Rættiligt rok hevur tikið seg upp um játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús á komandi fíggjarlóg. Eftir at landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur avgjørt at skerja játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús út frá tí avmarkaða fíggjarkarmi hon hevur fingið frá fíggjarmálaráðharranum, hava løgtingsumboðini hjá fólkaflokkinum í Norðoyggum gjørt bart. Tey vilja fara so langt sum ikki at atkvøða fyri fíggjarlógini verður uppskotið samtykt.
Hini bæði løgtingsumboðini fyri Norðoyggjar, Heine O. Heinesen og Vilhelm Johannessen halda onga orsøk vera til panikk og royna at hava bæði bein á jørðini. Tey eru samdir við hinum starvsfeløgunum úr Norðoyggjum men halda, at framferð teirra er púra burturvið.
Heine Heinesen, Tjóðvfl. sigur, at Rúna Sivertsen og Jógvan við Keldu royna við hesi øsing at røra sína egnu køku. Hann vísir á, at tá fíggjarlógaruppskotið var fyri í Fíggjarnevndini í fjør, og tað sama gjørdi seg galdandi, tá kom ein mill. kr. aftrat til Klaksvíkar Sjúkrahús. -Tá varð eingin blaðskriving ella øsing sum nú, og tá komu tingini uppá pláss, uttan at nakar skuldi vinnast sær persónligan vinning av tí.
Ikki tí - Heine Heinesen - er samdur við tey bæði samgongufólkini úr Fólkaflokkinum um, at Helena á Dam Neystabø spælir við eld, og at hennara uppskot er púra burturvið. -Vit eru samd um at játtað pengar til útbygging av Landssjúkrahúsinum, men harfyri er ikki neyðugt at lækka játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús. Helena spælir harvið við eld. Hann heldur tað vera tvætl, tá Helena Dam á Neystabø verjir avgerð sína at lækka játtan til Kl.Sj. við at vísa til fólkapensiónirnar, tí hon hevur longu fingið 40 mill. kr. til hetta endamál.
Uppá fyrispuring um ikki heilsumálaráðharrin hevur sín fulla rætt til at leggja fram tann politikk á sjúkrahúsøkinum, sum hon metir vera rættan sigur Heine Heinesen, at tað hevur hon sjálvandi, men tá má hon so sanniliga eisini tryggja sær stuðul í løgtinginum, tí tað er tað, sum í seinasta enda ger av, hvat skal henda.
Heine Heinesen heldur tað vera margháttligur framferðarháttur, tá tingfólk úr Fólkaflokkinum leggja eftir fíggjarmálaráðharranum fyri ikki at hava latið teimum øll tøl. Hann vísir á, at tað er løgmaður, sum skipar fyri samgongufundum og ger av, hvussu framløgan er av eini fíggjarlóg. Hann vísir eisini á, at hevði Jógvan við Keldu møtt upp á samgongufundum, so hevði hann eisini vitað betur.
-Hetta er eitt uppskot, og kunnu ongar broytingar gerast í tinginum, so er eingin orsøk til at koyra tað í tingið. Tá er bara at samtykkja alt, sum landsstýrið skjýtur upp. Heine O Heinesen sigur, at framferðarhátturin hjá fólkaflokstingmonnunum er eisini sera óheppin, tí tað er oftani neyðugt at arbeiða saman við andstøðuni í Fíggjarnevndini við nettup slíkum málum - fyri at fáa tær ymsu kabalirnar at ganga upp. Tí ræður um ikki at bróta niður álitið og virðingina. Og tað er nettup tað, sum hendir, tá tveir tingmenn á hend hátt royna at røra sína egnu køku. Teir seta tá fót fyri bæði sakini og øðrum tingmonnum, sum av fullum hjarta ganga inn fyri sama máli.
-Og tá man fer út í fjøl-miðlarnar á henda hátt, hvat skal ein maður sum Vilhelm Johannessen, ið eisini er norðingur, tá siga spyr Heine O Heinesen og sigur, at framferðarhátturin her er taktiskt ómetaliga skeivur og drepandi fyri fíggjarlógararbeiðið í framtíðini. Annars metir hann nýggju linjuna hjá sjálvstýrisflokk- inum vera sera vandamikla fyri eitt nú Klaksvíkar Sjúkrahús. -Helena hevur vent 180 stig í tí politikki, sum Sjálvstýrisflokkurin annars førdi. Nú er hon farin at niðurtrappa Klaksvíkar Sjúkrahús, sum tó ikki er nakað nýtt.
Heine O. Heinesen heldur, at løgmaður og formaðurin Fólkafloksins alment átti at givið teimum báðum floksfeløgunum eina nøs fyri atburðin í hesum máli, ið er einki annað enn solospæl.
-Nú tosað verður um fullveldi og skerdar inntøkumøguleikar er tað so ikki ein veruleiki, at játtaninar til sjúkrahúsøkið í framtíðini fara at verða prioriteraðar øðrvísi og er hetta ikki ein møguleiki, sum eisini Heine O. Heinesen verður noyddur til at góðtaka?
-Eg dugi ikki at síggja, at tað broytir nakað uppá hasa prioriteringina, um tú hevur fullveldi ella ikki sigur hann og vísir til lógina fyri sjúkrahúsverkið, har tað týðiliga stendur, at tað skulu vera trý sjúkrahús.









