na í gongd, men henda verður klár til tíðina. Hjúkla um mentanina við oljupengum Hóast mentanin ikki er økið hjá Eyðun Elttør, so hava mongu ferðirnar í útlandinum, í Noregi, Danmark, Bretland og í Alaska [...] maskinmaður og sum hevur starvast sum eftirlitsmaður hjá Arbeiðseftirlitinum í mong ár, gjørdist tann fyrsti, ið slapp at royna seg í hesum spildurnýggja landsstýrissessi. Hetta hevur verið ein sera spennandi [...] vera rætt atborið, tá umheimurin á altjóða oljumessuni í Aberdeen herfyri fekk greið boð um komandi útbjóðingina. -Vit eru á einum týðandi vegamóti í føroyskari søgu, og eg fari at gera mítt ítarsta til
forkvinna í Føroya Lærarafelag. Hon játtar, at landsstýrismaðurin við undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, hevur sagt seg skilja støðuna, men at eingir pengar eru til taks. Tí vónar hon, at pengar koma til [...] limunum. Talan er um eini 10 milliónir, ið resta í á fíggjarlógini. Elsa Birgitta Petersen sigur, at felagið hevur brynjað seg til verkfall. Í løtuni hendir einki í málinum. Hon sigur, at felagið hevur nógvan [...] Elsa Birgitta Petersen, sum tó vónar, at ein loysn er í eygsjón, nú politikarar taka upp fíggjarlógina, men Lærarafelagið er til reiðar at fara í verkfall 1. november.
hava sæð higartil í fjølmiðlunum, eru als ikki sakligar. Tá ið politikararnir í krepputíðunum skrúvaðu niður fyri blussinum, lækkaði játtanin til ÍSF munandi, úr 2,65 milliónum niður í nevndu 2 mill. kr [...] Mortensen aðrar leiðir at fáa til vega pengar til ítróttin. Tí játtanin til ÍSF hækkaði ikki, hóast ?tíðirnar gjørdust betri?. Sersambondini og deildarsambondini í ÍSF hava tí í spenningi bíðað eftir teirri loysn [...] Eg vóni, at viðgerðin av hesum máli í fíggjarnevndini og tinginum fer at vísa, at føroyskir politikarar tó hugsa um annnan ítrótt í Føroyum enn fótbólt. At teir í minsta lagi játta ÍSF somu upphædd sum
Kekkia?Føroyar 2?0 (1?0) EM undankappingardystur á AC Sparta Praha stadion í Prag, leygardagin 9. oktober 1999, kl. 20.15 21.362 áskoðarar Dómarakvartett úr Rumenia: Marcela Lica, Patritin Abrudan, Ion [...] Pavel Verbír 84. Kekkia: 1. Pavel Srnicek, Sheffield Wednesday ? 3. Jan Suchopárek, Tennis Borrusie Berlin (14. Pavel Verbír, FK Teplice, 74.), 5. Karel Rada, Slavia Praha, 2. Tomás Repka, AC Fiorentina
Ólóglig avrit av øllum teirra vørum sløðast runt í teimum flestu húsarhaldunum, og hetta ger sjálvsagt, at framleiðarar og seljarar av vørunum missa pengar í hópatali. Orsøkirnar til hetta kunnu vera so mangar [...] eigararnar av 3-aranum í SMS, hevur so at siga somu fatan av trupulleikanum. Hann sigur tó, at teir ikki hava merkt nakað til hetta í einari minkandi sølu, men spyr hinvegin aftur, um vøksturin í søluni ikki hevði [...] d. eitt av størstu plátufeløgunum í heiminum, men teir framleiða og selja eisini eina rúgvu av øðrum tingum, har í millum fløgur, sum til ber at brenna á. Er tað ikki í veruleikanum fullkomuliga líka mikið
Vaktarhald inn í bygningin, sum hann ger hvørja nátt, men hesa náttuna, ella rættari sagt hettar kvøldið rendi hann seg í tveir persónar ? Konrad og Lárus. Teir báðir sótu í myrkri inni í studionum. Okkara [...] tveir menn í myrkri inni í einum studio? Lárus R. Árason hevði fingið skift lásini út, so einki starvsfólk slapp inn, og av teirri grund, saman við søguni, at øll sendiútgerðin er pantsett, bæði í Íslandi [...] okkum, at allar fyritøkurnar í Føroyum (tær ið hava lýst hjá ATL-radio) eru ringir gjaldarar. Leygardagin fór so vaktin vekk úr túninum hjá ATL-radio, men støðin sendir í sama lag sum áður ? bert ein telda
an í heilsumálum hevur avgjørt at skerja játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús út frá tí avmarkaða fíggjarkarmi hon hevur fingið frá fíggjarmálaráðharranum, hava løgtingsumboðini hjá fólkaflokkinum í Norðoyggum [...] við hesi øsing at røra sína egnu køku. Hann vísir á, at tá fíggjarlógaruppskotið var fyri í Fíggjarnevndini í fjør, og tað sama gjørdi seg galdandi, tá kom ein mill. kr. aftrat til Klaksvíkar Sjúkrahús [...] at tað hevur hon sjálvandi, men tá má hon so sanniliga eisini tryggja sær stuðul í løgtinginum, tí tað er tað, sum í seinasta enda ger av, hvat skal henda. Heine Heinesen heldur tað vera margháttligur
Í dag er aðalorðaskifti í tinginum um Hvítubók og um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Nógv hevur verið sagt og skrivað um Hvítubók, um tað sum stendur í henni og ikki minst tað sum ikki stendur [...] aftur, og tí læntu vit alt ov nógv. Men hvar kemur ríkisfelagsskapurin inn í myndina? ? Tað skal eg siga tær. Tá vit læntu pengar í 80-unum, so var tað ikki bara upp á okkara egna kreditvirði, men eisini [...] stendur í henni. Tað er eingin loyna, at broytingarnar, sum standa fyri framman eru stórar, men spurningurin er um tær eru til tað góða ella til tað ringa. Í kjakinum er komið fram, at tað einasta, sum er púra
hevur altíð búð í Klaksvík, men hann hevur havt eyguni vend út í heimin. Hann hevur ferðast í ymsum londum, og sum radioamatørur hevur hann havt samskifti við fólk nógva staðni í heiminum. Í síðstu viku hevði [...] frá. - Konan hevur nógvar yrkingar hjá mær í ringbindum, og tað er stuttligt at hyggja í tey av og á. Eftir fyrstu uttanlandsferðina hjá manskórinum í Danmark í 1946, tá teir eisini tóku plátu upp, fingu [...] neyvan eitt land í øllum heiminum, har fólk hava tað so gott, sum vit hava tað her í Føroyum. Hóast Jógvan Gerðalíð er komin upp í árini, kennir hann ongan mun á gerandisdegnum nú og í teimum yngru árunum
kvinnurnar í Havana. Og sungið verður eisini ofta um tær. Ein tann kendasta er ivaleyst tann hjá Evert Taube. Hon, sum sat í vindeyganum og ongar pengar hevði eftir. Og soleiðis hava tær tað eisini í dag. Og [...] kommunismuni." Tað er heitt. Eg siti í løtuni á einum bókasavni í Capitole í Havana og sendi teldupost heim til Føroya. Uttan fyri er hitin umleið 30 stig, og vætan í luftini er øgilig. Luftin er skitin [...] skrivaði tað mangan tiltiknu bókina "Okkara maður í Havana". Fyri ikki at gloyma Ernest Hemingway, sum búði stóran part av lívi sínum her í Havana og í bygdini Cojimar beint uttan fyri býin. Her hevur hann