ODDAGREIN: Sølan handan stongdar dyr

Samanleggingin av Fiskavirking og Fiskasøluna var, sum Heidi Petersen Løgtingskvinna so gott segði tað í kjaksending í SvF fyrrakvøldið, at líkna við eina sølu. At Framtaksgrunnurin legði Fiskasøluna og Fiskavirking saman, uttan at vita, um Fiskasølan var sølubar einsamøll er ein løgin avgerð, ikki minst fyri okkum skattgjaldarar, sum eiga ognirnar. Hetta tykist eisini verða rímiliga breið politisk semja um við onkrum markantum undantaki, sum man sá tað í SvF.

Fyri tveimum árum síðani vildi eingin hava Fiskasøluna, helst tí hon hevði vavt seg út í rækjuvinnuna og alivinnuna í stóran stíl undir fyrrverandi leiðslu og nevnd við tí úrsliti, at milliónaupphæddir hava verið í avskrivingum seinastu árini. Nú knappliga, tá Fiskasølan eftir øllum at døma aftur er vorðið eitt somikið áhugavert felag, at onkur hevur áhuga í felagnum, so byrjaðu søgur at ganga um eina samanlegging við Fiskavirking. Hetta fekk leiðslu og nevnd at lata eitt boð inn fyri Fiskasøluna. Hetta boð gjørdi eftir øllum at døma, at málið um samanlegging av Fiskavirking og Fiskasøluna fekk sovorðnan skund, at Fiskasølan mátti leggjast undir Fiskavirking á miðjari nátt, uttan nakran møguleika hjá nøkrum at geva eitt boð. Her eiga spurningar at svarast, tí fyri uttanfyristandandi sær hetta ikki út sum ein vinnuliga skilagóð avgerð.

Man kann halda, at tað er eitt sindur ivasamt, um ein søla kundi farið fram til leiðslu og nevnd í einum felag soleiðis uttan nakað, men boðið frá leiðslu og nevnd hevur í hvussu so er víst okkum skattgjaldarum, at Fiskasølan hevur eitt søluvirði uppá á leið 50 milliónir. Var boðið ov lágt, ongantíð betur fyri skattgjaldaran, tí so høvdu vit kunnað fingið uppaftur meir fyri Fiskasøluna, men hetta verða bert gitingar, tí Framtaksgrunnurin nýtti ikki hetta gylta høvið til at biðja um tilboð fyri Fiskasøluna til t.d. ársenda, so áhugaðir keyparar kundu nærlisið roknskapir o.s.fr. Hetta gjørdi Framtaksgrunnurin ikki, og tí stendur nevndin í grunninum eftir við forkláringstrupulleikanum, hvussu eitt felag, ið sambært formanninum í Framtaksgrunninum ikki hevur lív lagað, kann hava eitt søluvirði upp á tíggjutals milliónir.

Nú kom so eitt boð inn upp á Fiskavirking einsamalt upp á góðar hundrað milliónir. Hetta má verða stórsta ábendingin um at nevndin í Framtaksgrunninum hevur tikið eina skeiva avgerð. Boð fyri hálvtannaðhundrað milliónir liggja á borðinum fyri feløgini hjá Framtaksgrunninum, har nevndin í Framtaksgrunninum sigur, at onnur fyritøkan hevur ikki lív lagað, og hin er ikki sølubar, uttan eina fiskasølu. Tað er ikki so galið at fáa boðið hálvtannaðhundrað milliónir, um hetta veruliga er sum nevndin í Framtaksgrunninum sigur.

Fiskavirking kundi verið selt fyri nógvar pengar fyri tveimum árum, síðani, men har lá Framtaksgrunnurin sjóvarfallið av sær, og tíverri sær út til at tað sama kann endurtaka seg. Bert spell at man partlikviderar salgbaru Føroya Fiskasølu í prosessini.

Tvey reint føroysk boð vóru vrakaði í niðurgangstíðum. Einasti møguleiki hjá Framtaksgrunninum veruliga at fáa nógvan pening burturúr Fiskavirking og Fiskasøluni er, um onkur betalir dupultan prís fyri alt. Tað vildi bert hent, um onkur, t.d. íslendarar, strategiskt keypti seg inn í føroyska fiskivinnu. Er tað ein ynskilig støða, tá eingin føroyskur kappingarneyti av týdningi er til? Livst so spyrst.

Sosialurin