hava boðað frá, er ólógligt. Verkfallið er sett at byrja tann 7. febriar og skuldi eftir ætlanini umfata fiskamjølvirkir á Eysturlandinum og í Vestmannaoyggjunum. Tað vóru arbeiðsgevararnir, sum løgdu [...] ovurstóra lønarhækking, og at tað ætlaða verkfallið hevði kostað íslendska samfelagnum nógv. Íslendski havrannsóknartsovnurin hevur júst mælt til at hækka lodnukvotuna í ár, og tí hevði eitt verkfall á
A/S eigur og rekur skipið. Skipið var á veg frá Italien til Oman við eini tungari konstruktión til eitt oljureinsivirki, tá lastin forskjeyt seg, og hol kom á skipið. Sjógvur streymaði inn, og skipið fekk [...] gekk burtur í Miðalhavinum mikumorgunin, 400 km sunnanfyri Sicilien. Skipið sendi út neyðarkall kl. 7.30 og ein tíma seinni fór manningin í bjargingarbátarnar. Manningin bleiv tikin upp av einum maleiskum
Nýggja Kós: Eyðun Noslsøe hevur skrivað orð og lag og hann syngur eisini sjálvur og spælir kassaguitar. Annars eru hesi við : Kór: Karlina Justinussen Trummur: Jósva Debes Onnur ljóðføri: Hans Poulsen Kristoffur [...] Kristoffur Mørkøre upptók solorøddina í Kris-stuff Studio Framleitt og ljóðblandað í IntroVers Studio Hoyr sangin her: https://youtu.be/D7TGA9izTPg [...] Eyðun Nolsøe er millum føroysku troubadourarnar, og hóast hann fyri stuttum kom við nýggjari útgávu, so er hann so mikið virkin, at longu nú er hann aftur frammi við nýggjum sangi. Sangurin nevnist Nýggja
var um spurningin í gjár, og sambært myndugleikunum atkvøddu 98,5 prosent fyri uppskotinum. Valluttøkan var 72,7 prosent. Broytingin ella nýskipanin gevur tjóðartinginum og stjórnini størri vald, men [...] men kongur verður framvegis ríkisovasti, og hann varðveitir leiðsluna yvir dómsvaldinum, átrúnaðinum og herinum. Kortini verður dómsvaldið meiri óheft enn nú. Nýskipanin í Marokko er ein beinleiðis avleiðing [...] av teimum politisku rembingunum í Norðurafrika og Miðeystri teir seinastu mánaðirnar. Higartil hevur nýskipanaruppskotið hjá kongi forðað fyri mótmælum og ófriði í Marokko.
upp um 20 stig, og tann mátararnir, sum tann almenna veðurtænastan DWD hevur í býnum, komu upp á 20,7 stig. Tann óvanligi hitin gjørdi, at tað var fult av fólki á útimatstovunum, og nógvir suðurtýskarar [...] Meðan Norðurlond hava stríðst við kava og storm, sum ikki er óvanligt um jólini, hevur jólaveðrið har suðuri í Týsklandi verið heilt óvanligt. Óvanliga lýggj luft sunnaneftir gjørdi, at tað var sum um [...] rar funnu svimjiklæðini framaftur og lupu útí, sum myndin vísir.
Hjartasjúklingar og fólk, sum hava trupulleikar við hjartanum, fáa ein regluligari hjartasláttur og liva longri, um tey brúka fiskalýsi Tað er úrslitið av einari italskari kanning. Kanningtin, sum hevur [...] hevur vart í fýra ár, hevur umfatað 7.000 fólk við hjartatrupulleikum. Helvtin fingu vanliga heilivágin, hin helvtin fingu fiskalýsi afturat, og munurin var stórur. Italska úrslitið kemur ikki óvart á danska [...] danska Hjartafelagið. -Vit hava leingi rátt hjartasjúklingum til at eta 300 gram av fiski um vikuna, og ber tað ikki til, er fiskalýsið eitt gott ískotyi, sigur Lene Kromann-Jensen í Hjartafelagnum við danska
Umleið 500 myndir vóru á framsýningini umframt gamlar lýsingar frá bilstøðum og bilasølum. Myndir av fyrstu bilunum og av bilum og bilaumhvørvi hesi 100 árini. Tey vitjandi høvdu eisini møguleika at fáa bókina [...] burturúr. Fyrst skipaði Tórshavnar Kommuna fyri hátíðarhaldi leygardagin 7. mai í ár á Kongabrúnni, har sum fyrsti bilurin kom í land - og so við stórari myndaframsýning í Smiðjuni. Framsýningin var í samstarvi
skiftandi og tøtt og harvið spennandi. Páll Fangi fekk besta startin, og hann var fremstur mesta partin av teininum. Men á síðsta triðinginum av 1500 metra málinum var tað heilt spennandi og skiftandi [...] fimta plássi, Hósvíkingur endaði á sætta plássi, og í tøttu kappingini um at sleppa undan aftasta plássi var Jarnbardur nummar sjey, Sølmundur nummar átta og Kollfirðingur nummar níggju. Strálan fekk ikki [...] Hósvíkingur 07:42.17 7 Jarnbardur 07:46.14 8 Sølmundur 07:47.22 9 Kollfirðingur 07:48.10 Støðan 1 Páll Fangi 42 2 Tvørabáturin 34 3 Riddarin 29 4 Smyril 26 5 Strálan 15 6 Skúgvur 14 7 Hósvíkingur 6 8 Jarnbardur
bjargað av einum grísi - higartil hava 7,7 miljónir sæð hann - men hann er tíanverri ikki veruligur. Sama við yrkingini, ein gamal maður lat eftir sær á ellisheiminumm og sum var deild um allan heimin. At vit [...] hvønn morgum við ljóðinum frá YouTube. Synirnir, sum eru seks og átta ára gamlir, hava lært seg at tendra telduna, skriva “www.youtube.com”, og síðani fyrstu bókstavirnar í yndistónleikinum ella filmunum [...] elskulig djór, børn, kærleikspør og so tey, sum ikki hava havt tað so gott í lívinum, men har vend er komin í. Tvey dømi, sum tey flestu helst hava sæð, er, tá Paul Potts og Susan Boyle syngja fyri dómarunum
nøkur mistøk framd, og eftir fimm tímar við borðið kundi Martin fyri fjórðu ferð rópa seg føroyameistara. Hevði Martin ístaðin telvað javnt, høvdu bæði Ólavur og Helgi greitt sín setning, og tí hevði verið [...] nevnliga móti Helga Dam Ziska, og sigurin hjá Helga í hesum talvinum gav ábendingar um, at favoritturin skuldi strúka avstað við FM-heitinum. Helgi helt eisini fast um oddasessin til og við sætta umfar. Í sjeynda [...] Martini at stríða seg til javnleikin, og so kundi hann við sigri á Rógva E. Nielsen í seinasta umfarinum ogna sær steypið. Men heldur ikki hetta gjørdist lætt, og veruleikin var helst, at Rógvi skuldi