Tey gomlu skulu hava tað gott

Tey gomlu hava tað í nógvar mátar betri í dag enn fyrr. Tey sita heit og verða passað, men er tað so, at tað eru summi, sum ikki hava tað gott og sum eru gloymd, so er tað ein skomm fyri okkum, heldur Jógva Gerðalíð í Klaksvík

Hóast hann er kendur sum bóndi ella arbeiðstakari, hevur tað altíð rúmast meira í hansara lívi.

Jógvan Gerðalíð hevur yrkt, hann hevur verið í sangkóri, hann hevur gjørt upptøkur, hann hevur verið radioamatørur og hann hevur verið sunnudagsskúlalærari.

Hann ætlaði sær at liva av jarðarbrúki, men gjørdist entreprenørur, og nú hann er farin um tey áttati, kennir hann ongan mun á gerandisdegnum nú og fyrr.

Jógvan Gerðalíð var borin til garð í Klaksvík, og hetta tók hann í stórum álvara. Hann fóru sum 16 ára gamal til Danmarkar fyri at fáa kunnleika og vitan um jarðarbrúk og bóndalív Niðri. Tá hevði hann longu funnið út av, at sjólívið var einki fyri hann.

- Eg var ringur av sjóverki og hevði í grundini betri hug til jarðarbrúk, men kanska sá eg nakað størri í tí, at eg var borin til ein garð, enn tað í veruleikanum var, sigur Jógvan Gerðalíð.

Hann arbeiddi á ymsum bóndagørðum á bæði Jútlandi og Sællandi, og hann gekk á landbúnaðarskúla í Dalum á Fjóni, áðrenn hann kom heimaftur fýra ár seinni, í 1937.

- Áðrenn eg kom heim, hugsaði eg nógv um at keypa garð Niðri og verða verandi har. Eg hevði verið ein fittan part av mínum lívi í Danmark, og eg var eitt sindur danskur. Garðarnir vóru bíligir, og eg hevði fingið ein, um eg legði í, men tað bleiv ikki til nakað.

Ístaðin kom Jógvan Gerðalíð heimaftur til Klaksvíkar, og har hevði hann ætlanir um at liva av jarðarbrúki. Hann tosaði við aðrar bøndur um at leggja bøin saman, men teir vóru ikki so heitir fyri tí.

Jógvan hevði eitt stórt øki norðan fyri húsini ? norði á Eiði, sum tað var rópt ? og har kundi Jógvan fingið fóður til einar 3-4 kýr afturat teimum seks, um hann hevði. Men tá hann var farin at velta, var latið burtur av hansara jørð ? sum var kongs ? til grundstykki, og tað gjørdist ein vend í bóndalívinum hjá Jógvani.

- Vit mótmæltu harðliga, at grundstykki vóru latin av tí, ið velt var, men tað hjálpti einki, og tá kastaði eg frá mær. Eg blakaði bæði haka og spaka, og tað liggur vist har norðuri enn, heldur Jógvan Gerðalíð skemtandi fyri, og hann fór við ringum tannabiti at finna sær annað arbeiði.

- Eg haldi, at Landbrugsrådet, sum tað æt tá, kundi hugsað sum so, at her er ein maður, sum hevur víst, at hann vil nakað við garðinum. Hann hevur brúkt fýra ár av bestu lærutíð síni til hetta verk, og tí eigur hann at fáa møguleikan. Men tað var vist ikki í røttum tíma, at eg kom heimaftur.

- Tá sóu vit ikki fyri okkum, at Klaksvíkin fór at vaksa so nógv. Alt tað økið, sum eg hevði sett mær fyri at velta, fór til grundstykki, so tað var kanska gott tað sama, at eg gavst beinanvegin við jarðarbrúki burturav.


Møguleikar í jarðarbrúki

Jógvan Gerðalíð gjørdist ístaðin arbeiðstakari. Hann arbeiddi í 12 ár hjá Landsverkfrøðinginum, nøkur ár sum formaður, og hann hevði byggifelagið Bergmál saman við Dávi Jacobsen í fleiri enn 20 ár.

- Men tað gekk drúgv tíð, áðrenn eg fekk hugin til jarðarbrúk úr blóðinum. Tá eg fór til Danmarkar sum 16 ára gamal, var tað tí, at eg trúði uppá eina framtíð innan jarðarbrúk. Eg angri ikki, at eg fór til Danmarkar, tí tey árini fóru ikki til spillis, men tað var nokk so beiskt at viðurkenna, at tað bar ikki til við jarðarbrúki í Klaksvík.

Jógvan Gerðalíð hevur verið við til fleiri stórarbeiði í Norðoyggjum. Hann var formaður í arbeiðnum at gera vegin til Viðareiðis, og hann hann var eisini við formaður, tá byrgingarnar vóru gjørdar um Hvannasund og Haraldsund.

Men hann hevur framvegis hjartað fyri jarðarbrúkinum.

- Tað eru stórir møguleikar fyri jarðarbrúki í Føroyum, men ikki millum fjøllini her í Klaksvík. Á Eysturoynni, Streymoynni, Vágoynni og Sandoynni eru nógv stór øki, sum kundu verið dyrkað við maskinum, men vit hava ikki sæð stóru møguleikarnar, sum eru í jarðarbrúki í Føroyum.

- Høvdu vit, tá vit bygdu trolarar fyri 100 milliónir krónur, lagt einar 100 ella 200 milliónir í jarðarbrúk, so høvdu vit havt ómetaliga stór virði, sum høvdu verið liggjandi í landinum.

Jógvan Gerðalíð heldur, at útjaðarin hevði havt gott av tí, um garðar vóru lagdir saman, so at tey, sum fegin vilja seta seg niður á oyggjum sum Svínoy og Fugloy, kundu liva av jarðarbrúki.


Yrkjari og upptøkumaður

Jógvan Gerðalíð hevur ongantíð verið bóndi ella arbeiðstakari burturav. Hann hevur tikist við at yrkja, hann hevur verið í sangkóri, og hann hevur tikið tónleik upp.

Hann hevur altíð havt tætt samband við samkomuna í Betesda, og har hevur hann havt sín leiklut. Hann hjálpti kórleiðaranum, og á uttanlandsferðum plagdi hann altíð at verða ferðaleiðari. Hann var sunnudagsskúlalærari, og framvegis kemur hann nógv í Betesda.

- Mær dámar væl at vera millum ungdóm, ungdómurin er jú framtíðin, og kann man hjálpa har, so er tað fínt, men kanska er tað ilt hjá okkum gomlu at síggja, nær vit eru ein hjálp hjá teimum ungu, og nær vit eru ein forðan, heldur hann.

Jógvan Gerðalíð hevur yrkt nógvar sangir til føðingardagar og brúdleyp, og hann hevur eisini yrkt fosturlands- og lovsangir.

Vit hava havt ein hús eysturi í Barmi, og har hevur altíð ligið ein gestabók. Har skrivaði eg onkuntíð onkra stutta yrking í, og tað var onkur, sum hevur sæð hesar yrkingar, sum av fyrstan tíð bað meg gera ein sang til eitt serligt høvi, greiðir Jógvan Gerðalíð frá.

- Konan hevur nógvar yrkingar hjá mær í ringbindum, og tað er stuttligt at hyggja í tey av og á.

Eftir fyrstu uttanlandsferðina hjá manskórinum í Danmark í 1946, tá teir eisini tóku plátu upp, fingu Jógvan og aðrir blóð á tonna fyri at taka upp. Í 1948 keyptu teir tvey upptøkutól til at taka upp á lakkplátir, og tað var nógv brúkt næstu árini, serliga fram til miðskeiðis í 50¹unum. Millum menninar, sum vóru upp í upptøkuvirkseminum vóru Jógvan Gerðalíð, Theodor við Keldu og Líggjas á Váli.

- Vit tóku nógv upp. Ofta vóru tað fólk, sum komu inn at taka upp á eina plátu. Tað gekk ofta illa at halda tann støðuga hitan, sum skuldi til, og tað kom meira enn so fyri, at lakkpláturnar fóru, meðan vit tóku upp.

- Nú er øll slík útgerð so nógv minni og kann so nógv meira. Okkara upptøkutól vigaðu eini 50 kilo, og nú fáast bandupptakarar, sum eru lítið størri enn ein svávuldós.


Nøgdsemi og sparsemi

Menningin innan øll hugsandi øki hevur verið stór í hesi øldini, og tað tykist sum ferðin veksur heldur enn nakað annað.

- Í mínari tíð er hendur ein ómetaligur framburður á øllum økjum. Tað hevur virkað nokk so natúrligt hjá mær, men eg klári bara ikki at fylgja við. Eg havi eina teldu, sum eg brúki í løtuni, men eg havi skilt, at hon ikki rættiliga stendur mát við tær nýggju teldurnar í dag, sigur Jógvan Gerðalíð.

- Teldur, sum vóru góðar fyri bara nøkrum fáum árum síðani, kunnu ikki brúkast í dag, og hóast tað ber til at fegnast um slíkan framburð, so er tað eisini ein trupulleiki, at tað verður so nógv burturkast.

- Nútíðin er nógv broytt, síðani eg var ungur, og tað er so nógv sum er vorðið so nógv betur. Tað er eitt orð í Bíbliuni, sum sigur, at saman við nøgdsemi er Gudsótti stórur vinningur. Vit hava jú einki havt við okkum inn í heimin, og tað er opinbart, at vit heldur einki kunnu hava við okkum út hiðani. Nei, tá vit hava føði og klæði skulu vit halda vera nóg mikið.

Jógvan Gerðalíð heldur, at nøgdsemi og sparsemi eyðkeyndu hansara barnaár og ta gomlu tíðina.

- Tá eg hugsi um dagin í dag, er tað nógv broytt. Tá fór einki til spillis, alt varð brúkt, nú standa stórar yvirskriftir í bløðunum um, at brennistøðirnar ikki klára at brenna alt ruskið. Men er tað rusk? Er tað ikki óslitin klæði, matur og tilfar, sum vit ikki hava stundir at taka upp, spyr Jógvan Gerðalíð.

Handlar keypa ikki skinn av seyði, tað verður koyrt á brennistøðirnar, sum ikki klára at brenna tað. Skinn og ull kunnu klæða alt Føroya fólk, men vit keypa heldur klæði úr útlondum, sum eftir nakrar mánaðir verða koyrd á brennistøðirnar, sum ikki klára at brenna alt ruskið. Tað er eitt øðiligt oyslusemi í fólki, heldur hann.


Ikki bara milliardin

Tvey av teimum stóru málunum, sum ganga aftur og aftur, og sum hava nógv við framtíðina her á oyggjunum at gera, eru oljuvinnan og loysingin.

- Eg stúri ikki fyri tí, um vit taka loysing. Fyri nøkrum árum síðani vóru vit púra paff, tá vit fingu at vita, at vit skyldaðu tríggjar milliardir. Bara nakrar vikur seinni skyldaðu vit seks milliardir, og skuldin vaks til 9 milliardir. Men nú ein dagin bar til at frætta, at vit skylda ongar pengar. Eg sigi ikki, at vit skulu taka loysing, men eftir at vit eru komin burtur úr slíkari skuld, dugi eg ikki at síggja, hví vit ikki skulu kunna sleppa einari milliard úr Danmark, um tað er ein milliard, tá tað saman um kemur, heldur Jógvan Gerðalíð.

- Um tjóðskaparkenslan og ?andin ikki stinga djúpari enn hasa milliardina frá Danmark, so er nokk best, at vit gloyma alt um loysing. Onkur hevur ført fram, at vit fara 20% aftur í livistøði, um vit taka loysing, men fyri mær er tað eingin trupulleiki, at livistøði í Føroyum lækkar 20%.

- Eg haldi ikki, at tað sømir seg fyri eitt so ríkt land sum Føroyar at taka ímóti olmussu. Eisini er tað eyðmýkjandi hvørja ferð, tú ferðast í Danmark og viðurskifti okkara koma upp á tal, at hoyra, at danski skattaborgarin skal gjalda fyri okkara ódugnaskap.

- Tað verður so nógv tosað um húðaskógvamentan, og eg veit væl, hvat tað meinast við, men eg haldi ikki, at vit skulu vanvirða gomlu mentanina, tað fer bara at koma okkum aftur um brekku. Teir gomlu høvdu eina mentan, sum vit eiga at virða ógvuliga høgt, hóast teir gingu í koti og húðaskóm. Eg havi einki ímóti akademikarum, men tað ber til at hava høvdið fult av kunnleika, uttan at tað er nakar vísdómur aftanfyri.


Barlastin hevur týdning

Jógvan Gerðalíð, sum nú er 83 ára gamal, er frískur og í gongd allan dagin.

- Eg havi altíð okkurt at takast við, og ofta eru dagarnir ov stuttir. Bæði eg og konan hava verið frísk alla tíðina, og vit hava tað gott. Tí dugi eg illa at seta meg inn støðuna hjá teimum, sum ikki hava tað so gott ? eldri fólk, sum eru sjúk ella brekað. Meg eg haldi, at vit eiga at gera meira fyri tey gomlu, sum ikki hava tað so gott.

- Tey gomlu hava tað í nógvar mátar betri nú enn fyrr. Tey sita heit og verða passað, men er tað so, at tað eru summi, sum ikki hava tað gott og sum eru gloymd, so er tað ein skomm fyri okkum, heldur Jógvan Gerðalíð.

- Sum heild er tað neyvan eitt land í øllum heiminum, har fólk hava tað so gott, sum vit hava tað her í Føroyum.

Hóast Jógvan Gerðalíð er komin upp í árini, kennir hann ongan mun á gerandisdegnum nú og í teimum yngru árunum.

- Tá tú altíð hevur verið frískur og hevur havt tað gott, ber tað illa til at ímynda tær støðuna hjá teimum, sum eru sjúk. Broytingin hjá mær er komin so líðandi, men hóast gravirnar eru breiðari at leypa upp, og steinar eru hægri at fara upp um, so kenni eg ongan mun á gerandisdegnum nú og fyrr.

Jógvan Gerðalíð hevur altíð búð í Klaksvík, men hann hevur havt eyguni vend út í heimin. Hann hevur ferðast í ymsum londum, og sum radioamatørur hevur hann havt samskifti við fólk nógva staðni í heiminum. Í síðstu viku hevði hann vitjan av týskum hjúnum, sum hann hevur havt samskifti við í nógv ár.

Sambandið millum Føroyar og útheimin er kollvelt í livitíðini hjá Jógvani Gerðalíð. Frá fáum og longum ferðum við ferðamannaskipi til nærmastu grannalond, er samband nú dagliga loftvegis. Satellitrásirnar troka seg inn í hvørja stovu, internetið kemur í fleiri og fleiri heim, og alla staðni eru útlendska árin at hóma.

Men Jógvan Gerðalíð stúrir ikki fyri føroysku mentanini og samleikanum í nýggja heiminum.

- Tað er týdningarmikið, at børnini fáa góða barlast úr heiminum, úr skúlanum og annars úr teirra nærumhvørvi, tí tað er tað, sum meira enn annað hevur týdning restina av av lívinum, heldur hann.