Rætturin í Reykjavík staðfesti í dag, at eitt verkfall, sum arbeiðsfólk á fiskakjølvirkjum hava boðað frá, er ólógligt. Verkfallið er sett at byrja tann 7. febriar og skuldi eftir ætlanini umfata fiskamjølvirkir á Eysturlandinum og í Vestmannaoyggjunum.
Tað vóru arbeiðsgevararnir, sum løgdu verkfalsboðini fyri rættin við kravi um, at verkfallið bleiv staðfest ólógligt, tí tað er í stríð við galdandi høvuðssáttmála millum partarnar.
Arbeiðsgevararnir siga sambært íslendsku bløðunum, at arbeiðarafeløgini, sum hava boðað frá verkfalli, hava kravt ovurstóra lønarhækking, og at tað ætlaða verkfallið hevði kostað íslendska samfelagnum nógv.
Íslendski havrannsóknartsovnurin hevur júst mælt til at hækka lodnukvotuna í ár, og tí hevði eitt verkfall á fiskamjølvirkjunum nú komið illa við.