Støðan hjá rækjuflotanum tykist at vera rættiliga hættislig. Hetta er kanska heldur ikki nakað nýtt. Leingi hevur verið tosað um hægri oljuprísir og lægri søluprísir. Støðan hjá føroyska rækjuflotanum, eins og flotanum aðrastaðni, tykist at vera kreppukend og hættislig. Rækjuflotin gav í fjør hall, og tað tykist ikki sum um, at gongdin er vend nakað munandi.
Bjarningin skal eftir øllum at døma koma frá landskassanum á ein ella annan hátt. Formaðurin í felagnum Rækjuskip, Jákup Sólstein, sær fleiri møguleikar at bjarga kreppuraktu vinnuni, og hesir hava allir tað til felags, at teir fara at merkja inntriv frá almennari síðu.
Rækjuflotin telur í dag 12 skip, og einir 300 menn sigla við skipunum. Tað er einamest við Flemmish Cap, at føroysku rækjuskipini royna.
Olja og prísir
Jákup Egholm Hansen kallar støðuna hjá rækjuflotanum fyri kreppu. Hann sigur, at kreppan skyldast ov lágar rækjuprísir og ov høgar oljuprísir. Hetta merkir, at skipini í dag ikki fáa tað til at mæla runt fíggjarliga. Sum dømi vísir hann á, at prísirnir í 1993 vóru 150 kr./kg, men teir liggja í dag um 40 kr./kg. Samstundis eru oljuprísirnir farnir heilt nógv upp, og hetta ger m.a., at summi skip skulu gjalda einar 4 milliónir meira í útreiðslum til olju, og hetta merkir aftur, at fiskast skal fyri einar 12 milliónir meira, og hetta ber stutt sagt ikki til.
-Tað hevur frá politiskari síðu verið víst á, at prísurin á rækjum er farin upp aftur, men er somikið lítið, at tað ger bert undirskotið minni, og hetta ger ikki, at vinnan nú kastar pengar av sær, sigur Jákup Egholm Hansen.
Í løtuni eru 12 rækjuskip í flotanum, og øll teirra geva undirskot, greiðir Jákup Egholm Hansen frá.
Hann sigur eisini, at oljuprísirnir nú eru komnir í eina meira fasta legu, men hetta er framvegis ein sera stór útreiðsla fyri skipini.
Betri møguleikar
Omanfyri nevndu umstøðurnar, sum fyri tíðina kosta rækjuflotanum dýrt, eru alt umstøður, ið vinnan sjálv ikki hevur teir stóru møguleikararnar at gera nakað stórvegis við.
Skal rækjuflotanum í framtíðini vera lív lagað, ella í øllum betra um støðuna, so merkir hetta, at landsmyndugleikararnir, sambært Jákupi Egholm Hansen, mugu gera okkurt mungagott.
Jákup Egholm Hansen vísir m.a. á, at veiðimøguleikararnir ikki eru nóg góðir. Her verður serliga sipað til, at teir ikki sleppa framat nóg nógvum kvotum í Grønlandi. Tær kvoturnar, sum teir sleppa til í Grønlandi, eru kvotur, teir sjálvir hava goldið fyri, og hetta er eisini rættiliga dýrt. Higartil hava føroysk rækjuskip brúkt einari 17 mío. fyri at sleppa at fiska í Grønlandi.
-Tað almenna kundi farið inn og keypt kvotur í Grønlandi. Tað ber bæði til at gjalda við pengum og við at fiskirættindi afturfyri. Á henda hátt spardu reiðaríini í øllum førum 17 mío., og hetta er nakað, sum fer at merkjast, Jákup Egholm Hansen.
Eisini nevnir møguleikar við FAS-skipanina, sum skal vera eitt slag av einari afturberingarskipan.
-Tað er alt ov lítil politiskur áhugi fyri rækjuflotanum, sigur Jákup Egholm Hansen.
Hann vil tó ikki siga nakað um, hvussu leingi skipini framvegis kunnu yvirliva, men hann leggur áherðslu á, at støðan bæði hevur verið og er hættislig.