Lærarar upp á barrikadurnar

Føroya Lærarafelag hevur boðað frá verkfalli 1. november og stendur fast við hetta, men forkvinnan í felagnum vónar, at tingmenn finna fram til eina loysn, nú fíggjarlógin er fyri í tinginum. Tó er hon sera avgjørd og felagið hevur brynjað seg til verkfall.

- Um neyðugt, so fara vit upp á barrikadurnar, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag

Tað er 1/3 av lærarunum, ið eru sáttmálasettir og sum tískil hava verkfallsrætt. Restin eru tænastumenn, men undir einum møguligum verkfalli hava teir ikki loyvi til at taka upp verkfallsrakt arbeiði.

- Ein lærari skal halda tímatalvuna, sum hann ella hon hevur fingið at arbeiða eftir við ársbyrjan, so einfalt er tað, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.

Hon játtar, at landsstýrismaðurin við undirvísingarmálum, Signar á Brúnni, hevur sagt seg skilja støðuna, men at eingir pengar eru til taks. Tí vónar hon, at pengar koma til fólkaskúlan, nú fíggjarlógin er fyri í tinginum. Trupulleikin er nýggja fólkaskúlalógin, sum áleggur fleiri uppgávur á lærarar og skúlaleiðslur. Hetta vil Føroya Lærarafelag ikki lata um seg ganga, uttan at samsýning verður latin limunum. Talan er um eini 10 milliónir, ið resta í á fíggjarlógini.

Elsa Birgitta Petersen sigur, at felagið hevur brynjað seg til verkfall. Í løtuni hendir einki í málinum. Hon sigur, at felagið hevur nógvan pening til møguligt verkfall og er harafturat í norðurlendskum samstarvi, har eisini møguleiki er fyri fíggjarstyrki. Eisini hini føroysku fakfeløgini stuðla Føroya Lærarafelag.

- Politikarar hava leingi pínt lærarar og sagt, at verkfall gongur út yvir skúla og næmingar. Men hetta gongur ikki longur, soleiðis er fakfelagspolitikkur ikki. Vit fara um neyðugt upp á barrikadurnar, sigur Elsa Birgitta Petersen, sum tó vónar, at ein loysn er í eygsjón, nú politikarar taka upp fíggjarlógina, men Lærarafelagið er til reiðar at fara í verkfall 1. november.