Mikudagsstubbar

      

Misnýta livandi skjøldur

Fleiri av teimum umleið 200 útlendingunum, sum fóru til Irak at virka sum livandi skjøldur í einum møguligum amerikanskum álopi á landi, eru farin heimaftur.
Millum teirra, sum fóru til Irak, vóru fleiri norðmenn, men nú eru bara fimm eftir. Norska uttanríkisráðið sigur, at irakskir hermenn eru hjá teimum alla tíðina, og tey fimm hava eins og hinir útlendingarnir fingið boð um, at tey skulu virka sum livandi skjøldur á irakskum herstøðum og orkuverkum, ið mugu metast sum amerikansk bumbumál. Fýra av teimum fimm norðmonnunum eru í løtuni á einum vatnverki uttan fyri Bagdad.
Uttanríkisráðið í Oslo sigur, at iraksku myndugleikarnir misnýta tey útlendsku friðarfólkini. Tað sama sigur felagsskapurin Human Shields, sum sigur, at fleiri av hansara stuðlum eru farnir úr Irak.



Tað gloymda kríggið

Rockstjørnan Bono spyr nú, hví fólk í milliónatali ikki fara út á gøturnar at mótmæla tí gloymda krígnum í Afrika, krígnum ímóti AIDS.
Bono vísir á, at í síðsta mánað gingu fleiri milliónir fólk mótmælisgongu ímóti tí ætlaða krígnum við Irak. Hann sigur, at verður einki munagott gjørt alt fyri eitt, fara milliónir av fólki at doyggja av AIDS í Afrika.
? Tað frøir meg at síggja, at fleiri milliónir fólk royna at verja mannalív í Irak, men í Afrika fara tvær milliónir fólk at doyggja tey bæði næstu árini, tí tey fáa ikki heilivág. Hví mótmæla fólk ikki hesum gloymda krígnum? Hvussu nógv virða við lívið hjá einum svørtum, spyr tann kenda tónleikastjørnan, sum herfyri varð innstillaður til friðarheiðursløn Nobels.



Hatta tosa vit ikki um!

Amerikanska stjórnin vil ikki gera viðmerkingar til tíðindini um, at amerikanarar hava avlurtað alt samskiftið hjá sendinevndunum hjá hinum limalondunum í ST-trygdarráðnum.
Tað var bretska blaðið The Observer, sum fyri nøkrum døgum síðani avdúkaði, at amerikanarar hava avlurtað alt samskiftið hjá sendinevndunum hjá øllum londunum í trygdarráðnum uttan Bretlandi. Sambært The Observer var tað tann serliga trygdartænastan NSA, sum stóð fyri avlurtingini. Endamálið var at fylgja við, hvat hini londini ætlaðu sær at gera í Irak-málinum.
Hvítu Húsini vilja hvørki vátta ella avsanna tíðindini. Talsmaðurin hjá foprsetanum, Ari Fleischer, sigur, at stjórnarumsitingin ger ikki viðmerkingar til nakað, sum hevur við fregnar- ella trygdartænasturnar at gera.



Avnoktar holocaust

Svenski løgfrøðiprofessarin Gøran Englund avsannar, at fleiri milliónir jødar doyðu í gassrúmum í teimum týsku týningarlegunum undir seinna heimsbardaga.
Við Aftonbladet sigur Gøran Englund, at tað finnast eingi prógv fyri, at gassrúmini yvirhøvur vórðu nýtt. Sambært teirri vanligu uppfatanini doyðu umleið tríggjar milliónir jødar í teimum týsku gassrúmunum, meðan aðrir tríggjar milliónir jødar vórðu fyribeindir á annan hátt.
Men hetta er ikki so, sigur Gøran Englund. Hann sigur, at serfrøðingar, sum hava kannað tey gomlu týsku gassrúmini, komu til ta niðurstøðu, at tey vórðu ongantíð nýtt. Hann sigur, at tað finnast heldur eingi skjøl, sum prógva, at jødar vórði tiknir av døgum í teimum týsku gassrúmunum.