Veðrið var ringt, tá danska farmaskipið "Karin Cat" gekk burtur í Miðalhavinum mikumorgunin, 400 km sunnanfyri Sicilien. Skipið sendi út neyðarkall kl. 7.30 og ein tíma seinni fór manningin í bjargingarbátarnar. Manningin bleiv tikin upp av einum maleiskum skipi, sum settu teir av í Alexandria í Egyptalandi. Skipari var Erik Lund Eriksen, sum býr í Bóndabrekku í Havn. Danska reiðaríið J. Poulsen Shipping A/S eigur og rekur skipið. Skipið var á veg frá Italien til Oman við eini tungari konstruktión til eitt oljureinsivirki, tá lastin forskjeyt seg, og hol kom á skipið. Sjógvur streymaði inn, og skipið fekk stóra slagsíðu. Karin Cat sakk ikki beinanvegin.