Stevnulagið í Runavík er gott í kvøld. Fyri løtu síðani var landskappingardysturin í Formula deildini millum NSÍ og B36 liðugur. Heimaliðið vann 3-1 eftir 2-0 leiðslu í 1. hálvleiki.
Bogi Løkin legði tíðliga NSÍ framum eftir innlegg úr vinstru frá Einari Hansen og stút tvørturum frá Øssuri Dalbúð.
Í yvirtíðini í 1. hálvleiki økti Jóhan Troest Davidsen um leiðsluna. Eftir horna úr vinstru og yvir um handara stólpa sendi Óli Hansen bóltin innfyri málið aftur, og har var Jóhan Troest Davidsen púra leysur.
Tíggju minuttir undan leikloki kom spenningur í aftur, tá ið Magnus Olsen við rimmar langskoti, sum umvegis tvørtræið fór í málið, minkaði um munin til 2-1.
Í síðstu løtu staðfesti Bogi Løkin heimasigurin, tá ið hann flatt setti bóltin framvið Hans Jørgensen í B36 málinum, eftir at B36 uppspæl í vinstru varð kiksað.
Heimasigurin ber við sær, at NSÍ nú er næstfremst. NSÍ hevur 24 stig fyri 13 dystir.
EB/Streymur, sum seint seinnapartin í morgin fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi, er oddalið við 32 stigum, HB, sum mikukvøldið fer at spæla í Fuglafirði, er á 3. plássi við 22 stigum, og B36 er á fjórða plássi við 21 stigum.
Í morgin eru tveir dystir: B71-KÍ og Víkingur-EB/Streymur. Mánakvøldið spæla B68 og Skála á Svangaskarði, og síðstu dysturin i 13. umfari verður mikukvøldið, tá ið ÍF fer at fáa vitjan av HB.