starvast á blaðnum í 17 ár. Hon situr í móttøkuni. Hon heldur, at tað er ymiskt, sum kreppan hevur rakt íslendingar. - Teir, sum eiga nógvar pengar og virðir annars í bankunum, eru als ikki vís í at fáa hendur [...] vænti tað verður enn verri í so máta, vit hava bygt alt ov nógv, sigur Sigga Óskarsdóttir. Sjálv heldur Sigga Óskarsdóttir, at orsøkin til trupulleikarnar, sum Ísland er í í løtuni, skyldast spekulatión [...] teimum aftur. Eisini tey, sum hava tikið stór lán nýliga til íbúð ella sethús, serliga í útlendskum valuta, eru komin í eina trongstøðu, sigru Sigga Óskarsdóttir. Hon sigur, at støðan er ógvuliga ógreið,
umsitingin í Irak við Paul Bremer á odda situr í einari borg hjá Saddam Hussein og stýrir landinum, meðan irakar hvørki hava vatn ella streym, sigur Edward Kennedy. Hann mælir stjórnini í Washington til [...] italska forsætisráðharran, Silvio Berlusconi, at leypa framav í Evropatinginum, sigur nú, at eftir hansara tykki er italska stjórnin rasistisk. Í einari sjónvarpssamrøðu fyrradagin segði Martin Schulz, at [...] Berlusconi vera rasist. Eygleiðarar ivast kortini ikki í, at hann við hesum hevur borið brenni á bálið. Dysturin millum Martin Schulz og Silvio Berlusconi í Evropatinginum elvdi til eina diplomatiska kreppu
søgdu í okkara fyrra lesarabrævi: landsstýrið svevur í veðurlagskreppuni. CO 2 útlátið hevur ongantíð verið so høgt sum nú. Bert nøkur heilt fá veðurlagsátøk eru samtykt í Løgtinginum. Tey eru fýra í tali [...] Orkuskiftið verður í minsta lagi fýra ferðir so dýrt uttan CO 2 avgjald, vísa donsk tøl. Høvdu Helgi Abrahamsen ella Bárður á Steig Nielsen staðið stoltir og greitt fólkunum í Tuvalo, sum eru í vanda fyri at [...] til veðurlagsátøk. Vit í Veðurlagslóg Nú skjóta upp m.a. hesi átøk: Ein høgan, javnan CO 2 skatt Stuðul og hjálp til láglønarbólkar í umleggingini, soleiðis at øll kunnu vera við í orkuskiftinum Orkusparandi
hesar gerast við broytingum í skattaskipanini og ikki við at leggja fiskiflotan í skeljasorar. - Um Ejler fyri 50 árum síðani bygdi eini hús fyri dýrar dómar og seldi tey aftur í fjør, so hevði vinningurin [...] Tummas heldur tað vera í lagi, at vart verður fyri, at útlendski kapitalurin yvirtekur føroysku fiskivinnuna. Heldur ikki metir hann tað vera nakað forgjørt í øðrum avmarkingum í fiskidagaskipanini. Men [...] bumbu undir vinnuna. Tað er í lagi at fylgja ávísum treytum. Sum til dømis at føroyingar skulu eiga 67% av partapeninginum, at tú skal nýta í minsta lagi 80% av fiskidøgunum í einum 5 ára skeiði og at tú
ført fram sum eitt lyklaorð í hesum døgum. Tað er positivt, at Føroya Landstýri signalerar, at nú skal gransking takast í álvara. Tað er ein sannroynd, at um eingir pengar verða brúktir til gransking, [...] betýðiligt eldri enn PhD lesandi í Bretlandi og USA og profilarnir eru ofta tilkomið fólk í undirvísingarstørvum, heldur enn bjørt ung studerandi um 20 ára aldur sum vanligt er í USA og Bretlandi. Ein annar [...] annar munur er, at størsti parturin av PhD unum í Bretlandi og USA fara beint út í vinnuna við sínari vitan, og ikki sum her, har einans fá av hesum fólkum enda í vinnuni. Hetta er sjálvsagt nakað, sum bæði
hermenn í Libanon í mong ár og hevur havt stóra ávirkan á ta politisku skipanina har. And-støðan í Libanon vil vera við, at tað var sýriska fregnartænastan, sum myrdi libanska andstøðuleiðaran í síðstu [...] Tjóðbankin tað sama. Í einari nýggjari frágreiðing sigur Tjóðbankin, at ein ávís framgongd er á arbeiðsmarknaðinum, men skal stjórnin røkka sínum máli, mugu tiltøk setast í verk. Varastjórin í Tjóðbankanum, Anders [...] síðstu viku, men tað hevur stjórnin í Damaskus avsannað. Eingi prógv ímóti Jackson Verjin hjá poppstjørnuni Michael Jackson krevur, at ákæruvaldið í Kalifornia skal sleppa ákærunum um, at tann heimskendi tónleikarin
onkrum markantum undantaki, sum man sá tað í SvF. Fyri tveimum árum síðani vildi eingin hava Fiskasøluna, helst tí hon hevði vavt seg út í rækjuvinnuna og alivinnuna í stóran stíl undir fyrrverandi leiðslu [...] gin av Fiskavirking og Fiskasøluna var, sum Heidi Petersen Løgtingskvinna so gott segði tað í kjaksending í SvF fyrrakvøldið, at líkna við eina sølu. At Framtaksgrunnurin legði Fiskasøluna og Fiskavirking [...] milliónaupphæddir hava verið í avskrivingum seinastu árini. Nú knappliga, tá Fiskasølan eftir øllum at døma aftur er vorðið eitt somikið áhugavert felag, at onkur hevur áhuga í felagnum, so byrjaðu søgur
kastar pengar av sær, sigur Jákup Egholm Hansen. Í løtuni eru 12 rækjuskip í flotanum, og øll teirra geva undirskot, greiðir Jákup Egholm Hansen frá. Hann sigur eisini, at oljuprísirnir nú eru komnir í eina [...] oljuprísir. Hetta merkir, at skipini í dag ikki fáa tað til at mæla runt fíggjarliga. Sum dømi vísir hann á, at prísirnir í 1993 vóru 150 kr./kg, men teir liggja í dag um 40 kr./kg. Samstundis eru olj [...] sleppa at fiska í Grønlandi. -Tað almenna kundi farið inn og keypt kvotur í Grønlandi. Tað ber bæði til at gjalda við pengum og við at fiskirættindi afturfyri. Á henda hátt spardu reiðaríini í øllum førum
seg inn í tvær gassverkætlanir í Algeria. Íløgan er góðar fimm milliardir norskar krónur. Fyri pengarnar yvirtekur Statoil 49 prosent av einari verkætlan hjá BP í økinum In Salah og 50 prosent í einari [...] tunnur av olju. Ætlanin er, at framleiðslan í øðrum økinum skal byrja á sumri næsta ár og eitt ár seinni í hinum økinum. Statoil og BP skulu samstarva við almenna algeriska oljufelagið Sonatrach um báðar [...] heldur menn Ein kanning í Danmark vísir, at ungar kvinnur hava nógv størri trupulleikar av at fáa arbeiði enn ungir menn. Kanningin umfatar fólk, sum vóru liðug at útbúgva seg í 1999 og 2000, og hon vísir
Føroyar í 1990 fóru upp í altjóða fótbóltskappingar hevur gongdin fyri tað mesta verið rætta vegin. Mikukvøldið varð við sjey tumma seymi sligið fast, at tað er upp á sítt pláss, at Føroyar eru við í altjóða [...] heimin. Hvønn týdning tað hevur fyri Føroyar,at taka lut í so stórum kappingum, ber tað neyvan til at gera upp í pengum. Men tað er einki at ivast í, at tað eru nógvar milliónir. Eitt eru pengarnir, sum FSF [...] á annan hátt renna inn í føroyska húsarhaldskassan, og tað kann kanska renna uppaftur meiri henda vegin. Ferðavinnan eigur í framtíðini at fáa gagn av, at kunnleikin um Føroyar í síni heild hesa tíðina