Hvør skal granska?

Gransking verður, sum púra beint er, ført fram sum eitt lyklaorð í hesum døgum. Tað er positivt, at Føroya Landstýri signalerar, at nú skal gransking takast í álvara. Tað er ein sannroynd, at um eingir pengar verða brúktir til gransking, so er stagnatión fyri framman.

Gransking fevnir sera vítt. Summi granska í skaldskapinum hjá onkrum rithøvundi, onnur í gomlum nøvnum, meðan aftur onnur upfinna pumputøkni og nýggj trol. Tað er alneyðugt, at tað almenna, fyriuttan at seta gransking ovast á breddan, eisini raðfestir, hvørjum granskast skal í. Tað er nú einaferð so, at øll gransking kann ikki javnsetast, tí okkurt er luksusgransking. Ikki tí, pláss skal eisini verða fyri hesum, og einum og hvørjum stendur frítt at granska í tí, ein vil, men spurningurin er, um tað almenna skal gjalda eina milliónaupphædd til slíka gransking. Í hvussu so er, so eigur man politiskt at gera upp við seg sjálvan, hvussu raðfestast skal við pengingaliga tilfeinginum, ið nú einaferð er avmarkað.

Um vit hyggja tvørturum Atlantshav, so síggja vit, at gransking har í ein sera stóran mun er problemloysing. Fyritøkur hava okkurt ynski ella onkran trupulleika, og so gjalda tey lærustovnum og granskarum fyri at granska í hesum fyri at fáa eitt úrslit, ið kann kommersialiserast.

Føroyska vinnan hevur ikki granskað nógv, hóast einkultar av størru fyritøkunum í okkara høvuðsvinnu hava brúkt eitt sindur av orku til hetta. Fyri smærru vinnufyritøkurnar er ofta tað galdandi, at tær hvørki hava tíð, ella umstøður til at granska. Her er tað, at landið kann gera seg galdandi. Um landið kann skapa karmar, so at smærri fyritøkur kunnu fáa fysiskar umstøður og fakligan íblástur til at granska, so gerst tann gáttin at byrja at granska ikki so høg hjá einari minni fyritøku.

Fyri at føroysk gransking skal kunna taka dik á seg, er tó týdningarmikið, at man integrerar lærustovnar í hesa ætlan so tíðliga sum møguligt. Tá nú ein nýggjur fiskivinnuskúli verður bygdur, so er upplagt, at hesin skúli - eins og t.d hægru útbúgvingarnar á Tekniska Skúla - skal brúka part av tíðini til problemsloysing hjá vinnuni. Tað er umráðandi at hugburðurin, har man brúkar ungt fólk til problemloysing kemur inn so tíðliga sum møguligt, bæði fyri ungdómin sjálvan og fyri vinnuna.

Um granskingin verður ov eliter, so kemur einki burturúr. Sjalvandi skulu PhD projektir til á hátøknuliga økinum, men tað er tíð uppá at revidera okkara skipan. Danskir og harvið eisini føroyskir PhD lesandi eru betýðiligt eldri enn PhD lesandi í Bretlandi og USA og profilarnir eru ofta tilkomið fólk í undirvísingarstørvum, heldur enn bjørt ung studerandi um 20 ára aldur sum vanligt er í USA og Bretlandi. Ein annar munur er, at størsti parturin av PhDunum í Bretlandi og USA fara beint út í vinnuna við sínari vitan, og ikki sum her, har einans fá av hesum fólkum enda í vinnuni. Hetta er sjálvsagt nakað, sum bæði vinna og tað almenna eiga at analysera, tí feilurin liggur helst hjá báðum.

Nú er so hol komið á kjakið, og nógvar meiningar eru. Vónandi fer komandi tíðin at beina okkum inn á vinnandi kósina.

Sosialurin