Meðan Norðurlond hava stríðst við kava og storm, sum ikki er óvanligt um jólini, hevur jólaveðrið har suðuri í Týsklandi verið heilt óvanligt.
Óvanliga lýggj luft sunnaneftir gjørdi, at tað var sum um summarið í pørtum av Bayern í gjár. Í München fóru hitamátararnir upp um 20 stig, og tann mátararnir, sum tann almenna veðurtænastan DWD hevur í býnum, komu upp á 20,7 stig.
Tann óvanligi hitin gjørdi, at tað var fult av fólki á útimatstovunum, og nógvir suðurtýskarar funnu svimjiklæðini framaftur og lupu útí, sum myndin vísir.