Eyðun Nolsøe á nýggjari kós

Eyðun Nolsøe er frammi við nýggjum lag, nevnt Nýggja Kós.

Eyðun Nolsøe er millum føroysku troubadourarnar, og hóast hann fyri stuttum kom við nýggjari útgávu, so er hann so mikið virkin, at longu nú er hann aftur frammi við nýggjum sangi.

 

 

Sangurin nevnist Nýggja Kós:

 

 

Eyðun Noslsøe hevur skrivað orð og lag og hann syngur eisini sjálvur og spælir kassaguitar. Annars eru hesi við :

 

 

Kór: Karlina Justinussen

Trummur: Jósva Debes

Onnur ljóðføri: Hans Poulsen

Kristoffur Mørkøre upptók solorøddina í Kris-stuff Studio

Framleitt og ljóðblandað í IntroVers Studio

 

 

Hoyr sangin her: https://youtu.be/D7TGA9izTPg