus sigur soleiðis í Galatiabrævinum 6:12: »So mangir, sum vilja síggja væl út í holdinum, teir eru tað, ið tvinga tykkum at lata tykkum umskera, bert fyri ikki at verða søktir at fyri kross Kristusar.«
Tá vit í slíkum føri geva eftir fyri at sleppa undan atsókn, er úrslitið ólýdni ímóti Gudi. Soleiðis fáa vit eitt evangelium, ið als ikki frelsir, tí menniskjan verður hvørki frelst av verkum ella halgisiðum.
Halgisiðirnir í Galatia vóru m.a. umskering, eitt útvortis tekin, sum vit í okkara føri í dag kunnu samanbera við dóp.
Paulus slær tí fast í Galatiabrævinum 5:2 &4: »Eg, Paulus, sigi tykkum, at lata tit tykkum umskera (ella doypa til frelsu), gagnar Kristus tykkum einki. - Tit eru skildir frá Kristusi, tit, ið vilja verða rættvísgjørdir av lóg; tit eru falnir úr náðini.«

Álvarsamt at kunngera endurføðing í dópi!
Endamál okkara má altíð vera at halda fast við boðskapin, ið Jesus kom við.
Hesin boðskapur er, at »Tann, ið trýr á Sonin, hevur ævigt lív; men tann, ið ikki vil lýða Sonin, skal ikki síggja lívið; nei, vreiði Guds verður verandi yvir honum.« (Jóh. 3:36).
Síðan er tað lýdni ímóti Harranum at lata seg doypa, eftir at ein er komin til trúgv. Hetta er tað, ið vit greitt síggja í skriftini og sum var praktiserað í øllum teimum fyrstu kristnu familjunum, sum høvdu røtur aftur til ápostlanna dagar.
At doypa børn er sera álvarsamt og kann lættliga gerast ein snávisteinur fyri tey, tá tey gerast vaksin. Teimum tørvar tá ikki at koma til persónliga trúgv á Harran, tí hetta var jú alt avgreitt, tá tey vóru doypt sum børn.
Tað er eitt álvarsmál at víkja frá læru Jesusar og serliga fyri tey av okkum, sum standa við ábyrgd og sum kunngera orð Guds.
Paulus er sera álvarsamur um teir í Galatia, ið kunngjørdu eitt annað evangelium, at hann sigur: »Sum vit áður hava sagt, sigi eg nú uppaftur: Kunnger nakar tykkum annað evangelium enn tað, sum tit hava tikið við, so veri hann bannaður!« (Gal. 1:9).

Áminning til okkum øll.
Góðu landsmenn – er tað rætt av okkum bert fyri frið skyld at sleppa sannleika Guds og at prædika øðrvísi, enn orð Guds lærir okkum? Vit kunnu spyrja við Paulusi: »Tali eg nú menniskjum til vildar ella Gudi! Ella royni eg at toknast menniskjum! Royndi eg at toknast menniskjum enn, so var eg ikki tænari Kristusar.« (Gal. 1:10).
Endamál okkara er ikki stríð og gjáir, men endamál okkara er at verða trúgv ímóti Harranum og orði Hansara. Men, tað er ein veruleiki, at tá vit verða sett til andlits við ein sannleika, kann hann elva til fíggindskap. Paulus sigur sjálvur við tey í Galatia: »Eri eg tá vorðin fíggindi tykkara við at siga tykkum sannleikan?« (Gal. 4:16).
Tað, sum eg inniliga vil minna á er, at vit eiga altíð at verða orði Guds lýðin.
Elvir hetta til stríð og gjáir okkara millum, so kunnu vit ikki annað enn velja at lýða Gud, heldur enn menniskju.
Eg vil enda við somu bøn og ynski fyri landsmonnum mínum, sum Paulus ber fram í Rómbrævinum 10:1: »Brøður! Hjartans ynski mítt og bøn mín til Gud fyri teimum er, at tey skulu verða frelst.«
Við hesum orðum vil eg ynskja øllum Føroya fólki eitt av Harranum signað nýggjár.