Smiðjan væl vitjað á ólavsøku  

Myndaframsýningin í Smiðjuni í Lítluvík var væl vitjað á ólavsøku. Hetta var í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan fyrsti bilur kom til Føroya í 1922.

Nógv hevur verið gjørt burturúr. Fyrst skipaði Tórshavnar Kommuna fyri hátíðarhaldi leygardagin 7. mai í ár á Kongabrúnni, har sum fyrsti bilurin kom í land - og so við stórari myndaframsýning í Smiðjuni. Framsýningin var í samstarvi við Magnus Gunnarsson. 

 

Umleið 500 myndir vóru á framsýningini umframt gamlar lýsingar frá bilstøðum og bilasølum. Myndir av fyrstu bilunum og av bilum og bilaumhvørvi hesi 100 árini.

 

Tey vitjandi høvdu eisini møguleika at fáa bókina “Fyrsti bilurin 100 ár”, sum Helgi Jacobsen hevur skrivað.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##